Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Viðmerking til greinina: Forskúlin størsta frambrotið í føroyskum skúlaskapi í nýggjari tíð Fríðfinnur Johnsson, skúlastjóri í Skúlanum í Eyst­ur­kommunu, hevur á heima­síðuni hjá Skúla­blað­ num við­merkingar til grein okk­ara: Nær skal barnið í skúla. Vit vilja gera nakrar við­merk­ingar til tað, ið hann skrivar. Vit løgdu í greinini dent á, at vit ikki settu spurnartekin við tað arbeiðið, sum verð­ ur gjørt á skúlum og dag­ stovn­um í dag. Tískil seta vit ikki spurnartekin við tað arbeiðið, sum verður gjørt í Skúla­spíranum í Skúlanum í Eystur­kommunu. Vit ivast onga løtu í, at tey hava ment eitt gott tilboð til tey 6 ára gomlu børnini. Vit vísa í greinini á, at vit fyrihalda okk­um til eitt forskúlatilboð til alt Føroya land. Fríðfinnur vísir á, at tey hava góðar fys­ isk­ar karmar í teirra skúla. Hetta er tíverri ikki gald­ andi fyri allar skúlar í Før­ oyum. Fleiri skúlar hava ov lítið pláss at hýsa teimum næm­ingum, sum longu eru í skipanini, tey mangla ser­høli av ymiskum slag, og fleiri skúlar hava enn tá ikki ein skúla til næmingarnar, men mugu taka til takkar við til­ vildarligum hølum í bygd­ ini/býnum ella seta barakkir upp. Flestu skúla­garðar eru somuleiðis ikki serliga menn­ andi fyri hvørki smá ella stór børn. Vit siga í greinini, at tað er trupult hjá fólkaskúlanum undir núverandi umstøðum at rúma tey 5 til 6 á gomlu børnini. Tað merkir ikki, at vit eru ímóti forskúlum. Vit fyrihalda okkum til, hvussu støðan er í løtuni, og í verandi støðu halda vit ikki, at skúlin megnar at fáa fleiri børn inn í skipanina og serliga ikki yngri børn. Viðv. granskingini hjá Jørg­en Frost og Annemette Lønne­gaard er at siga, at hon eins væl kann brúkast á dag­stovnum sum í skúlum. At pástanda at dagstovnar ikki arbeiða við tí málsliga medvitinum hjá børnunum, er ein álvarslig ákæra í móti dagstovnaøkinum, og hevur ikki hald í veruleikanum. Tey síðstu árini hevur Ser­ nám m.a. førleikament dag­ stovnarnar júst á hesum øki­num við TRAS-skeiðum og TRAS handbókini, har Jørgen Frost er ein av rit­høv­ undunum. Skulu børnini í forskúla inniber hetta, at tey eisini skulu í frítíðarskúla, tvs., at tey skulu fyrihalda seg til tvey atskild tilboð. Tað eru bert fáir skúlar í landinum, sum hava frítíðarskúla og skúla undir somu lon. Flestu frítíðarskúlar í landinum eru ikki bygdir til endamálið, men tøk høli í kommununum vórðu tikin í brúk, tá avgerð varð tikin um at hava frí­tíðar­ skúlar í Føroyum. At ganga í forskúla hevur við sær, at barnið teir flestu tímarnar er í frítíðarskúla, tí forskúli er bert 3 til 3½ tíma um dag­ in. Normeringin bæði í for­ skúlum og frítíðarskúlum er lægri enn á dagstovnum, tvs. færri vaksin pr. barn, eins og teir fysisku karmarnir í frítíðarskúlunum ikki alla­ staðni eru nøktandi. Skulu børnini í for­skúl­ anum hava stuðulstímar, er tað í løtuni kommunan, ið rindar hetta. Um forskúlin gert veruleiki fyri øll børn í Føroyum, er mest sannlíkt, at hann kemur at liggja undir Mentamálaráðnum. So er spurningurin, um játtanin til stuðulstímar verður tann sama sum nú, tvs., at tað eru fleiri børn, sum skulu býta sama stuðulstímatal í millum sín, ella um játtanin verður hækka. Skal játtanin hækkast, skulu pengarnir finnast onkrastaðni. Ein av høvuðsgrundunum hjá okkum at skriva greinina var ikki at vera ímóti for­ skúlum, men heldur at vísa á, at tað ikki er fakliga grundað at seta forskúlar á stovn, og at gransking vísir, at tað hvørki er verri ella betri, um børnini ganga í forskúla ella ikki, men at tað er ein politisk avgerð. Tí skulu vit ikki verja okkara sjónarmið við, at tað er fakliga grundað, at vit vilja hava forskúlar. Vit halda, at tað er fak­ fólk­ið, ið skal viðgerða og við­mæla pedagogisk til­boð í Føroyum og ikki politikk­ ararnir og leikfólk. Tí vilja vit geva okkara íkast til kjakið, og eru somuleiðis fegnar um, at Fríðfinnur Johnsson við sínum viðkomandi førleikum gevur sítt íkast til kjakið. Takk fyri tað Fríðfinnur. Marjun Nielsen sálarfrøðingur Johanna Lindenskov Joensen námsfrøðiligur ráðgevi Socialistiska hugsjónin bjarta Landsuðurrákið fossandi rekur høgrarák og vesturætt kúgandi valdið fólksins ogn tekur mistreysti sáðað, vorðið so illa statt Eyðrænandi ferðandi ríkmannalið spekulantar í hópatali kúgaðu fjøldini ei gevur grið men ei vilja sigra á vali ! Balsam fyri likam og sál á socialismunnar lovsong lýða socialismunnar hægsta mál Fylkjast í hóp ! mót órættvísi stríða ! Socialistiska blóðreyða stríðsbál máttmikið, geisandi logar ljómandi frítt um heyg og vál socialistiska fólkaheimið roðar ! Borgarliga hànasaða afturhald miðaldar skurðguda streymar knúsa tað kúgandi vald ! Socialismunnar fælsisdreymar ! Samhaldsfesti, frælsisstríð ! Frælsisljómur skæri Socialistiska birtan blóðreyð og fríð Stríðshugað hvagar eg enn fari Socialistiska hugsjónin sterk, føgur er drepandi sjálvsøknisandan køvur Samhaldsfasta boðskapin ber Stríðshugaða fjøldin máttmikil, føgur ! Kammerátar ! Hevjum stríðsmerkið hátt ! Sigursæli stríðslúður vil ljóma ! Kammerátar ! Vit koma aftur brátt ! Socialistiski fragdarljómi sýnir alra sóma ! 1. mai 2013 Sólmundur Plus reiggjustativ v/tilbygningi 2.199,- Plus sandkassi v/lok 120x120 cm. 599,- 1.199,- Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo hópin av lekkrum summarvørum Plus borð/bonksett 155x177x70 cm.