Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur ÍF Føroyar hondbóltur Tróndur Arge Felagið er eitt áhugafelag og flestu limir felagsins eru undir útbúgving. Alt ar­beið­ ið í og rundanum felagið er ólønt. Hetta set­ur sjálvsagt høg krøv til allar limir felagsins og til tað sjálv­bodna arbeiðið sum verð­ur gjørt. Farna kappingar­ár hevði ÍF Føroyar hond­bóltur trý lið meldað til hondbóltskapp­ ingina hjá Dansk Håndbold Forbund – tvey manslið og eitt kvinnulið. Trupul byrjan Kappingarárið byrjaði við, at ÍF Føroyar hondbóltur stóð í einari sera truplari støðu, bæði fíggjarliga og ítróttar­ liga. Felagið hevði kapp­ingar­ árið framman­undan fingið eina stóra bót, samstundis sum at øll trý liðini vórðu tvangs-niðurflutt ein deild. Tað stóð illa til, og avgerð skuldi tí takast um áhugi var í at halda felagnum koyrandi ella um lykilin skuldi snarast um og skarvurin gevast yvir. Tíbetur valdu nakrar eld­ sálir at taka um endan og fáa øll viðurskifti í rættlag, og gera tað sum skuldi til fyri at felagið skuldi fáa ein sunn­an rakstur og positivan identitet. Fyrsta stigið var at fáa sponsorar til tey trý liðini hjá felagnum. Eik, J&K Petersen og Trygd stóðu klár á gáttini og so var árligi raksturin tryggjaður. Fyri at skapa ein betri og klár­ari identitet valdi felagið at gera sær eina nýggja heima­síðu, sum MEST/PAM gjarna vildi stuðla. Og fyri at gjalda bótina skipaði felag­ið fyri einum bingo- tiltaki, sum vísti seg at vera ein brakandi succes. Eftir eina sera trupla byrjan uppá kapp­ingar­árið fekk føroyska hond­bóltsfelagið aftur vind í seglini. Rammurnar vóru komnar uppá pláss, so nú kundu leikarar og venjarar brúka tíðina uppá tað ítróttar­liga. Málið var klárt – øll trý liðini skuldu rykkja upp! Áhugin fyri at spæla hond­bólt millum útisetarnar hevur altíð verið stórur, men óviss­an rundanum felagið í byrjan­ini av árinum hevði við sær, at summir leikarar leitaðu sær til onnur feløg at royna seg. Men sum kapp­ ingin leið so komu leikarar­nir allir »heim« aftur, samstundis sum fleiri nýggj andlit eisini funnu vegin fram til ÍF Føroyar hondbólt. Tey góðu úrslitini og posi­ tivi felagsandin smittaði av sær. Hondbólturin blomstr­ aði aftur og áhugin rundan­ um felagið vaks eis­ini. 1. manslið flutt upp Úrslitini á vøllinum talaðu fyri seg. Besta mansliðið hjá ÍF Føroyar hondbólti leikti í Seriu 1 og fyri at rykkja bein­leiðis upp aftur í Kvali­ fika­tiónsrekkjuna skuldi bólk­urin vinnast. Á síðsta leik­degi fekk ÍF Føroyar vitjan av Gladsaxe HG, sum undan dyst­inum hevði líka nógv stig sum ÍF Føroyar. Fyri at 1. liðið skuldi rykkja upp var ein sigur eitt krav. Dysturin var sera tættur og spennandi, men endaði tíverri við einum javnleiki. Hetta merkti so at ÍF Før­oyar endaði nummar 2 í bólkinum og skuldi tí út í eina upprykkingarkapping í móti tveimum liðum í tveim­ um øðrum bólkum. Hendan kappingin varð hildin á Bornholm og vinn­arin av kapping rykti so bein­leið­is upp, meðan nummar 2 skuldi út í enn eina upprykk­ingar­ kapping. Aftur hesaferð endur­tók søgan seg. ÍF Føroyar endaðu eftir tveir sera spenn­andi og tættar dyst­ir numm­ar tvey. Nú var so bert ein síðsti tjansur eftir fyri at