Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur effo-deildin HB rennur undan bygdunum Uppflytararnir eru á niðurflytingarplássunum, og kappingin um plássið aftanfyri favorittarnar í HB tykist verða óguliga tøtt 23 ár er ímillum báðar toppskjúttarnar hjá TB. Ungi álopsspælarin Poul Ingason hevur skotið fýra mál fyri TB higartil, og verjuveteranurin Óli Johannesen hevur skotið tvey mál. Poul er 17 ára gamal, Óli er 40. Hóast B36 bert hevur tapt ein dyst, hevur liðið ikki megnað at vunnið so nógv stig sum tey fremstu liðini í deildini. Orsøkin er, at B36 bert hevur megnað at vunnið tvær ferðir, meðan fimm av teimum átta dystunum eru endaðir við javnleiki. Jóannes Hansen Flaggdagin hevði KÍ møgu­ leika at fáa fótbóltshugaðu klaksvíkingar­nar og norðoy­ ingarnar at toga flaggið í fulla stong. Ikki bara tí tað var 25. apríl, men eisini tí teirra fótbóltsflaggskip hevði vunnið seg upp á toppin í EFFO deildini. Treytin var, at KÍ vann á heimavølli ímóti HB. Tað sá leingi gott út, tí KÍ var frammanfyri bæði 2-0 og 3-2. Men í síðstu minuttunum vendu FM favorittarnir øllum, tá ið landsliðsspælararnir Símun Samuelsen og Fróði Benjaminsen skoraðu, og har­við vann HB 4-3 og er fram­vegis ósigrað í Klaksvík síðani 2005. Gestirnir høvdu betri tak á samanspælinum, meðan KÍ helt fram við undirhaldinum og ikki so væl skipaða tak­ tiska spælinum, sum framm­ an­undan var at síggja í javn­ leikunum á heimavølli ímóti EB/Streymi og á útivølli ímóti ÍF. Tað var tó merkisvert, at tá ið HB skoraði avgerandi málini, so var tað ikki eftir uppspæl í eyðkenda stílinum, men heldur eftir long spørk fram í KÍ brotsteigin, har gestirnir í avgerandi løtunum vístu seg at vera stinnari mann ímóti manni enn heimaverjan. – Troyttandi ferð eftir ferð at missa leiðsluna. Vit eru við til at mynda undirhald, men tað kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst, staðfesti lið­formaðurin Hjalgrím Elttør, sum tosaði vegna alla ta vón­brotnu KÍ leguna. Sunnudagin bar betri til hjá KÍ, sum á heimavølli vann 5-2 ímóti 07 Vestur. Upp­skriftin var tann sama sum undanfarnu ferðirnar, og tað var um reppið, at tað eisini hesa ferð kostaði stig. Eftir 2-0 KÍ leiðslu skoraði Camara tvær ferðir fyri 07Vestur, og hann misnýtti ársins møguleika við úr stutt­ari fjarstøðu og púra leys­ari støðu at senda bóltin í stólpan. So vísti tað seg, hvør týdn­ ingurin er at hava gott fólk á beinkinum. Fram ímóti dystarenda vórðu Heðin Klakstein og Henry Heinesen settir inn á KÍ liðið, og teir vóru báðir millum mál­skjútt­ arnar. Merkisvert er tað, hvussu málsøkin Heðin Klakstein er. Bæði í fjør og aftur í ár eru minuttirnir á vøllinum ikki so nógvir, men skjóti og snildi ungi maðurin dugir at fáa úrtøku burturúr. Serfrøðingar í javnleikum Albert Ellefsen og hansara menn hava fingið úrtøku burturúr tríggjar tær sein­ astu ferðirnar. Kortini er ÍF longri burtur frá toppinum nú, enn tað var fyri stórari viku síðani. Tað kemst av, at úrslitið tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur verið javn­ leikur. Á heimavølli næstsíðsta sunnudag var 0-3 ímóti KÍ snarað til 3-3 eftir einari ikki so langari løtu, og hósdagin varð 0-2 í Trongisvági fram ímóti dystarenda vent til 2-2. Tað boðar frá góðum morali, og í báðum førum var ein partur av uppskriftini, at Mynd: Áki Bertholdsen