mánadagur 29. apríl 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur hondbóltur kvinnur
Neistin - Kyndil 26-19 (13-9)
Á Hálsi í Havn sunnudagin
Neistin: Barbara Brauer 10, Jacklin Durhuus 9, Rakul Augustinussen 2, Bára Hansen 2,
Nicoleta Radu Hansen 2, Marjun Danberg 1
Kyndil: Turið Arge 4, Jórun Ludvig 4, Simona Petersen 3, Anja Eliasen 2,
Anja Heinadóttir 2, Simona Iacob 2, Anna Brimnes 1, Birita Mortansdóttir 1
Dómarar: Karsten Joensen & Thomas Juul Thomsen
Kyndil-Neistin 21-18 (11-8)
Á Hálsi í Havn leygarkvøldið
Kyndil: Simona Petersen 6, Turið Arge 4, Anja Heinadóttir 4, Anna Brimnes 3,
Simona Iacob 2, Jórun Ludvig 1, Birita Mortansdóttir 1
Neistin: Jacklin Durhuus 4, Nicoleta Radu Hansen 4, Barbara Brauer 3,
Marjun Danberg 3, Bára Hansen 3, Rakul Augustinussen 1
Dómarar: Thomas Juul Thomsen & Arnar Dam
Neistin
Kristina Griksaite 6
Stóð ein fantastiskan dyst í
avgerandi dystinum, har hon frá
byrjan læs spælið og bjargaði
væl.
Maria Samuelsen 4
Var framúr góð í fyrsta dystinum,
men fekk ikki gjørt so nógv við
tað, sum fór inn leygarkvøldið.
Ása Dam á Neystabø 2
Fekk ikki so nógv burturúr og
tóktist heldur ikki hava somu
orku sum liðfelagarnir.
Barbara Brauer 5
Hóast mansverju alla tíðina,
skoraði hon, tá hon slapp at
skjóta, og royndist trygg í
brotskøstum.
Bára Hansen 5
Varð eisini mansvard mestsum
alla tíðina, men fekk brúkt
kreftirnar skilagott, tá hon fekk
spælt.
Marjun Danberg 3
Hevur víst meira ígjøgnum veturin
enn í avgerandi dystunum, har
hon ikki ordiliga kom í gongd.
Unnur Danielsen 3
Hevur skjótleikan á sínari síðu,
men fekk ikki so nógv burturúr,
at tað ordiliga munaði.
Rakul Augustinussen 4
Vísti gott spælskil, men hevði
ótakksaman leiklut, tá skjúttar
sjáldan vóru tøkir at spæla upp.
Nicoleta Radu Hansen 5
Stýrdi verjuni væl, samstundis
sum hon í álopsspælinum flutti
seg væl og skapti nógv pláss.
Jacklin Durhuus 5
Gekk veruliga undan og vísti
viljan at vinna, og ferð eftir ferð
var hon stór hóttan frá vonginum.
____________________________
Kári Horn 5
Megnaði at fáa tað fram í
spælarunum til triðja dystin, ið
ikki sást leygarkvøldið, og fekk
liðið at halda fast.
Avrik: tøl 1 til 6
Hilmar Jan Hansen
Fáur hevði trúð, at tríggjar
finalur skuldu spælast hjá
kvinnunum, tí Neistin hevði
alt kappingarárið verið full
komuliga einaráðandi. 20
sigrar í 20 dystum við einum
yvirskoti í málum upp á 177
sigur sítt, so tí var tað neyvan
nakar, ið væntaði, at tær
bláu skuldu skelva á hond
unum, nú finalurnar vóru á
skránni.
– Vit hava hoyrt, at vit
ikki eru betri í vetur enn
áðrenn, men at hini hava
tikið seg fram. Eg havi eisini
spekulerað eitt sindur uppá,
um tað kundi bera til at
koma ígjøgnum uttan at
tapa, men tað mátti henda
fyrr ella seinni, og tað hendi
so leygarkvøldið, segði fegni
venjarin hjá Neistanum, Kári
Horn.
Hann sipaði sjálvandi til,
at eftir ein lættan Neistasigur
hóskvøldið, kom Kyndil sum
eitt óløgi leygarkvøldið og
vann á Neistanum, ið slett
ikki megnaði at svara aftur.
Men tá so liðini hittust í
triðju og altavgerandi final
uni í gjár, var alt aftur, sum
tað plagdi, og Neistin vann til
síðst trygt.
– Ja, vit máttu so bara vísa
okkara dygdir við at toga ein
sigur upp í hesi seinastu og
avgerandi finaluni, og tað
gjørdu vit. Eg kann bara vera
nøgdur við alt tað, vit hava
fingið burturúr, og eg má
bara staðfesta, at tað er bara
so feitt at vinna steyp og at
vinna gull, segði meistara
venjarin.
Stuttligt hvørja ferð
Liðskiparin hjá Neistanum,
Marjun Danberg, sum tók
ímóti føroyameistarasteyp
inum og slapp at vera tann
fyrsta at lyfta tað upp um
høvd, ásannaði, at hetta var
líka stórt sum hini bæði árini,
Neistin nú hevði vunnið
meistaraheitið:
– Hetta er líka stuttligt
hvørja ferð, tí man fær
aldrin ov mikið av av vinna.
Trupulleikin hjá okkum var,
at leygardagin høvdu vit
vunnið, áðrenn vit komu inn
á vøllin, men í dag var tað
okkara geistur og áskoðar
arnir, ið bóru okkum fram.
Vit vita, at Kyndil er eitt gott
lið, og leygardagin gjørdu vit
allar feilir, vit kundu gera,
men tað lærdu vit av, og so
koyrdi tað hjá okkum í dag,
segði hon.
Fremsta orsøkin til, at
Neistin fekk hildið Kyndli
frá at fáa málini, var garvaði
málverjin, Kristina Griksaite,
ið vardi málið allan henda
seinasta finaludystin: – Tað
er altíð gott at vinna, og vit
høvdu sett í okkum, at tað
Neistin skrivar søgu upp á sín heilt serliga
máta, hvørja ferð eitt meistaraheiti kemur
til høldar, tí Neistin er nógv mest vinnandi
felagið í kvinnuhondbólti og setir nýtt met
hvørja ferð. Hesaferð var talan um triðja
meistaraheitið á rað, sum bara var hótt
leygarkvøldið, tá Kyndil sum einasta lið í
allan vetur megnaði at vinna á Neistanum
Meistara
heitið
nummar 39
Eg má bara staðfesta,
at tað er bara so feitt at vinna
steyp og at vinna gull