Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Bartal Eliasen varð fluttur úr mið­verjuni og fram í álopið, har hann skoraði. Í gjár megnaði ÍF aftur at svara aftur, eftir at Rasmus Dan Sørensen, sum hevði av­loyst skadda Lukasz Cieslewicz, hevði lagt B36 á odda í Gundadali. Í báðum ÍF førunum var Øssur Dalbúð málskjútti. Í løtuni tykist Dalbúð maðurin at vera vandamiklari í fremstu røð enn Clayton Soares, sum í fjør var topp­ skjútti hjá ÍF. Øssur Dalbúð hevur higartil skorað fimm mál, meðan Clayton Soares er skrásettur fyri at hava skor­að tríggjar ferðir. Í gjár megnaði ÍF ikki at halda tørn um leiðsluna. Sjey minuttir undan leikloki umsetti Róaldur Jacobsen brots­spark til mál. Aftur hesa ferð var Rasmus Dan Sørensen uppíblandaður, tí tað var hann, sum tiltuskaði heima­liðnum brotsspark. Hann er við at mennast til fullgóðan álopsspælara í staðin fyri Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz, sum støðugt eru darvaðir av skað­ um og harvið ikki eru førir fyri at gera nyttuna, sum tað hevur verið roknað við, at teir skulu gera. Úrslitið ber við sær, at bæði B36 og ÍF teljast millum tey, sum renna fyri at fáa fatur á KÍ og næstfremsta pláss­inum. Hjá B36 kundi tað havt verið uppaftur betri vorðið, men flaggdagin megn­aði liðið ikki at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti AB, sum annars einki stig hevur fingið higartil. Tá var úrslitið 1-1. Útpurrningin Í løtuni er sera ilt at ímynda sær, at KÍ ella nakar annar skal røkka HB, sum hesa seinastu stóru vikuna hevur vunnið 9 stig á heimavølli ímóti Víkingi og á útivølli ímóti KÍ og NSÍ. HB venjarin Oddbjørn Joensen kennist hava alt størri sjálvsálit: – Um vit arbeiða hart og mið­víst, so eiga vit hvørja ferð at hava góðan møguleika at vinna, um tað so er á heima­vølli ella á útivølli. Vit hava framúr gott fólk, eisini á beink­inum. Harvið kennist tað, at mál­leysi javnleikurin á heima­vølli ímóti 07Vestur var ordulig útpurring! Víkingarnir í tómgongd Flaggdagin meiri enn hálv­ kiksaði Víkingur, tá ið úrslitið í Sarpugerði var 2-2 ímóti upp­flytarunum í 07Vestur, sum vardu væl og dugdu stak væl at vinna úrtøku burtur­úr fáu møguleikunum. Hetta var undirstriking av, at seinasta stóra vikan ikki roynst væl hjá Víkingi. Tað er serliga á útivølli, at tað skerst syndarliga illa. Higartil hevur Víkingur spælt tríggjar ferðir á úti­ vølli. Úrslitini eru 4-0 tap ímóti B36, 3-0 tap ímóti HB, og í gjár taptu víkingarnir 1-0 ímóti TB við Stórá. Hesa ferð var ikki talan um so stóran mun sum tær báðu ferðirnar í Gunda­dali, men tað kostar nógv at fáa eitt mál ímóti, tá ið tað í løtuni kennist vera meiri enn torført hjá Finni Justinussen og liðfeløgunum at finna meskarnar á úti­ vølli. Næstu ferð verður avbjóð­ ingin KÍ í Sarpugerði. Tá fer at verða telvað um næstfremsta plássið. Eftir blíðan byr og fulla úrtøku tríggjar ferðir á rað rak tað í gjár ikki við hjá NSÍ, sum legði rygg til 4-0 heima­ tap ímóti HB. – Tað er dýrt at missa lykla­spælarar beinanvegin, og sjálv­andi ávirkar tað, stað­festi Abraham Løkin og sipaði til, at í 1. hálvleiki noydd­ust framsta álopsessið Klæmint A. Olsen og tryggi aftasti skansin Klæmint A. Olsen skaddir av vøllinum. Hóast Klæmint A. Olsen orsaka av sjúku ikki var við flagg­dagin, so megnaði NSÍ at vinna 2-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Ta ferðina var Magnus Olsen fremsti maður í álopinum, og hann kvitteraði fyri álitið við at skora bæði málini. TB og EB/Streymur fingu gott hál Í botninum eru nú upp­flyt­ ararnir úr 07Vestur og AB. Serliga hjá argjamonnum sær tað svart út. 1-1 í Gunda­ dali flaggdagin ímóti B36 er í dag av álvara horvið í tennis­lúsinginum 6-0 við Margáir í gjár. Sorin Anghel var ikki við ímóti gomlu lið­ feløgunum. Síðsta korterið datt korthúsið fullkomuliga saman, tí tá skoraði EB/ Streymur tríggjar ferðir. Síð­ani Arnbjørn Hansen varð skaddur, hevur Rúni Nolsøe roynt at funnið rættu uppstillingina í álopinum. Hesa ferð var Leif Niclasen fluttur av vongverjanum í vinstru og fram í álopið, og tað loysti seg, tí Leif skoraði tríggjar ferðir. Sámal Erik Hentze, AB venjarin, sigur, at hansara lið fer ikki at flyta niður. Næstu ferð skal AB vestur í Vágar. Hóast tað framvegis eru nógv stig eftir at spæla um, so munnu argjamenn kenna ikki sørt, at teir hava knívin á barkanum. Camara og Tór- Ingar Akselsen borga fyri tyngd í 07Vestur álopinum. Trupulleikin er sum so ofta hjá teimum í niðara enda, at liðið ikki hevur somu styrki á øllum plássum. Tað svíður nógv, at Tehé Aristidé er leik­ bannaður. Hjá EB/Streymi kom tað væl við, at Marni Djurhuus, sum man vera ein tann stinn­asti miðverjin av øllum, aftur var tøkur. Leygardagin var veteranurin Egil á Bø í miðverjuni á næstbesta EB/Streyma liðnum. Tað er møguleiki fyri, at hann seinni í summar aftur verður at síggja á besta liðnum. TB og Hans Fróði Hansen hava aftur og aftur sagt, at málið er at sleppa undan niður­flytingini. Tað er langt ímillum, atTB í bestu deild­ ini seks ferðir á rað fer av vøll­inum við úrtøku. Soleiðis hev­ur tað verið seinastu vikur­nar. At liðið framvegis er niðar­laga á støðutalvuni kemst av, at tað gongur ikki so væl at vinna fulla úrtøku. Í fýra av hesum før­ unum hevur úrslitið verið javn­leikur. Flaggdagin var tað vónbrot á stokkinum at missa sigurin ímóti ÍF, sum liðið tóktist hava kós ímóti. Í gjár megnaðu tvøramenn at halda tørn um 1-0 leiðsluna, sum fíni framherjin Poul Ingason hevði givið teimum ímóti Víkingi, og harvið eru tað fýra stig niður til strikuna undan vitjanini í Gundadali, tá ið TB skal royna at megna tað, sum eingin higartil hevur víst – at vinna á suverena topp­liðnum HB. joannes@sosialurin.fo fótbóltur effo-deildin Brotsspark Rasmus Dan Sørensen verður feldur í brotssteiginum, og dómarin bríkslar fyri brotssparki, ið Róaldur Jacobsen trygt setur í netið Mynd: Álvur Haraldsen Høgni Madsen hjá ÍF hevur longu sitið fyrsta leikbannið fyri gul kort av sær. Í fyrstu seks umførunum fekk Høgni fimm gul kort, og hann var tí leikbannaður, tá ið ÍF spældi ímóti TB. Næsti spælarin at fáa leikbann fyri fimm gul kort er Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi. Í fyrstu átta umførunum av Effo-deildini hava dómararnir sjey ferðir havt reyða kortið á loftið. Einasta felagið, sum hevur fingið tvey reyð kort, er 07 Vestur. Evrard Ble og Téhé Aristide eru báðir vístir av vølli í hesum kappingarárinum. 8. umfar TB - Víkingur 1-0 (0-0) 1-0: Poul Ingason 78. Dómari: Eiler Rasmussen EB/Str. - AB 6-0 (2-0) 1-0: Leif Niclasen 31. 2-0: Levi Hanssen 38. 3-0: Gert Hansen 59. 4-0: Leif Niclasen 75. 5-0: sjálvmál 82. 6-0: Leif Niclasen 90.+1. Dómari: Dagfinn Forná B36 - ÍF 2-2 (1-0) 1-0: Rasmus Dan Sørensen 44. 1-1: Øssur Dalbúð 71. 1-2: Øssur Dalbúð 73. 2-2: Róaldur Jacobsen br 83. Dómari: Ransin N. Djurhuus NSÍ - HB 0-4 (0-2) 0-1: Símun Samuelsen 13. 0-2: Gunnar Haraldsen 45. 0-3: Símun Samuelsen 65. 0-4: Christian R. Mouritsen 74. Dómari: Alex Troleis KÍ - 07Vestur 5-2 (1-0) 1-0: Páll A. Klettskarð 9. 2-0: Álvur F. Christiansen 60. 2-1: Ibrahima Camara 62. 2-2: Ibrahima Camara 73. 3-2: Heðin Klakstein 80. 4-2: Hjalgrím Elttør 87. 5-2: Henry Heinesen 90. Dómari: Páll Augustinussen Mynd: Norðlýsið