Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um vikuskiftið var stóra Jacob Gade Violinkappingin fyri ungar violinsnillingar í Vejle. Pauli í Sandagerði, tónleikari og tónasmiður, sum býr í Vejle, var og lurtaði, og hann sigur, at støðið var sera høgt á hesi kapping í ár. Hann hevur sent okkum hesa frásøgn: Tann navnframi tóna­ smið­urin, Jacob Gade, var sjálvur violinleikari, og hann vaks upp í Vejle. Í 1925 skrivaði hann lagið, Tango Jalousie, og hetta lítla verkið hevur í mong ár verið eitt av heimsins mest spældu løgum. Jacob Gade er langt síð­ an farin, men lagið spælir enn hópin av peningi inn í Jacob Gades Legat. Hesin grunnur skipar fyri ymsum kappingum, og grunnurin stuðlar eisini á annan hátt ung­um tónleikarun við serstøkum evnum. Hevði frætt, at ein ung­ur føroyingur var við í kapp­ ingini í ár, og leitaði mær tí í Musikteatret í Vejle fyri at fregnast. Gjørdist ovfarin av høga støðinum, og vónin um, at vit føroyingar kundu gera okkum galdandi í flokkinum, fánaði eitt sindur burtur. Men. Ragnar Festirstein An­ drea­sen smæddist ikki burt­ ur. Hann átti allan pallin í góðan hálvan tíma – sera væl stuðlaður av Birgitte Schnaken­burg við klaverið. Onkur av hinum violin­ snillingunum høvdu kanska munin, um vit hugsa um tek­ nikkin, men Ragnar fór beina kós inn í tónleikin, og her kundi eingin fylgja honum. Legði til merkis, at fleiri av dómarunum løgdu høvdið á skák og sótu sum í aðrari verð og lurtaðu við andakt. Ragnar spældi eina Rondo eftir Mozart við neyvleika og utta hóvasták. Canzonetta eftir Jacob Gade fekk tað, ið hon hevði uppiborið, og vakra temaðið hjá Mendel­ sohn úr fyrsta satsi í e-mol- konsertini fór eftir tárunum í eygnakrókunum. Sera vak­ urt. Hevði ikki mett, at heim­ longsul kundi vera so áloyp­ andi, skrivar Pauli í Sanda­ gerði. Roynhøllin var væl vitjað leygardagin, tá bygdin bjóðaði til brunch. Tiltakið er eitt av fleiri í samband við bygdarstevnuna, sum byrjaði fríggjakvøldið og helt fram alt vikuskiftið. Á skránni vóru millum annað gongurtúrur, mynda­ framsýning, hugnaløta og tónleikur, og leygarkvøldið endaði við dansi við Hans Jacob og vinmonnum. Hvalba er kent fyri sín kolagrevstur, og eisini tað merkti bygdastevnuna. Mill­um annað bar til at vitja inni í nýggjasta kola­ nám­in­um. Ragnar Festirstein Andreasen av Argjum vann um vikuskiftið aðru virðisløn í kapping fyri violinsnillingar í Vejle 12 ungar komu um dagarnar undan hjá hesum stolta gásapari á Velbastað Ragnar vann aðru virðisløn í Vejle Til brunch í Hvalba Um middagsleitið leygardagin nýttu nógv høvi at vitja í Roynhøllini til ein góðan bita Sungu fyri fullum húsum á barnakórstevnu í Klaksvík Hevði ikki mett, at heim­ longsul kundi vera so áloyp­ andi Listamaðurin og grafikarin Oggi Lamhauge sýnir fram í Galerie Focus alla vikuna. Framsýningin við heitinum Silvurtráðurin hýsir smærri og størri innsetingar í kassar og kassa­ rammur, sum allar eru sprotnar úr heitinum á framsýningini. Tilfari spennir víða, frá sandi og pappíri og til silvur og málað træ. Framsýningin er at skilja sum eitt náttúruligt framhald av eini støðugari listar­ ligari tilgongd, frá grafiskum útrykki til innsetingar list, LandArt og skulptur. Eitt gjøgnumgangandi tema er í listini, nevniliga: gróð­ urin, lívstræðrir og lívið hinumegin deyða og grøv. Framsýningin er opin til 9. mai. Oggi í Focus brunch