mánadagur 29. apríl 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
bóltin í málið úr vinstru inni
í brotsteiginum.
Við seinasta sparkinum í
fyrra hálvleiki kom HB á odda
2-0. Christian R. Mouritsen
sendi hornaspark innfyri og
har var Gunnar Haraldsen
hægstur og stútaði bóltin í
málið til 2-0.
Málið til 3-0 var tað besta
og avgjørdi eisini dystin.
Alex José dos Santos spældi
hegnisligt bandaspæl við
Bárð J. Heinesen og fór tví
sporandi avstað í vinstru.
Brasilski
bakkurin
legði
bóltin innfyri til ein púra
leysan Símun Samuelsen,
sum var fyrstur við í skjót
álopið.
Fjórða og seinasta mál
ið
skoraði
Christian
R.
Mouritsen tá HB enn eina
ferð leyp á í vinstru. Christian
gjørdist leysur móti málverj
anum og trillaði bóltin inn
við nærmastu stong.
HB hevur ikki ein áleyp
ara, sum skjýtur yvir tjúgu
mál, men sum liðið spælir
í løtuni, so riggar tað væl
við Andrew av Fløtum, sum
kemur aftur í vøllin luttekur
í uppspælinum, meðan menn
sum Símun Samuelsen og
Christian R. Mouritsen saman
við Kristini R. Mouritsen og
Fróða Benjaminsen kunnu
skjóta málini.
HB skorar eisini upp
á deyðbóltar. Her hevur
Gunnar Haraldsen millum
annað skorað trý mál, meðan
Heini Vatnsdal skoraði móti
Víkingi og Alex José dos
Santos sendi beinleiðis frí
spark í mál móti KÍ.
Stórsigur uttan at
verða nógv betri
Ábraham Løkin vildi verða
við, at 4-0 ikki gevur eina
rættvísa mynd av dystinum.
Og til deils hevur hann rætt.
Talan var ikki um eyðmýking
á heimavølli, men tað hoyrir
við til søguna, at HB hevði
tamarhald á dystinum. Tað
var ongantíð so, at sigurin
var í vanda eftir at HB fyrst
kom á odda. Hetta hava vit
sæð fyrr. Millum annað í
Fuglafirði, tá HB vann 2-0
móti ÍF.
Í so máta spælir HB
ikki brúsandi »champagne
fótbólt« og tað er ikki eins
undirhaldandi
sum
fót
bólturin hjá KÍ, men tað er
effektivt. Nú skal tað heldur
ikki ljóða sum um, at HB
spælir keðiligan fótbólt, tí
tað passar heldur ikki. Men
HB liðið er eitt lið í javnvág,
sum er sterkt í øllum ketum
og sjáldan verður fanga á
skeiva beini.
Dysturin í Runavík verður
mintur fyri rokið millum
venjararnar, harða spælið og
skaðarnar, men um nøkur
ár, so kemur 4-0 sigurin eitt
standa sum eitt greitt tekin
um styrkina á HB liðnum í
fyrsta triðinginum av lands
kappingini 2013.
trondur@sosialurin.fo
Níggju ymiskir hava skorað HB hevur skorað 18 mál í hesum
kappingarárinum. Heili níggju ymiskir spælarar hava skorað
málini. Teir eru, Símun Samuelsen, Gunnar Haraldsen, Fróði
Benjaminsen, Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen, Andrew
av Fløtum, Bárður Olsen Alex José dos Santos og Heini Vatnsdal.
Teitur Gestson 4
Gjørdi alt rætt, men bleiv ikki
trýstur meir enn at kunna fáa
eitt 4-tal. Vísti aftur góð evni at
dirigera og stýra. Eigur stóran lut
í, at HB verjan er tað stinnasta.
Jógvan Rói Davidsen 4
Stríddist sum altíð væl og kom
framvið nakrar ferðir eisini. Var
fluttur fram á høgra vong seinni í
dystinum. Lat seg ikki órógva av
harðliga og tápuliga spælinum.
Gunnar Haraldsen 5
Spælir væl saman við Jóhan í
miðverjuni. Skoraði mál upp á
horna, sum hann sjálvur var við
til at vinna. Hevur veruliga funnið
seg til rættis í HB miðverjuni
hetta kappingarárið.
