Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Dagførdur fólkaskúli krev­ur dagførdar lærarar og dagførd amboð. Men tað krevur ávísa játtan - fíggjar­liga og hugsjónarliga - at flyta fólkaskúlan so hvørt nýtt skúlaár byrjar. Herfyri var rødd frammi um teldlar í fólkaskúlanum og onkunsvegna tykti mær, at boðskapurin var, at einki gott kundi spyrjast burt­urúr, at næmingar nýttu hetta kt- amboð í skúl­anum - og slett ikki um næm­ing­arnir skuldu taka tað heim við sær. Tí hugsi eg, at eg eigi at taka orðið - tí eg eri formaður í KT-varðafelagnum. KT- varðafelagið er undirfelag til Føroya Lærarafelag og um­ boðað vit arbeiðsøkið hjá 35 kt-vørðum í fólka­skúl­anum. Limir okkara hava sera spenn­andi arbeiðsøki, tí øll­um kunnugt broytist og mennist kt í rúkandi ferð. Samtundis hava vit av­ bjóðandi øki, tí ivamálini og spurningarnir rúgva nógv í skúladegnum. Ivamálið í hesum føri, varð borið fram í Kring­varp­ inum og fevndi um teldlar. Fyri mær tykti tað alt ov avgjørt, og tað eg serliga fekk burturúr sendingini var, at børnini hugsaðu ikki og at alt gekk ov skjótt. Eg eri ikki samdur! Fyri mær er teldilin sera hent amboð at sláa upp ymsar upplýsingar. iPad'urin - eins væl og Fujitsu-teldilin eg kenni - hava tað til felag, at eg skal ikki bíða "leingi" eftir at sleppa út at leita og reika. Tað er bara "eitt-tvey-trý", so eri eg á netinum og kann t.d. sláa upp í snar.fo, finna mær svarilistan til Skygni, týða onkur orð, nýta FirstClass ella lesa nýggjastu tíðindini. Hetta var bert eitt dism av øll­um møguleikunum, men sam­stundis ein ávísing til at tað hevur týdning at arbeiða her og nú. Eg haldi teldlar eiga at sleppa inn um skúlans gátt - í tann mun teir fella nátúrligt. Hetta er tað sama við øllum øðrum amboðum: Blýantur, pensil, hoppiband, roknimaskina, stokkar... Eg haldi ikki at talan er um at hetta amboðið kemur í staðin fyri teldur, men tað er júst tí vit skulu hava nógv og ymisk amboð tøk - næmingarnir eru ymiskir, avbjóðingarnar ymiskar og harvið verða úrslitini eisini fjølbroytt. Effie Campbell 1. Hvør hevur ábyrgdina av atkomuviðurskiftum, tá KVF skipar fyri al­ mennum kjakfundi? 2. Hvør hevur ábyrgdina av, at KVF veitir deyva­ málstulk til almenna kjaksending? 3. Hvat kostar deyva­máls­ tulkur í tveir tímar? 4. Ætlar lands­stýris­mað­ urin at gera nakað við leiðsluna í KVF, tá teir ikki røktu sína skyldu sambært § 5.2.8 í public service sáttmálanum? Viðmerkingar: Týsdagin 4. apríl skipaði Kringvarp Føroya fyri al­ mennum kjakfundi. Utt­ an at útdýpa innhaldið í sendingini, sótu nógv við einari kenslu av, at Kring­ varp Føroya ikki røkti sína Public Service skyldu, tí tey spardu deyvamálstulkin burtur. Hetta gjørdist sjón­ ligt, tá Maria Ellefsen Næss setti politikarunum nakrar spurningar á deyvamáli. Hetta var eitt reality check hjá nógvum, tí tað sigur seg sjálvt, at alemenni stovnurin, soleiðis sum Krinvarp Føroya verður defi­neraður, skal geva øll­ um møguleikan at vera við í fólkaræðisligu tilgongdini. Tá tað er sagt, vóru tað ikki bara viðurskiftini hjá teimum deyvu, ið ikki vóru nøktandi. Atkomuviðurskiftini hjá teimum, ið ein hvønn hátt vóru illagongd, høvdu tað sera trupult. Áhoyrara­ plássini vórðu býtt upp í tríggjar røðir, har fyrsta røð­ in var lutfalsliga høg. Einar 50 sentimetrar frá gólv- inum. Meginparturin hevur ikki torført við at gleyva fáu sentimetrarnar, men tað vóru fleiri, bæði ung og gomul, ið vóru illagongd, men møttu alíkavæl upp til almenna kjakfundin hjá Kringvarpinum. Hesi máttu annaðhvørt fáa hjálp frá fólki, ella noyð­ ast við at seta seg á kantin, tí tey sluppu ikki upp. Metir landsstýrismaðurin at tað er rætt? Virðiligt? Er tað ikki skyldan hjá Kringvarpinum at gera atkomuviðurskiftini hjá teimum, ið bera brek, so góð sum gjørligt? At javn­ stilla tey, so at tey sleppa at luttaka á jøvnumføti við øll onnur? Er tað ikki skyldan hjá Kringarpinum at tryggja, at atkomuviðurskiftini er nøktandi? Tískil verða omanfyri nevndu spurningarnar settir. Á Løgtingi, 23. apríl 2013 Atkomu­viður­ skiftir aftur á breddan! Hanus Samró Fyrispurningur eftir Ting­ skip­anini § 52a. Fyrispurningur um atkomu­ viður­skiftir, tá KVF skipar fyri almennum kjakfundum, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í menta­málum, (at svara skriv­liga eftir TS § 52a) Sunnudagsblaðið verður skattað Síðani MVG-ið kom, hevur Sunnudagsblaðið goldið knappar 800.000 kr í MVG. Tað er heldur løgið, at land­ sins myndugleikar skatta eitt blað, sum ikki forvinnur so mikið sum eitt oyra. Tvørt­urímóti mugu vit, sum ar­beiða við blaðnum, spýta nógv­ar pengar í prenting og porto. Blaðið er komið regluliga út síðani 1940 og hevur sostatt 73 ár á baki. Alt arbeiðið verð­ur gjørt ókeypis. Eingin for­vinnur nakað oyra, tvørt­ urímóti. Teir, sum hava verið blaðstjórar eru E. Thulesen, Johs. Follend, Klæmint Elia­ sen, Ejvind Vilhelm, Johs. A. Næs (hann var í 28 ár til­ samans), og á nýggjárinum 1979 tekur Karl N. Hansen við, og hann er blaðstjóri enn. Skipanin Blaðið hevur eitt álitisfólk í hvørji bygd. Álitisfólkið stend­ur fyri útberingini og at fáa pengar inn við frívilligum gáv­um. Í summum bygdum er tað missiónshúsið, sum savnar pengarnar inn. Í øðrum bygd­um er tað kirkjan, sum stendur fyri tí fíggjarliga, og uppaftur aðrastaðni eru tað privat fólk. Nú fáa Havnin, Tvøroyri og Vág girokort tvær ferðir um árið, og blaðið verður sent við postinum til hesar býir. Pengarnir, sum koma inn við girokorti, eru fyri prentingina. Viðvíkjandi útberingini syrgir álitisfólkið fyri at fáa blaðið út. Í summum støðum ganga børn hús úr húsi við blaðnum. Aðrastaðni bera til­ komin fólk blaðið út, og upp­ aftur aðrastaðni ganga gomul fólk við blaðnum. Fleiri teirra hava gingið trúføst í mong ár. Hetta var ein máti at boða orðið uppá, at evangelisera. Orðið sigur: “Hvussu yndis­ ligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin.” Róm. 10,15. Tað fíggjarliga Í Suðurstreymoy býr ein trið­ingur av føroyingum. Fyrst í 1991 vóru vit nøkur, sum komu saman at tosa um hetta. Úti á bygd kemur blaðið sum ein heilsan niður í postkassan. Her í Havnini er ógjørligt at fáa fólk at ganga í hvørt hús. Avgjørt varð tí, at vit settu okkum fyri at pakka blaðið og senda tað við postinum. Vit teknaðu okkum fyri 100 kr hvør, sum skuldu flytast á eina konto, sum kallast ”Porto fyri Sunnu­dagsblaðið í Havn”. Nógv av teimum fólkunum, sum teknaðu seg tá, eru deyð, og eftir eru bara 12 fastir gevarar. Porto er eisini nógv uppfarið hesi árini. Vit royna at spara pening við at senda 4 bløð í senn, tí tað kostar tað sama sum 2 bløð; men kortini er torført at fáa endarnar at røkka saman, tí tað kostar 12.000 kr í porto hvørja ferð. Hetta er ein upplagdur møguleiki at evangelisera. Vit pakka og senda til Havnina, Velbastaðar, Kirkjubøar, Syðra­dals, Norðradals, Kald­ baks, Hoyvíkar og Hvítanesar. Um tú heldur, at hetta er vert at stuðla, so kanst tú senda pengar inn á konto: 9181 – 495.815.4 Hetta er kontoin til porto, so at Posta kann bera blaðið inn í hvørt hús í Suðurstreymoy. MVG-ið Tað tykist okkum heldur enn ikki løgið, at vit sum eitt kristið land við krossar­ merkinum í flagg­inum leggja skatt á Guds orð, meðan nógv annað verðsligt virksemi fær stuðul. Hvat skal til fyri at fáa okkum at vakna og skilja, hvat ið er týdningarmikið tey fáu árini, vit liva á hesi jørð? Tað hevði hjálpt nógv, um MVG-ið varð avtikið. Vit fáa ongan vinning av blað­num, sum er ókeypis, men harafturímoti ofra vit evni, tíð, orku og eina rúgvu av pengum at fáa hetta at bera til. Oman á byrðuna skulu vit gjalda 36.400 kr. ár­liga í mvg. Tað var í jan. í 1993, at mvg-lógin kom, og gjøgnum hesi árini hava vit goldið 728.000 kr. Tað er ikki smá­vegis. Gott í tykkum, sum fáast við hetta, roynið og hjálpið okkum, so vit sleppa frá hasum mvg-num. Vit halda ikki, at tað er rætt at leggja skatt á Guds orð, og har­afturat er mvg-ið ein so­ vorðin byrða, at tað drepur alt sjálvboðið arbeiðið. Síðani MVG-ið kom, hevur Sunnudagsblaðið goldið knappar 800.000 kr í MVG. Tað er heldur løgið, at landsins myndugleikar skatta eitt blað, sum ikki forvinnur so mikið sum eitt oyra. Tvørturímóti mugu vit, sum arbeiða við blaðnum, spýta nógvar pengar í prenting og porto. Kt í fólka­skúlanum Jákup av Skarði