Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin – Flestu foreldrini hava øll árini verið fitt og skiljandi, og tá tey endiliga fingu dag­ stovna­pláss til barnið, vóru tey so ótrúliga glað og takk­ som, og tað gjørdi eisini ar­ beiðið hugaligt. Krøvini eru broytt Tørvurin á barnaansing er nógv broyttur, hesi árini Katrin Holm hevur arbeitt við barna­aansingarøkinum hjá kommununi. Kreppan í 1992 hevði stóra ávirkan á bíði­listar­nir, sum høvdu verið árini frammanundan krepp­una. – Tá upplivdu vit brádliga, at foreldur takkaðu nei til pláss á dagstovni, og tað var rættiliga undarligt, tí tað var, sum at alt brádliga lá lamið. Fólk fluttu av landinum, og tað er eisini nakað, vit síggja aftur í dag, tí barnatalið mink­ar. Tey smábørnini, sum fóru av landinum tá, vuksa upp í Danmark ella aðra­staðni, og fleiri teirra fáa børn og verða verandi úti í heimi, sigur Katrin Holm. Hóast tørvurin á dag­ stovnaplássi í dag ikki er tann sami sum í áttatiárunum, og eingir bíðilistar eru, hevur Katrin Holm ikki fingið minni at gera. – Fyrr vóru fólk glað, bara tey fingu dagstovnapláss til barnið. Í dag fáa øll pláss, men nú eru aðrar avbjóð­ ing­ar, tí foreldrini seta krøv til tann dagstovnin, sum er karmur um ein stóran part av gerandisdegnum hjá nógv­ um børnum, fortelur Katrin Holm og heldur fram: – Nóg foreldur í dag eru ovbyrjað. Tey hava eitt strævið lív og arbeiða nógv fyri at fáa endarnar at røkka saman, og tí ynskja tey ein so góðan stovn til barnið sum yvirhøvur gjørligt, sig­ ur Katrin Holm og vísir á eina aðra broyting í hennara ar­beiðs­degi. – Vit fáast rættiliga nógv við børn við serligum tørvi. Eg trúgvi, at foreldrini eru í dag meira tilvitað um hesi børn­ini, men eg haldi eisini, at vit eru blivin betri at leggja til merkis, tá børn hava tørv á ser­ligari hjálp. Tíð til fimleik og fjallatúrar Nú Katrin Holm hevur havt sín seinasta arbeiðsdag, ætlar hon sær ikki at sita hendur í favn. Tvørturímóti. – Eg kundi hildið fram, til eg var 70, men eg havi sjálv valt at tíðin er komin at eg gevist. Nú vil eg njóta lívið, tí framvegis er heilsan góð og eg havi nógv ymiskt eg vil uppliva, sigur Katrin Holm, sum nú komandi tíðina fer at ferðast. – Í næstum fara eg og mað­urin at sigla eftir Donau- ánni. Seinni fara vit við 11 ommu- og abbabørnum til Íslands og vera har í 10 dagar. Slíkt kann mann, tá mann ikki skal hugsa um ar­ beiði, sigur Katrin Holm og flennir. Í nógv ár hevur hon verið virkin innan fimleik í Havnar Fimleikafelag, og har hevur hon ongar ætlanir um at gev­ast. – Eg havi gjørt fimleik í nógv ár, og fimleikurin hev­ ur stóran týdning fyri meg og mín gerandisdag. Nú fari eg at hava góða tíð til fim­ leikin og eisini teir mongu gongu­túrarnir í fjøllunum í Føroyum, sum mær eisini dámar væl, fortelur Katrin Holm. Møguliga fer hon eisini at tosa meira í telefon, enn hon hevur gjørt. – Hesi seinastu 27 árini havi eg tosað so mikið nógv í telefon, tá eg havi verið til ar­beiðis, at eg havi als ikki tímað at sitið við telefonini, tá eg eg havi verið heima. Men tað verður ivaleyst øðr­ vísi nú, sigur Katrin Holm og smílist. Í dag fáa øll pláss, men nú eru aðrar av­ bjóðingar, tí foreldrini seta krøv til dagstovnin – Í dag havi eg gloymt allar hasar har minni góðu løturnar. Eg havi altíð roynt at fara eins við øllum, hóast øll kanska ikki hava kent tað so, sigur Katrin Holm Myndir: Álvur Haraldsen