rykkja upp. Hesaferð skuldi liðið út í eina kapping har tvey lið úr Seriu 1 og tvey lið úr Kvalifika­tións­rekkj­uni leiktu um rættin at spæla í Kvalifikatións­rekkj­uni. Fýra lið vóru í kapp­ingini og tvey tey bestu liðini sloppu at spæla í Kvalifikatións­rekkj­ uni. ÍF Føroyar liðið var sera væl uppsett til kappingina og gjørdi reint borð. Liðið vann allar sínar dystir og vann sær tískil rættin til at spæla í Kvalifikatiónsrekkjuni kom­ andi ár. Minni dramatikkur yvir 2. manslið Hjá 2. mansliði var ikki eins nógv­ur damatikkur. Næst besta liðið hjá felagnum var nógv tað besta liðið í sín­um bólki og tryggjaði sær tíðliga í kappingini rættin til lut­ tøku í Seriu 2 komandi ár. Hjá kvinnunum eydnaðist tað tíverri kki at rykkja upp. Tó hvødu kvinnurnar eitt fínt kappingarár og endaðu numm­ar 5 í sínum bólki. Uppflyting er málið aftur komandi ár Kappingarárið 2012/2013 er endað, og tað kann ikki sigast annað enn at tað hevur verið eitt framúr gott kappingarár fyri ÍF Føroyar hondbólt. Til kom­andi ár hevur felagið aftur sett upprykking á dags­skránna. Kvinnurnar og 2. mans­lið skuldu gjarna haft góðar møguleikar fyri at rykkja upp. Og um hópurin hjá besta mansliðinum verð­ ur tann sami komandi ár, so er ikki óhugsandi at 1. liðið eisini kann vera við í stríð­ num um at rykkja upp í 3. división komandi ár. Eydnast tað, so er tað fyrstu ferð í søgu felagsins at eitt lið hjá ÍF Føroyar hondbólti leikara í 3. división. Bjørt framtíð Framtíðin hjá ÍF Føroyar hondbólti sær sera spenn­ andi út, men tað er umráð­ andi at minnast at limirnir í felagnum eru lesandi, og at út­skift­ingin av leikarum tí kann vera stór. Av tí sama so fer tað altíð at vera stórur mun­ur á hvussu nógvir leik­arar eru í felagnum og hvussu høgt støðið er. Tá tað er sagt, so er hóp­ urin í felagnum í dag ein tann størsti og sterkasti hann nakran­tíð hevur verið. trondur@sosialurin.fo Tað er eitt ógvuliga vanligt fyribrygdi at føroyskir ungdómar leita sær av landinum fyri at nema sær útbúgving. Ein stórur partur av hesum enda í Keypmannahavn, sum eisini er heimstaðurin hjá stórsta føroyska útiseta hondbóltsfelag – ÍF Føroyar hondbóltur 1.lið Aftast frá vinstru: Jóhan Brekkstein, Brian V. Poulsen, Hjalti M. Jacobsen, Rani Ellingsgaard, Pól Andreassen Fremst frá vinstru: Jens Mohr, Heini Kristiansen, Hanus Johansen, Helgi Justinussen, Jákup Apol 2.lið Aftast frá vinstru: Rúni Jallson Niclassen, Hanus Andrias Kristiansen, Mathias Samuelsen, Tórður Thomsen, Ørvur á Lað. Fremst frá vinstru: Áki Vang Poulsen, Jacob Joensen, Jóhan Ellingsgaard, Djóni Højgaard Kvinnurnar Aftast frá vinstru: Elin Stakksund, Edit Dahl Olesen, Johanna Wolles Andresen, Birita Joensen, Turið A. Poulsen, Miriam J. Michelsen (venjari), Guðrun Poulsen, Vár Gregersen. Fremst frá vinstru: Helena á Krakusteini, Diana Poulsen, Kristina Simonsen, Una Egilsdóttir, Svava Vestergaard Aftast frá vinstru: Jóhan Brekkstein, Djóni Højgaard, Esbern Patursson, Rúni Joensen, Hjalti M. Jacobsen, Bjarni Sørensen, Jákup Apol, Brian V. Poulsen Fremst frá vinstru: Jens Mohr, Hanus Johansen, Pól Andreassen, Janus Sørensen, Rani Ellingsgaard. Liggjandi: Rói Lamhauge Myndir: Kirstin Johansen