Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Tað munnu vera tey fæstu foreldrini í Tórshavnar Komm­unu, sum ikki hava verið í sambandi við Katrina Holm. – Eg havi prátað við fleiri túsund foreldur gjøgnum ár og dag, og tað stuttliga er, at eg kennist aftur við fleiri av børnunum, tá eg síggi tey í dag ella síggi nøvnini onkra­ staðni, sigur 67 ára gamla Katrin Holm, ið nú hevur valt at fara frá við eftirløn. – Hetta hevur verið eitt ótrúliga gott arbeiðspláss, og eg havi altíð trivist væl. Eis­ini ta tíðina, tá fleiri enn 300 børn stóðu á bíðilista og for­eldrini lótu sína ónøgd ganga útyvir meg, sigur Katrin Holm. Hálvt ár bleiv til 27 Hóast hon seinastu mongu árini hvønn morgun er farin til arbeiðis í Snarskivuni, var tað nærum av tilvild, at hon fór at arbeiða hjá Tórshavnar Kommunu. – Eg fekk arbeiði í dag­røkt­ ini, har eg vitjaði dag­røkt­ ara­mammur. Ein, ið ar­beiddi hjá kommununi við barna­ ans­ing, fór í farloyvi, og eg bleiv tá spurd, um eg kundi ar­beiða har í eitt hálvt ár. Eg minnist væl, at eg hugsaði, at eitt hálvt ár skuldi eg nokk klára. Men tað bleiv so til heili 27 ár, sigur Katrin Holm og flennir. Sjálv er hon fødd og uppvaksin í Hvalba, men hevur búð í Tórshavn, síðani hon var 16 ára gomul. Hon minnist væl fyrstu tíð­ina á arbeiðsplássinum. – Tá vóru fáir dagstovnar í kommununi, um vit saman­ bera við í dag. Vit høvdu tá seks stovnar, meðan vit í dag hava okkurt millum 20 og 24 dagstovnar, greiðir Katrin Holm frá. – Í nógv ár var eg einsa­ møll um at arbeiða við ávís­ing til dagstovnapláss. Tørv­urin var ótrúliga stórur, og tá bíðilistin var upp á tað hægsta seinast í áttati­ árunum, taldi listin nakað yvir 300 børn, sigur Katrin Holm, sum minnist aftur á tey árini sum eina strævna tíð. – Tað var altíð øgiliga nógv at gera, minnist eg. For­eldr­ini vóru ikki altíð líka blíð, tá eg gav teimum boðini um, at í løtuni var einki dag­stovna­ pláss tøkt til teirra barn. Tey vóru kedd, irriterað, og ja, tey vóru í dýrastu neyð, tí tey sluppu ikki til arbeiðis. Skeldaðu úti alment Katrin Holm dylir ikki fyri, at arbeiðsdagurin fyrstu tíð­ ina ofta var merktur av, at for­eldur settu seg í samband við hana og komu við ymsum ábreiðslum. – Eg plagi at siga, at eg fekk tey skeldini, sum politik­ ararnir áttu. Hóast tað kundi vera eitt sindur keðiligt, so haldi eg, at eg taklaði tað bara heilt væl, tí eg visti altíð, at tað var jú ikki meg, tey vóru ill um, men tað var støðan, tey vóru í, sum gjørdi tey frustrerað, greiðir Katrin Holm frá. Ta tíðina, tá bíðilistarnir vóru upp á tað hægsta, kom tað meir enn so fyri, at foreldur eisini settu seg í sam­band við Katrina Holm utt­an fyri arbeiðstíð. – Tað kom fyri, at fólk komu yvir til mín í eini veitslu, til okkurt alment til­ tak ella tá eg var til handils og søgdu meg vera órættvísa og spurdu meg um, hví teirra barn ikki kundi sleppa á stovn. Eg haldi, tað var rætt­ iliga keðiligt, tá tey komu til mín á handa hátt, tí tá var eg jú ikki til arbeiðis, fortelur Katrin Holm og leggur aftur­ at, at hon av somu orsøk eitt tíðarskeið ikki fór so ofta til almenn tiltøk so sum flagg­ dagshald og tílíkt. – Men í dag havi eg gloymt allar hasar har minni góðu løturnar. Eg havi altíð roynt at fara eins við øllum, hóast øll kanska ikki hava kent tað so, og harafturat havi eg altíð roynt at sett meg inn í støðuna hjá for­ eldru­num og tikið støði í, at børnini eru tað eymasta og týdningarmiklasta fyri for­ eldrini, sigur Katrin Holm og leggur afturat: Foreldrini vóru ikki altíð líka blíð, tá eg gav teimum boðini um, at í løtuni var einki dagstovnapláss tøkt til teirra barn Katrin fekk manga skolu – Eg var mangan skotskivan, tá foreldrini ikki fingu pláss til børnini á dagstovni. Men eg skilti væl frustrasjónirnar og lat meg ikki ávirka stórvegis, tá tey skeldaðu, sigur Katrin á Holm, sum seinastu 27 árini hevur arbeitt við bíðilistum og ávísing til dagansingarstovnar í Tórshavnar Kommunu. Í gjár hevði hon sín seinasta arbeiðsdag