Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Neistin-Kyndil 27-21 (13-7) Á Hálsi í Havn hóskvøldið Neistin: Marjun Danberg 8, Barbara Brauer 6, Bára Hansen 4, Ása á Neystabø 4, Nicoleta Radu Hansen 3, Jacklin Durhuus 2 Kyndil: Simona Petersen 9, Turið Arge 5, Anja Heinadóttir 2, Bjarta Johansen 2, Jórun Ludvig 2, Anna Brimnes 1 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Karsten Joensen skuldi eydnast hjá okkum í dag. Maria gjørdi tað væl í hinum dystunum, men tað var gott at sleppa at spæla í dag. Akkurát nú eri eg ikki móð, men í morgin ella ovurmorgin kemur møðin nokk, segði málverin, ið sigur seg »bara hava hjálpt til« í sambandi við dystirnar, tí hon ikki hevur møguleika at venja nakað serligt, men sum veruliga vísti, at dygdirnar eru í topp. Funnu móttrekkið Nicoleta Radu Hansen, sum enn einaferð gekk undan í verjuni, var eitt stórt smíl eftir dystin: – Tað er hvørja ferð stuttligt at vinna, og vit hava bíðað leingi eftir at vinna greipuna, men nú eydnaðist tað so. Leygar­ kvøldið vóru vit í øðrum heimi, men nú vóru vit klárar frá fyrsta sekundi, og tað gjørdi allan munin, segði hon. Taktiska uppleggið hjá Kyndli var allar tríggjar dystirnar millum annað at mansverja Barbaru Brauer og Báru Hansen, fyri at trekkja tennirnar úr Neistanum, og tað eydnaðist væl summar løtur og minni væl aðrar, men mundi tó vera tað, ið gav Kyndli ein møguleika at spæla við og at vinna ein av dystunum. – Vit høvdu einki móttrekk leygarkvøldið til mansverjuna hjá teimum, men nú funnu vit út av tí, og so vunnu vit eisini, segði Jacklin Durhuus, ið veruliga gekk undan og frá vonginum eisini fekk skotið fleiri avgerandi mál. Nú, hon hevur vunnið greipuna, heldur hon tað vera hóskandi at gevast: – Tey siga, at man skal steðga á toppinum, so tað kanska eg geri, segði hon. – Hetta følist ordiliga væl, segði stóri spælarin hjá Neistanum ígjøgnum allan veturin og eisini trý tey síðstu kappingarárini, Barbara Brauer, men sum tó mátti finna seg í at standa mansvard, hvørja ferð Neistin var í álopi. – Nú eg havi spælt her í trý ár, hava hini liðini lært meg at kenna, so tí kundu vit rokna við hesum, men hinar á liðnum gjørdu sítt til at fáa spælt meg upp, tá tað bar til, segði Brauer, sum næsta kappingarár fer at royna eydnuna í týsku bundesliguni. Hjartaliga tillukku, Neistin! Kyndil Tomma Petersen: 6 Var mestsum einsamøll um at halda Kyndli inni í triðju finaluni og vísti ferð eftir ferð klassa. Jórun Ludvig: 5 Hevur stórar royndir og dugir eisini at brúka tær, so vantandi orkan ikki darvaði so nógv. Bjarta Johansen: 4 Stríddist væl á strikuni, har hon skapti pláss og bjóðaði seg til, og í verjuni var hon stinn. Anja Heinadóttir: 4 Hevði góð avrik á strikuni, serliga leygarkvøldið, og var skjót avstað, tá mótálop skuldu roynast. Anna Brimnes: 5 Hóast ungan aldur vísti hon hegni, styrki og hugflog í mansverjuni og tá Kyndil var í undirtali. Birita Mortansdóttir: 3 Kom væl frá spælinum á bæði bakki og miðju, og hon var ein av teimum, ið bjóðaði dúgliga av. Turið Arge: 5 Var stinn í mansverjuni, men hevði eisini orku og yvirskot til at skora mál og hótta í álopsspælinum. Simona Petersen: 3 Megnaði ikki til fulnar at vera nóg støðug, til at hon kundi ganga undan við sínum royndum. Randi Wardum: 3 Fekk ikki nógv burtur úr álopsspælinum, men stríddist í verjuni, so tað blivu nógvar útvísingar. Simona Iacob: 3 Var stundum kreativ í skotroyndunum, men tóktist ikki vera før fyri at hava støðug avrik. ____________________________ Geir Wardum: 5 Hevði fatur í rætta endanum við dupultari mansverju, og gjørdi tað, hann stórt sæð kundi gera í finalunum. Avrik: tøl 1 til 6 Myndir: Álvur Haraldsen Aftast frá vinstru: Eirikur Magnussen, liðleiðari, Barbara Johannesen, Jenny Kragesteen, Eir Berg, Nicoleta Radu Hansen, Ása á Neystbø, Daniella Joensen, Birita Jacobsen, Jacklin Durhuus, Bára Hansen, Jákup Hanusson, hjálparvenjari, Kári Horn, venjari. Fremst frá vinstru: Marjun Danberg, Unnur Danielsen, Fríða Petersen, Maria Samuelsen, Barbara Brauer, Silja í Liða, Kristina Griksaite, Rakul Augustinussen