týsdagur 30. apríl 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Renna í Klaksvík um vikuskiftið. Leygardagin verður
árliga FM í hálvmarathon hildið í Klaksvík, og samstundis
verður eisini skipað fyri motionsrenning og barnarenning.
Tað er rennifelagið Treysti, sum skipar fyri renningini
leygardagin, og runnið verður inni í býnum í Klaksvík.
Ein rundteinur á 7 kilometrar skal rennast tríggjar ferðir,
tá ið fólk renna hálvmarathon, meðan tey, sum eru
við í motiónsrenningini, renna teinin einaferð. Børnini
renna ein styttri tein, sum er slakar 700 metrar.
Vilmund Jacobsen
Nakrar vísundaligar kann
ingar hava víst ein saman
hang millum D-vitaminur og
tunglyndi. Hinvegin hava
aðrar kanningar ikki kunnað
ávíst nakran samanhang.
Í hesum sambandi gjørdi
ein bólkur av granskarum av
at kanna, um samanhangur
er. Úrslitið hjá granskarunum
bendir á, at trot av D-vita
minum í veruleikanum er
knýtt at tunglyndi, men at
tørvur er á enn fleiri kann
ingum fyri at staðfesta hetta.
Nýggju
kanningarnar
bygdu á eina sonevnda meta-
greining sum tók saman um
eina røð av áður gjørdum
kanningum av hesum viður
skiftum.
Talið av teimum, sum lut
tóku í hesi nýggju kanning,
var 31.424. Sum heild, høvdu
fólk við tunglyndi eitt minni
innihald av D-vitaminum
enn tey, ið ikki vóru fongd við
tunglyndi.
Kanningin styrkir ábend
ingina um, at samband er
millum tunglyndi og lágt tal
av D-vitaminum. Í øllum
førum er greitt, at longu nú
er góð orsøk til at kanna fólk
við tunglyndi fyri møguligt
trot av D-vitaminum.
vilmund@sosialurin.fo
D-vitaminir móti tunglyndi
Nýggj kanning styrkir ábendingina
um, at samband er millum tunglyndi
og lágt tal av D-vitaminum
Fepur og vantandi matar
lystur eru væl kend tekin
um, at barnið ikki hevur tað
gott. Sama er við kvalma,
spýggju og pínu. Kroppurin
sendir tekin um, at hann
berjist við virus, bruna ella
annað, sum gongur á
likamið.
Fepur fortelur, at tað er
immunverjan, sum er farin
til verka, og tá verjan er
virkin, økist hitin í kroppi
num.
Ókritiskt eiga fólk ikki at
minka um fepur við
heilivági, men her er
neyðugt at hyggja eftir,
hvørji tekin eru. Eru eingi
vandatekin, kann tað
hinvegin vera eitt gott
hugskot at minka um
fepurin, soleiðis at barnið
aftur byrjar at eta og
drekka og soleiðis fær tað
betri.
Hevur barnið millum
oyrabruna, kann tørvur
verða á heilivági móti pínu.
Her ber til at tosa við
apotekini um, hvussu
nógvan heilivág børn kunnu
taka.
Er barnið minni enn tvey
ára gamalt, eiga fólk altíð at
seta seg í samband við
lækna, áðrenn heilivágur
verður givin.
Tað týdningarmesta, tá
barn hevur fepur, er væta.
Tá fepurin veksur, er
neyðugt at geva barninum
eyka vætu, gjarna saft við
sukur í - ella juice. Spýr
barnið, er rættast at geva
vætu ofta - heldur enn ov
nógv hvørja ferð.
Er talan um pinkubarn
við fepri, sum fær bróst og
er yngri enn tríggjar
mánaðir, eigur lækni altíð
at sleppa at síggja barnið
beinanvegin.
vilmund@sosialurin.fo
Tá barnið er sjúkt
Sum foreldur kennur tú støðuna: Barnið er sjúkt,
og tú ert í iva um, hvat er rættast at gera
Fyrsta máltíðin á degnum
er ein hin týdningarmesta
fyri okkum og okkara
kropp. Tað ræður um at
byrja dagin væl, so tú
hevur orku til ein av
bjóðandi dag. Men tað er
ymiskt, sum tú helst ikki
skalt eta til morgunmat.
Eitt eru tað søtu morg
unmatarvørunar,
sum
vanliga koma í pakkum,
sum eru lættir at oysa av
niður í eina skál. Tómar
kaloriur og nógv sukur er
ikki gott fyri heilsuna.
Smør kann eisini hava
keðiliga ávirkan á tín
kropp, tí smørið kann
órógva heilan og er ikki
gott fyri blóðrenslið
Eitt sindur av kaffi er
gott, men hinvegin kann
ov nógv kaffi tíðliga á
degnum geva høvuðpínu
og gera tað nervøsa.
Tað er eingin orsøk at
byrja dagin við at eta win
erbreyð, sum inniheldur
nógv sukur og feitt. Tað
ger tað bara sløva restina
av fyrrapartinum.
Enskur morgunmatur
kann verða góður at fáa
av og á, men hann fyllir
teg við salti og feitti, og
tað er ósunt fyri hjartað
og blóðrenslið.
Hetta skalt tú ikki
eta til morgunmat
heilsa
- Longu nú er orsøk
til at kanna fólk við
tunglyndi fyri møguligt
trot av D-vitaminum,
siga granskarar