mánadagur 29. apríl 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
E
nn einaferð upplivdu vit eina minniliga
viku við spennandi og nervakendum FM-
finalum. FM-finalurnar eru í sær sjálvum
ein sannur eydnugripur fyri føroyskan
hondbólt, sum gevur føroyskum hondbólti umtalu
og endurljóð í stórt mát. Tað ber illa til at finnast
at, aftaná eitt slíkt minniligt vikuskiftið. Men
undirritaði fer at loyva sær at finnast at tí langa
og drúgva tíðarskeiðnum undan FM-finalunum,
har seks kvinnulið og fimm manslið í teimum bestu
hondbóltsdeildunum, øll endaðu inni í bíðirúminum.
Og talan gjørdist um eitt langt tørn í bíðirúminum,
sum vardi í fleiri vikur. Taka vit fremstu kvinnu
deildina, so var tann síðsti prestisju-dysturin
spældur mikukvøldið 27. mars. Tað kvøldið spældu
VÍF/Tjaldur og Kyndil avgerandi dystin um hvør av
teimum skuldi møta Neistanum í FM-finaluni. Tað
fall til fyrimun fyri Kyndil, sum ein mánað seinni
slapp at møta Neistanum, sum hevur verið eitt trygt
kort í FM-finaluni, líka síðani jólaferiuna. Ì Atlantic
Airways kappingini vóru StÍF og Kyndil væl við í
stríðnum um at røkka FM-finaluni, men tíðliga í
vár gliðu bæði liðini í svinginum, og so høvdu tey
heldur ikki tað stóra at spæla fyri. Aftanfyri StÍF
og Kyndil lá Neistin, sum megnaði at arga í onkrum
dysti, og langt aftast lá Team Klaksvík, sum ongantíð
fekk tað eina stigið, sum teir høvdu sum mál. 11 lið
í teimum fremstu hondbóltsdeildunum, fjølmiðlar
og áskoðarar bíðaðu eftir, at mennirnir hjá VÌF og
H71 avviklaðu kappingina sína millum. Og hendan
bíðitíðin var ógvuliga drepandi og ómotiverandi.
Spurningurin, sum undirritaði vil kasta út er:
Burdu vit ikki havt ein meistarabólk fyri fýra tey
ovastu liðini í fremstu kvinnudeildini og Atlantic
Airways kappingini, har fýra tey ovastu liðini í
teimum fremstu hondbóltsdeildunum spældu seks
umfør, har tey møttust heima og úti? Tað hevði
verið hóskandi, at hesir meistarabólkarnir byrjaðu
vikuna aftaná steypafinalurnar í februar. Tað hevði
givið spælarunum, venjarunum, áskoðarunum,
fjølmiðlunum, lurtarunum og lesarunum ein
spennandi og intensivan kappingarenda, har vit
øll sluppu undan hesum langa tíðarskeiðnum, har
fleiri lið einki hava at spæla fyri. Um hildið verður
fast við FM-finalu leistin, so eiga hesar komandi
ár at liggja hálvan apríl, tá páskaferian er. Tað var
ikki gamalt, og tað verður vónandi ikki endurtikið,
at hondbóltskappingin endar, tá mai mánaði er í
hondum. Óannsæð: takk fyri farna kappingarár,
minus bíðitíðina í mars og apríl. Vónandi fer
bíðirúmið í søguna?
11 hond
bóltslið í
bíðirúminum
www.ab.fo:
Í dag vóru vit við Margáir eftir góða dystin hósdagin.
Ein skuldi trúð, at nú var gongd komin á, men....
www.b36.fo:
Tað vóru neyvan onnur enn dómarin, sum sóu nakað brotsspark, tá hann
brádliga peikaði á blettin. Martin tacklaði púra reint, men onkursvegna
tulkaði dómarin hetta til brotsspark.
www.hb.fo:
Venjarin hjá NSÍ, Ábraham Løkin, legði í samrøðu við Rás 2 eftir dystin,
okkara leikarar undir tilætlað at skaða Klæmint Olsen og Kristian Joensen
hjá NSÍ, sum báðir noyddust av vøllinum. Tað hoyrir ongastaðni heima
at siga slíkt, og venjari okkara, Oddbjørn Joensen, segði so eisini tað sum
sigast skuldi aftaná.
