mánadagur 29. apríl 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tríggjar ferðir Gunnar Gunnar Haraldsen skoraði
fyri triðju ferð í hesum kappingarárinum, tá hann
stútaði bóltin í málið til 2-0. Hann hevur nú skorað
trý mál og tað má mesta sum ein góð úrtøka fyri ein
miðverja. HB hevur somuleiðis bestu verjuna.
H E S A V I K U N A
fótbóltur effodeildin
Kristian Joensen 3
Spældi næstan ein hálvleik og
kom fleiri ferðir út í feltið og
loftaði høgnum bóltum. Gav seg
fult út í tvídystinum móti Kristini
R. Mouritsen, men endaði við at
blíva skaddur.
Pætur Høj 3
Kundi illa gera nakað við málini,
sum HB skoraði eftir at hann
kom inn.
Jónhard Frederiksberg 2
Trý av málunum hjá HB komu
gjøgnum hansara síðu. Hevði
trupulleikar av Símuni Samuelsen
og Alex José dos Santos, sum
fleiri ferðir komu ígjøgnum.
Jens Joensen 2
Spældi ikki beinleiðis illa, tí
málini komu gjøgnum síðuna,
men megnaði heldur ikki at seta
seg ígjøgnum. Fýra mál ígjøgnum
er ikki gott nokk á heimavølli
fyri NSÍ.
Pól J. Justinussen 2
Megnaði heldur ikki at seta
seg ígjøgnum og var ávirkaður
av heita spælinum. Var heppin
ikki at fáa gult kort fyri takling
á Jógvan Róa. Var fluttur fram
á vøllin í seinna hálvleiki, men
slapp ongantíð at spæla sær við
styrkina.
Einar Tróndargjógv 2
Kom fleiri ferðir í góðar støður
í vinstru, men innleggini vóru
vánalig. Fekk gult kort í seinna
hálvleiki, tá hann á øðrum sinni
misti bóltin innan stutta tíð og
yvirreageraðii eini roynd at vinna
hann aftur.
Karl Løkin 3
Hóast NSÍ tapti stríðið um
miðvøllin, so kom Karl Løkin
væl dystinum. Hevði fleiri góðar
avleveringar úr miðkringinum,
men fær ikki meir enn eitt 3-tal.
Andras Frederiksberg 2
Var lítið sjónligur á miðvøllinum,
har hann tapti fyri Fróða
Benjaminsen og Heina Vatnsdal.
Magnus H. Olsen 3
Átti lut í fleiri av álopunum hjá
NSÍ og hevur gott eyga fyri at
spæla sínar viðspælarar í góðar
støður. Datt úr dystinum í seinna
hálvleiki og varð skiftur út.
Jann M. Mortensen 3
Var ein av teimum, sum bleiv
ávirkaður av heita spælinum, men
spældi fyri uttan tað heilt ok.
Hevur nógva orku og megnar at
flyta bóltin frameftir tá hann fær
møguleikan.
Árni Frederiksberg 3
Mundi verða sjónligasti maðurin
á NSÍ liðnum. Hevði okkurt
skotið og fleiri góðar dribblingar,
men tíverri, so var hann eisini
ávirkaður av heita spælinum og
brúkti nógva tíð upp á dómaran.
Klæmint A. Olsen 4
Spældi fínt løtuna hann var inni.
Hevði truplar arbeiðisumstøður,
men kláraði at leggja HB verjuna
undir eitt ávíst trýst. Óheppið fyri
NSÍ, at hann bleiv skaddur, tí NSÍ
hevur ikki ein líknandi spælara at
seta í staðin.
Andy Olsen 2
Gjørdi lítið um seg, men hevði
eisini torførar umstøður. Kom
inn brádliga seint í fyrra hálvleiki
fyri Klæmint, men er ein øðrvísi
spælari. Hevur ikki funnið góðan
formin frá í fjør, tá hann skoraði
níggju mál.
Avrik: tøl 1 til 6
nsí
0 (0)
hb
4 (2)
Tróndur Arge – Gundadalur
HB er greitt oddalið og vann
sannførandi í Runavík í gjár.