Jóhan Troest Davidsen 5
Er HB ein góður maður í mið
verjuni. Vinnur tvídystirnar,
sleppur bóltinum skilagott og
verður sjáldan fangaður av
álopsspælinum hjá hinum. Var
óheppin og gjørdi Klæmint Olsen
skaddan.
Alex José dos Santos 5
Umframt at røkja sínar verju
skyldir, so var hann virkin í álops
spælinum. Átti stóran lut í 3-0
málinum, tá hann kom framvið
í vinstru.
Heini Vatnsdal 4
Var aftur ein motorur á
miðvøllinum hjá HB og spældi
væl. Bleiv tó ávirkaður av heita
spælinum og fekk bæði nógv í
móti sær, men gav eisini aftur av
somu skuffu.
Fróði Benjaminsen 4
Átti sín lut í, at HB vann mið
vøllin. Vann nógvar nærdystir og
framtvingaði eisini okkurt gult
kort. Trívist væl longri frammi á
vøllinum, nú Heini Vatnsdal er á
verjukenda miðvøllinum.
Kristin R. Mouritsen 4
Var lívligur í álopspartinum og
varð fleiri ferðir spældur í góðar
støður, har hann dugdi væl at
renna í røttu støðuna. Rendi
saman við Kristiani Joensen, sum
mátti út.
Christian R. Mouritsen 4
Byrjar av álvara at vísa hvør
dugur er í honum. Vísti í ein
støkum tilfeldum bóltførleika og
dribblieginleikar, sum nokk ongir
í Føroyum klára at gera honum
eftir. Fekk eisini eitt mál.
Símun Samuelsen 5
(Dagsins spælari)
Skoraði tvey mál og var sjónligur
í álopspartinum. Var ein av
teimum, sum bleiv ávirkaður av
heita spælinum og var millum
annað í hornatøkum við Árna
Frederiksberg.
Andrew av Fløtum 4
Hevur ein týdningarmiklan leiklut
í álopsspælinum og tað hevði
hann aftur her. Eigur mangan fót
í uppspælinum og tann partin
gjørdi hann væl. Var tó sjáldan
vandamikil frammanfyri málinum.
Avrik: tøl 1 til 6
Vøllurin verður skiftur í næstanum. Tað vistu fólk
at fortelja úr Runavík í gjár. Tað er óspælanum
á vánaliga vøllinum og tað gagnar øllum,
at hann verður skiftur – sum skjótast.
Býttisliga spælið,
sum kostaði
fleiri monnum
gult kort.
Teitur M. Gestsson
Gunnar Haraldsen Jóhan T. Davidsen ■
Jógvan Rói Davidsen Alex J. dos Santos
Heini Vatnsdal Fróði Benjaminsen
Chr. R. Mouritsen Kristin R. Mouritsen ■
(Tróndur Jensen, 80.) (Bárður Olsen, 67.)
Símun Samuelsen
Andrew av Fløtum ■
(Bárður J. Heinesen, 63.)
Kristian Joensen
(Pætur Høj, 45.)
Jens Joensen ■ Pól J. Justinussen
Jonh. Frederiksberg Einar Tróndargjógv ■
Karl Løkin ■ Andras Frederiksberg
Jann Martin Mortensen ■ Magnus Olsen
(Sjúrður Jacobsen, 74.)
Árni Frederiksberg ■ Klæmint A. Olsen
(Andy Olsen, 38.)
NSÍ - HB 0-4 (0-2)
0-1: Símun Samuelsen 13.
0-2: Gunnar Haraldsen 45.
0-3: Símun Samuelsen 65.
0-4: Christian R. Mouritsen 74.
Dómari: Alex Troleis
Liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen,
hevur nakað av pínu í dag, men tað sær
tó ikki út til at verða álvarsligt.
– Støðan er ikki so galin. Einki er botið og
heldur einki er brákað, sigur liðskiparin hjá NSÍ.
Jóhan Troest Davidsen skuldi sparka
bóltin, tá hann rakti Klæmint, sum bleiv
liggjandi og mátti berast av vøllinum.
– Eg havi nakað av pínu, sum nokk vernsar í
einar tveir dagar afturat, greiður liðskiparin frá.
Ikki álvarslit hjá Klæminti
Savnsmyndir: Álvur Haraldsen