mánadagur 29. apríl 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Emil Dam: 5
Var fremsta orsøkin til, at
dysturin vendi, tá hann kom inn
og mestsum lukkaði málið.
Óla Christian Djurhuus: 2
Byrjaði dystin, men fekk ikki gjørt
so nógv, tá H71 eftir 2-2 buldraði
avstað.
Jaspur Joensen: 2
Megnaði heldur ikki at steðga
H71, sum trumlaði KÍF niður
fyrstu 20 minuttirnar.
Andrias Nielsen: 4
Fekk lítið burturúr í fyrra
hálvleiki, men munaði væl, tá alt
skuldi avgerast í seinna.
Regin Petersen: 3
Var ikki so leingi á vøllinum, men
ofraði seg og fekk millum annað
eina útvísing.
Teitur Joensen: 3
Gjørdi kanska ikki so nógv um
seg, men slapp at skjóta eitt tað
besta málið í dystinum.
Tony Weyhe: 4
Stríddist væl í verjuni og royndist
eisini á strikuni, har hann skapti
nógv pláss.
Hans Eli Sigurbjørnsson: 5
Var steindeyður í fyrra hálvleiki,
men blómaði í seinna og endaði
sum toppskjútti.
Nicklas Selvig: 4
Var ikki so sjónskur, sum hann
mangan hevur verið tað í vetur,
men var ein støðug hóttan.
Rógvi Weyhe: 4
Aftur hesaferð sást týdningurin,
hann hevur fyri liðið, og hann
tekur altíð ábyrgd.
Rúni Joensen: 4
Brendi fleiri kjansir, men var
allíkavæl meira við í spælinum,
enn hann ofta hevur verið.
Jákup Trygvason: 3
Avloysti á strikuni viðhvørt og var
eisini við í verjupartinum, uttan
tó at skara framúr.
Ási Dam: 3
Spældi stundum skilagott á
miðjuni, men kom ikki líka væl
við í spælið, sum hann kann
gera tað.
Jakob Jónsson: 5
Hevði neyðuga tolið og dirvið til
at leiða sínar spælarar til sigurs,
hóast tað byrjaði øgiliga illa.
KíF
Hilmar Jan Hansen
hilmarjan@sosialurin.fo
– At lyfta tað fyrsta FM-
steypið hjá KÍF er so stórt, at
eg kann fara í grøvina fyri
tað. Eg kann ikki seta orð á,
hvussu stórt tað er, bara at
vera við til hetta.
So dýran tók Rógvi Weyhe
til,
eftir
at
hann
sum
liðformaður
hevði
verið
maðurin, ið fekk møguleikan
at taka ímóti FM-steypinum
í høllini í Kollafirði leygar
dagin.
– Vit hava bygt eitt ungt
lið upp, og nú vísir tað seg, at
menninir eru blivnir vaksnir
og tora at taka ábyrgd og
duga at vinna. Og hóast eina
ringa byrjan, komu vit sterkt
aftur, saman við okkara
fantastisku áskoðarum.
KÍF, sum var stovnað í
1942, er sjeynda felagið síðani
1943, sum verður føroya
meistari, og tí var talan
veruliga um søguskriving, tá
tað endiliga riggaði og bar til,
so kollfirðingar á fyrsta sinni
kundu
rópa
seg
føroya
meistarar – og enntá greipu
vinnarar, tí steypakapping
ina vunnu teir eisini.
At nógv stóð á, bæði sást
og hoyrdist í høllini, har
kollfjarðarfjøldin var reyð og
hoyvíksfjøldin
svørt,
og
báðir partar tóku á við sínum
monnum til tað síðsta. Kar
marnir vóru heilt fantast
iskir til eina søguliga løtu
sum hesa, og tað verður
seinur dagur, áðrenn tey
hava gloymt hetta, ið vóru
har.
– Henda løtan er ikki
minni stór, enn tá vit vunnu
steypið í februar, tí hesum
havi eg bíðað leingi eftir.
Men nú er slutt, tí hetta ber
ikki til meira. Tú sært, at her
eru fínir menn, og hygg bara
at Emil, hvussu hann spælir í
dag, segði hósvíkingurin í
KÍF-málinum í mong harrans
ár, Óla Christian Djurhuus,
sum hevur verið við til nógv
millum ár og dag, men nú
brádliga hevur vunnið alt.
Tú mást taka tað
Tá H71 í fjør streyk avstað
við meistaraheitinum fyri
nøsini á KÍF, føldu øll við
kollfirðingum, tí teir høvdu
verið oddalið alt árið, men
máttu lúta í evstu løtu í
sjálvum finalunum. Nú gekk
alt upp í eina hægri eind,
men tað hendi heldur ikki,
uttan at kollfirðingar fyrst
máttu á pínubonkin.
Eftir 23-23 javnleikin í
Hoyvík mikukvøldið var alt
opið
undan
dystinum
í
Kollafirði
leygardagin,
tá
hoyvíkingar
fingu
eina
flúgvandi byrjan. Eftir 2-2
struku teir avstað og vóru
mitt í fyrra hálvleiki á odda
9-3, áðrenn KÍF hevði fingið
fótin fyri seg. Fyrst tók Jakob
Jónsson eitt time-out og
síðani fekk hann eitt aftrat,
tá venjarin hjá H71 ikki tordi
at bíða, og so var KÍF á
sporinum aftur.
Longu fyri hálvleik var
bara eitt mál á muni, og so
hugdi KÍF ikki aftur um bak,
men vísti av sonnum meist
aradygdir og spæl, ið læt
ongan iva vera um, at odda
liðið síðstu tveir vetrarnar
nú eisini átti tað, sum skuldi
til.
– Meistaraheitið er ikki
nakað, sum tú fært, men tú
mást taka tað. Vit hava
skrivað søgu tvær ferðir í
vetur, fyrst við steypinum og
føroyameistaraheitinum, so
hetta er stórt. Spælararnir og
áskoðararnir í Kollafirði eiga
allan heiðurin fyri hetta, so
nú skal tað feirast, til vit
herja á aftur og fyrireika
okkum til næsta ár, segði
venjarin hjá KÍF, Jakob Jóns
son, ið nú hevur tryggjað sær
eitt ómissandi pláss í søguni
hjá KÍF.
Menn mangla orð
Spælarin, sum leygardagin
fekk eina ta størstu ávirkan
ina á dystin, so hann koppaði
til KÍF, var Emil Dam í
málinum, ið stóð øgiliga væl
Framman fyri eini tættpakkaðari og kókandi áskoðarafjøld
vunnu kollfirðingar sítt fyrsta føroyameistaraheiti
nakrantíð, tá teir leygardagin fingu sett trumf á í
aðru finaluni ímóti hoyvíkingum. H71 kløkkaði KÍF í
fyrra hálvleiki, men so kom tað rætta meistaraspælið
fram og at enda var sigurin sera tryggur
So eydnaðist
endiliga
hjá KÍF
KÍF-H71 27-22 (11-12)
Í Kollafirði leygardagin
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 9, Andrias Nielsen 4, Rúni Joensen 3, Nicklas Selvig 3, Rógvi Weyhe 3, Tony Weyhe 3, Teitur
Joensen 1, Jákup Trygvason 1
H71: Rógvi Sørensen 7, Bogi Davidsen 5, Bogdan Florea 5, Rúni Højgaard 3, Sigmundur í Dali 1, Ari J. Olsen 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
ítróttur hondbóltur menn