Munurin var nokk ikki fýra
mál, men tað ber illa til at
pilka við ein 4-0 sigur. Tað ber
heldur ikki til við dystinum í
gjár. Tað stutt av tí langa er,
at HB var omaná og vann 4-0.
HB er í stórformi og hevur nú
vunnið sær níggju stig móti
Víkingi á heimavølli og KÍ og
NSÍ á útivølli. Allir sigarnir
hava verið uppibornir og HB
er uttan iva besta boðið upp
á ein FM vinnara 2013.
Men dysturin í gjár hevði
annað at bjóða upp á enn
4-0 til HB. NSÍ fekk tveir
lyklaspælarar skaddar og
Ábraham
Løkin,
venjari
hjá NSÍ var ikki blíður eftir
dystin. Hann vildi verða við,
at talan var um »svínskar«
taklingar.
Hetta hevði venjarin hjá
HB, Oddbjørn Joensen, eisini
nakað at siga um. Hann vísti
fyrst og fremst á, at í báðum
førum hetta hann, at talan
var um óhepnar støður og í
øðrum lagi vildi hann verða
við, at tað var revsivert, at
ein venjari leggur soleiðis
eftir spælarum hjá einum
øðrum liði.
Skaðarnir
Bæði Klæmint A. Olsen og
Kristian
Joensen
máttu
hjálpast av vøllinum við
Løkin í fyrra hálvleiki. Eftir
38 minuttir lá Klæmint a.
Olsen eftirá. Jóhan Troest
Davidsen, sum er uppvaksin
í NSÍ, skuldi medda til bóltin,
men endaði við at raka lið
skiparan hjá runavíkingum
í búkin ella bringuna.
Klæmint blei liggjandi
og mátti berast av vøllinum.
Tað var skjótt greitt, at lið
skiparun mátti út.
Beind fyri hálvleik er
tað so Kristian Joensen,
sum liggur eftirá. Kristin
R. Mouritsen varð spældur
ígjøgnum og setti ferð móti
málinum. Komin inn í brots
teigin sparkar hann bóltin ov
langt frá sær. Kristian kemur
út í móti og hann og Kristin
fara báðir eftir bóltinum.
Málverjan fær vart fyri, men
tað endar við samanbresti.
Kristian Joensen kemur ikki
á føtur aftur og má hjálpast
av vøllinum. Hann fær bind
ing fyri knæið.
Tað eru hesa báðar hend
ingarnar, ið Ábraham vil
verða við eru »svíknskar«,
meðan Oddbjørn metir at
talan er um óhepni.
Skaðarnir broyttu spælið
hjá NSÍ nakað. NSÍ hevur
ongan at seta inn í staðin
fyri Klæmint, so liðið má
umskipast so at teir spæla
uttan ein veruligan áleypara
restina av dystinum.
Skitin dystur
Dysturin var merktur av
nógvum hørðum, ófantalig
um og skitnum spæli. Serliga
í seinna hálvleiki hugsaðu
menn meiri um at fáa av
greitt rokniskapin við mót
støðumannin, enn at hugsa
um fótbólt.
Talan var ikki bara um tak
lingar, men eisini tápulig ting
har menn royndu at stinga
fingrar í eyguni á øðum,
hálaðu menn um koll og so
eftirfylgjandi sjónleikurin,
har »særdi« spælarin royndi
at fáa hin revsaðan.
Tað er til at skilja, at menn
blíva heitir og tað er ein
orsøk, at fótbóltur er so væl
dámdur kring allan heimin,
men tað, ið hendi við Løkin
í Runavík í gjár, var bara
býttisligt at hyggja eftir.
Dómarin, Alex Troleis, helt
somu linju, sum dómararnir
hava í alt ár, har menn fáa
loyvi at takast eitt sindur.
Men Alex Troleis hevði ong
an kjans at halda skil á øllum
tvætlinum á vøllinum í gjár.
Málini
HB kom á odda tá fyrri hálv
leikur var næstan hálvrunnin.
Bólturin varð sendur innfyri
úr høgru og tað eydnaðist
Símuni Samuelsen at skjóta
stórsigur
Hart og skitið spæl, skaðar til lyklaspælarar,
stórsigur til HB og tveir óðar venjarar. Tað var
hvat dysturin hesa vikuna hevði at bjóða uppá
hart spæl
kastar
skuggar yvir