www.if.fo:
Í heild, ein javnur dystur, men keðiligt at blíva við at fáa bílig brotsspørk
ímóti okkum. Tó kann sigast, at dómararnir dømdu ein fínan dyst.
www.tb.fo:
Nicky leggur bóltin til rættis, og sendur síðani eitt deyðiliga beinrakið
innlegg, beint á pannuna hjá Poul »Poulotelli« Ingason, sum hevði rivið
seg leysan frá markørinum. Poul hamraði skallan á bóltin, so hann sang í
netmeskunum, og gleðisrómurin frá heimaáskoðarunum var øðiligur.
www.h71.fo:
»Never change a winning team« er parola úr enskum fótbólti, og kann
brúkast í nógvum øðrum viðurskiftum. Hví broyta nakað, tá tað gongur
væl? Ella vit kundu eisini sagt »If it ain’t broken, don’t fix it!« Nakað
soleiðis kundu vit hugsa.
www.hvannrok.fo:
Kyndilsvenjarin Geir Wardum segði um Neistan við fjølmiðlarnar, at nú var
»fuglurin særdur«, og rætt hevði hann. Men neistafuglurin var ikki so mikið
nógv særdur, at hann ikki kundi lekjast aftur.
Heimasíðurnar skriva:
Ítróttar klumman
Heri Simonsen
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Uni Holm
Johannesen
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki:
■ Útbyggingin hjá
Varðanum á Tvøroyri
er hervið avlýst
(TB - Víkingur)
Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki
til landsdystin ímillum Føroyar og
Eysturríki 15. oktober 2013
Tað sigur Kristian Joensen
um taklingina hjá Kristini
R. Mouritsen, tá hesi báðir
rendur saman í dystinum við
Løkin í gjár. Kristian Joensen
mátti hjálpast av vøllinum og
skiftast út.
– Eg haldi hatta er ein
skitin takling. Eg havi bóltin
heilt uppi við bringuni og
hann rakar meg í knæið.
Tað er ein metur frá har
sum bólturin er. Tá rakar
hann ótrúliga illa, sigur ein
firtin Kristian Joensen, sum
í morgun hevur verið til
lækna.
– Hann hevur ongan kajns
at fáa bóltin og aðrastaðni
sært
tú
spælara
hoppa
uppum málverjan, tá hann
kemur út upp á handan
mátan. Eg haldi hatta er
ein svíagerð, sigur NSÍ mál
verjin.
Hann hevur verið til
lækna í dag, men enn kann
ikki
staðfestast
hvussu
álvarsligur skaðin er.
– Tað er ikki krossbandið
og tað er heldur ikki menisk
urin, men tað kann verða
liðbandið, sum hevur fingið
skaða. Í besta føri, so er tað
bara eitt slag og so skuldi eg
kunna spælt um eina viku
ella tvær, sigur Kristian
Joensen í morgun.
trondur@sosialurin.fo
Framrættaði miðvallarin hjá
HB skilur einki av ákærunum
hjá Kristiani Joensen.
– Eg rók rekandi frameftir,
men kom til at skjóta bóltin
ov langt frá mær. Eg meti at
eg fái bóltin fyrst og talan er
faktist ikki um eina takling,
tí eg sparki bóltin áðrenn vit
renna saman, sigur Kristin.
– Eg kundi ikki funnið upp
á at gjørt ein annan spælara
skaddan við vilja. Eg meti at
eg eri í góðari støðu, og gjørdi
eg ikki tað, so hevði eg ikki
fari eftir bóltinum. Eg eri ikki
ein, sum ger nakað svínskt á
vøllinum, greiður Kristin R.
Mouritsen frá.
– Eftir samanbrestin tók
eg í hondina á Kristiani, men
fái ongan viðmerking frá
nøkrum. Dómarin sigur einki
og tað ger hjálpardómarin
heldur ikki. Ongin hevur
sag nakað um støðuna, og
eg haldi ikki at eg havi gjørt
nakað gali, greiður Kristin
frá.
– Eg eri ikki kendur sum
ein spælari, sum ger nakað
svínskt. Eg metti at eg fór
at fáa bóltin og tað gjørdi
eg eisini, sigur Kristin R.
Mouritsen at enda.
trondur@sosialurin.fo
Kristin R. Mouritsen: Eg havi einki gjørt gali
Ein svínagerð!
Kristian Joensen: