Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 og við eini bjarging fyri og aðrari eftir tók trúnna frá hoyvíkingum: – Ja, tað sá eitt sindur svart út í fyrra hálvleiki, men tað gekk væl í málinum og verjan gjørdi ein stóran part, og eg trúði ordiliga upp á tað í seinna hálvleik, tá vit byrjaðu at fara frá teimum. Men hetta er heilt ótrúligt, at vit nú fingu tikið tað, sum vit ætlaðu okkum í fjør. Eg veit ikki, hvat eg skal siga, tí eg eri bara so glaður, og hetta er tað størsta, eg havi upplivað, segði málverjin. Eisini Hans Eli Sigurbjørnsson, sum í seinna hálvleiki fekk gongd á málskjótingina og ferð eftir ferð rann frá hoyvíkingum, var ovurfegin: – Eg skuldi bara spælast heitur, og so koyrdi tað bara. Tá vit byrjaðu at koma aftur í fyrra hálvleiki, sá eg fyri mær, at hetta kundi gerast ein javnur dystur, men tað bleiv tað heldur ikki. Hetta er heilt fantastiskt og tað ber ikki til at siga tað við orðum, segði hann. Andrias Nielsen hevur á bakki­ num verið ímyndin av styrkini hjá KÍF, og eisini hann tók seg fram ov vísti dygdirnar í seinna hálvleiki, tá H71 skuldi haldast aftanfyri: – Vit fóru langt afturum, men vit tóku teir ordiliga aftur, og eg haldi, at breiddin gjørdi mun, tí her eru nógvir javnt góðir spælarar, og fer ein út, so taka hinir við. Tað er fantastiskt at síggja, at alt arbeiðið, vit hava lagt í hetta síðani síðsta summar, nú gevur úrslit. Sjálvur ætli eg mær at halda fram við KÍF, og eg eri næstan kollfirðingur, nú eg havi verið her í fimm ár, og her føli eg meg heima, segði fegni sandavágsmaðurin. Hjartaliga tillukku, KÍF! Ári Dam: 5 Var orsøkin til góðu byrjanina, tá hann stongdi av, men fekk ikki einsamallur hildið skansan. Tóraldur Kollsker: 4 Gjørdi tað gott, tá hann kom inn, men bleiv eisini offur fyri, at verjan ikki kláraði at halda. Rógvi Sørensen: 5 Gekk undan í góðu byrjanini, men sá slitin og møddur út, tá KÍF setti seg á alt eftir steðgin. Niels Viggo Niclasen: 3 Var stórt sæð bara inni í verjuspælinum, har hann tó ikki fekk gjørt so nógv vart við seg. Rúni Højgaard: 4 Gjørdi ikki so nógv um seg á bakkinum, sum hann plagar, men var væl við í spælinum. Bogi Davidsen: 4 Royndist aftur væl á vonginum og fann málið, umframt at stríðast væl í verjuspælinum. Ári J. Olsen: 3 Fekk ikki serliga nógv burtur úr strikuspælinum, men megnaði tó at skjóta eitt mál. Hans Kári Hansen: 2 So ikki serliga sterkur í myndini á vonginum, har hann ikki kom so nógv við hesaferð. Bogdan Florea: 3 Bleiv nógv mansvardur, men hevði heldur ikki hepnið við sær og brendi nógv, tá hann slapp at skjóta. Sigmundur Dahl: 4 Stríddist væl í verjuni og var millum teir sjónskastu, tá tað gekk væl í fyrra hálvleiki. Tróndur Arge: 3 Var ikki serliga eyðsýndur í vongspælinum og fekk einki burturúr, tá hann royndi at bjóða av. Petur Mittún: 4 Hevði ikki neyðuga ísin í búkinum, tá tað enn gekk væl, og átti ongan trumf, so KÍF kundi takast aftur. H71 Greipuvinnari 2012/13: KÍF Aftast frá vinstru: Andreas Nielsen, Rógvi Weyhe, Regin Petersen, Tony Weyhe, Fríði Weyhe, Poul Finnur Egholm, Rúni Joensen, Pætur Johannesen, Óla Christian Djurhuus, Jakob Jónsson, venjari, Zeljko Jotic, hjálparvenjari. Mittast frá vinstru: Sarah Hansen, fysioterapeutur, Jákup Trygvason, Hans Eli Sigurbjørnsson, Ernst Johannesen, liðleiðari, Teitur Joensen. Fremst frá vinstru: Fremst frá vinstru: Emil Dam, Nicklas Selvig, Ási Dam, Jaspur Joensen. Myndir: Álvur Haraldsen Mansfinalurnar H71-KÍF 23-23 (10-14) Í Hoyvík mikukvøldið H71: Bogdan Florea 7, Bogi Davidsen 4, Rógvi Sørensen 4, Tróndur Arge 3, Rúni Højgaard 3, Hans Kári Hansen 2 KÍF: Nicklas Selvig 7, Andrias Nielsen 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Ási Dam 2, Rúni Joensen 2, Rógvi Weyhe 2, Tony Weyhe 2, Teitur Joensen 1 Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum