fríggjadagur 23. juni 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 118 - 23. juni 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Blokkurin
Mangt er í neyðini nýtt. Eitt uppskot var at
nýta framtíðar oljuinntøkur sum pant í einari
lánifígging av fullveldinum. Nú er tað seinasta,
ið skal yvirtala føroysku veljarnar til at taka
undir við fullveldisætlanini, at blokkurin verður
burtur óansæð. Spurningurin er, hvussu sak-
ligt tað er av landsstýrismanninum í sjálv-
stýrismálum at siga hetta.
Fyrst segði samgongan, at blokkurin fór at
halda fram sum nú í allar ævir, um føroyingar
ikki tóku fullveldi, og tí spardu danskarir milli-
ardir við at geva føroyingum fullveldi við eini
skiftistíð uppá 15 ár. Nú er knappliga ikki talan
um allar ævir, nú ljóðar á Høgna Hoydal sum
um blokkurin verður burtur í morgin grundað
á eitt útsagn frá Lykketoft.
Svart ella hvítt argumentatiónin heldur ikki.
Sjálvsagt skal blokkurin minkast, um føroy-
ingar gerast búskaparliga sjálvbjargnir innan
ríkisfelagsskapin, men tað er ikki talan um at
hann fellur burtur í einum. Blokkurin verður
tikin upp til samráðingar við millumbilum
grundaður á búskaparliga gongd. Hendan
loysingarsamgongan gjørdi tað, at hon
tryggjaði sær blokkin meðan hon sat, og ikki
nokk við tí, samgongan syrgdi fyri, at blokkurin
fylgdi prístalinum. Við øðrum orðum syrgdi
loysingarsinnaða samgongan fyri, at blokk-
upphæddin hækkaði í hesum samgongu-
skeiðnum.
Blokkurin fellir ikki burtur um 4 ár innanfyri
ríkisfelagsskapin, men hann heldur ivaleyst
heldur ikki fram í allar ævir. Tað er tíbetur
okkurt ímillum hesi bæði. Verðin er ikki altíð
svørt ella hvít, viðhvørt er hon grá. Leggjast
kann afturat, at um Høgni Hoydal veruliga
trýr, at blokkurin fellir burtur í næstu framtíð,
so mátti tað verið lagamanni bara at loyst við
fýra ára skiftistíð. Bert tað, at samgongan ikki
vil hettar vísir, at sjálvt samgongan hevur fult
álit á, at blokkurin heldur fram tey næstu
mongu árini.
Samgongan argumenterar sum um at alterna-
tivið til fullveldisætlanina er at koyra í núver-
andi spori í allar ævir. Eingin politiskur flokkur
í Føroyum, heldur ikki Sambandsflokkurin, vil
koyra í sama spori sum nú. Tað koma broyt-
ingar í okkara viðurskiftum við Danmark, men
hesar broytingar verða ivaleyst, um seinastu
veljarakanningar eru eftirfarandi, innanfyri
ríkisfelagsskapin.
Vit føroyingar eiga at arbeiða fram ímóti bú-
skaparligum sjálvbjargni, hetta eru allir flokkar
á tingi samdir um uttan Tjóðveldisflokkurin, ið
eftir øllum at døma heldur, at hetta ikki ber til
uttan loysing. Vit føroyingar stýra sjálvir við
ábyrgd gongdini og vónandi vilja framtíðar
samgongur ikki gera sum hendan til dømis
gjørdi í flóttarfólkamálinum, har man skákaði
sær undan ábyrgd, tí man vildi vísa, at heima-
stýrislógin ikki er nøktandi.
Viðmerking:
Sól og summar á gøtusandi:
Hugnaløta fyri stór og smá
Ponyríðing, framsýn-
ing, fjallarenning,
togtogan, køkuupp-
boðssøla, undirhald,
ellisakfør, kórsangur,
røða, bál og konsert
við Sámal Ravnsfjall
og Ronnie Nielsen.
Hetta er nakað av tí,
ið verður á sandinum
í Syðrugøtu leygar-
dagin
Viðrar, skipar Gøtu Menn-
ingarfelag leygardagin 24.
juni fyri tí vælumtóktu
hugnaløtuni við stórum báli
og nógvum øðrum spenn-
andi tiltøkum á sandinum í
Syðrugøtu.
Byrjað verður longu kl.
14 við at børn sleppa at sita
á rossabaki. Eisini verður
fiskibrunnur og køku/mat-
tombola.
Kl. 15.30 byrjar Fjalla-
renningin. Hetta er kapping,
ið fyrstu ferð var roynd í fjør
við góðum úrsliti. Kappast
verður um at renna /ganga
niðan á Støðlafjall og oman
aftur upp á tíð. Tríggir teir
skjótastu luttakararnir fáa
steyp til ognar, og vinnarin
fær eisini stórt og vakurt
ferðasteyp. Byrjað verður á
Gøtueiði, og málstrikan er
á sjálvum sandinum í
Syðrugøtu. Øll, ið hug hava,
kunnu taka lut í kappingini
og tekning fer fram á tlf.
441484 ella á 442026.
Meðan
runnið
verður,
verður stór framsýning á
økinum við sandin av politi-
, sløkkiliðs- og sjukrabilum.
Eisini verður framsýning av
ellisakfør-um á økinum við
sandin.
Kl. 16.30 er togtogan
millum ung, konur og menn
úr Syðrugøtu og Norðra-
gøtu á skránni. Her verður
kappast um ferðasteyp.
Uppboðssølan av køkum
byrjar kl. 17.30. Seldar
verða flottar og vælsmakk-
andi køkur í øllum møgu-
ligum útgávum.
Eftir køkuuppboðssøluna
verður ymiskt undirhald á
skránni. Ongum nýtist held-
ur at ganga svangur á sand-
inum, tí umframt pylsur og
sodavatn, verður eisini kaffi
og køka at fáa.
Flytið gamla hospital enn einaferð
Tá ið vit sum børn plagdu
at spæla niðri við Vestaru-
vág í Havn, var Færø Amts
Hospital ella Gamla Hospi-
talið, sum vit róptu húsini,
ikki eini hús, sum vit góvu
okkum so nógv far um. Vit
vistu, at hesi lágu hugnaligu
húsini einaferð høvdu verið
sjúkrahús. Nú vóru húsini
íbúðarhús í einum serligum
umhvørvi.
Gamla Hospital, Skipa-
smiðjan, Müllers pakkhús,
Bacalao og kolasølan hjá
Valdemar Lützen vóru til-
haldsstøð hjá okkum børn-
um.
Tíðin broytir býarmynd-
ina. Gomul hús og bygning-
ar mugu dvína fyri nýggjum
verkætlanum, og nú var tíð-
in so komin til Gamla Hos-
pital.
Fyrsta sjúkrahúsið yvir-
høvur varð bygt á Argjum
umleið 1550, tá ið Christian
3. var kongur í Danmark.
Sjúkrahúsið á Argjum var
fyrst og fremst bygt at her-
berga teimum, sum vóru
smittað av spedalsku sjúk-
uni.
1826 vórðu stig tikin at
byggja Færø Amts Hospital.
Sjúkrahúsið á Argjum var
ov langt frá Havnini og
vandi var alla tíðina fyri, at
einasi læknin kundi verða
veðurfastur á onkrari oyggj.
Tí var best at byggja nýtt
sjúkrahús, so sjúklingarnir
kundu viðgerast á sjúkra-
húsi í Havn.
Tíðin fór eisini frá Gamla
Hospitali. 1921 var grund-
arsteinurin lagdur til Drot-
ning Aleksandrines Hospi-
tal, har føðideildin í dag
heldur til.
1962 var grundarsteinurin
lagdur til Landssjúkrahúsið,
sum nøkur ár sienni varð
tikið í nýtslu.
Tá ið Tórshavnar Skipa-
smiðja, sum átti Gamla
Hospital, ætlaði at beina
húsini
burtur,
tí
tey
forðaðu fyri virkseminum
hjá
skipasmiðjuni,
vaknaðu fólk knappliga.
Gamla Hospital mátti fyri
alt í verðini ikki burtur.
Úrslitið
gjørdist,
at
Gamla Hospital varð flutt
einar 50 metrar niðan um
Müllers pakkhús, har tað
eftir mínum tykki slett ikki
hoyrir heima.
Tá ið eini hús ikki kunnu
varðveitast á upprunaliga
staðnum, so er líkamikið
um húsini verða flutt 50
metrar ella 500 metrar.
Gamla Hospital eigur at
flytast enn einaferð. Gamla
Hospital eigur at flytast í
Sandagerð beint niðanfyri
Drotning
Aleksandrines
Hospital.
Her kundu húsini í heim-
ligum umhvørvið verið
gjørd til eitt savn og øll
sjúkrahússøgan í Suður-
streymoy var savnað á ein-
um stað.
Frá Landssjúkrahúsinum,
Drotning
Aleksandrines
Hospital og Gamla Hospital
hevur tú tá útsýnið út á
Argir, har fyrsta sjúkrahúsið
var bygt umleið 1550.
Gamla Hospital hoyrir
slett ikki heima, har tað nú
stendur.
Vagnur Michelsen
Kl. 18.30 fer felagskórið
Gøta/Leirvík at syngja og
Tórbjørn Jacobsen, skipari
á Glyvrum, ið hevur røtur í
Gøtu, fer at halda røðu.
Tórbjørn er kendur røðari,
so helst fellur okkurt gull-
korn á sandin leygardagin.
Kl. 19.00 verður kynt í
tað stóra bálið á sandinum,
og tá verður eisini felags-
sangur. Heitt verður í hes-
um sambandi á fólk um at
hava grønu sangbók við.
Kl. 20 verður ókeypis
konsert á sandinum, har teir
báðir Sámal Ravnsfjall og
Ronnie Nielsen í einar tveir
tímar fara at framføra meira
og minni kendar vísur og
sangir. Á midnátt verður
konsert/dansur í skúlagarð-
inum, har »Mr Jolly‘s
Fluffy Toys« og »Pith« fara
at spæla. Hesum táttinum
standa
tónleikafelagið
GRÓT og Menningarfelag-
ið fyri í felag. Opið verður í
Menningarfelagnum, með-
an dansur er.
Gøtu
Menningarfelag
væntar, at tað fara at koma
eins nógv fólk sum undan-
farin ár, tí hetta tiltakið er
vorðið fastur táttur í summ-
arhugnanum hjá smáum og
stórum eysturoyingum og
eisini nógvum fólkum aðra-
staðni frá.
Óneyðugt er helst at
nevna, at tað sjálvandi er
ókeypis at koma á Gøtusand
leygardagin.
So sjálvandi síggjast vit í
Gøtu leygardagin!!!
DÁNJAL HØJGAARD
Lógin skal haldast. Tí skal
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an hava fleiri starvsfólk at
umsita lógina.
Hetta sigur Eyðun Elttør,
landsstýrismaður í um-
hvørvismálum. Hann er als
ikki nøgdur við, at 9 av 10
fyritøkum ikki lúka lógar-
kravið um umhvørvisgóð-
kenning.
Ljós á eftirlit
Ljóskastarin er settur á eftir-
litið við teimum serliga
dálkandi virkjunum og fyri-
tøkunum í Føroyum.
Sambært lógina skulu
hesi virki hava eina so-
nevnda umhvørvisgóðkenn-
ing. Men Heilsufrøðiliga
Starvsstovan hevur ikki
orku at tryggja lógarkravið.
Ein uppgerð frá Starvs-
stovuni vísir, at 325 fyri-
tøkur og virki koma undir
lógarkravið um umhvørvis-
góðkenning. Men bert 10.
hvørt hevur tað neyðugu
góðkenningina.
Starvsstovan hevur í fleiri
ár biðið um fáa meira pen-
ing jattaðan, so at hon kann
halda lógina. Men uttan
úrslit.
Nú er líkt til, at knúturin
kanska loysnar.
Trý fólk afturat
Landsstýrismaðurin í um-
hvørvismálum, Eyðun Elt-
tør sigur, at umhvørvismála-
Meira pengar til umhvørvið
Landsstýrið ætlar at biðja løgtingið
um eina hægri játtan, at tryggja
eftirlitið við dálkandi virkjum. Lands-
stýrismaðurin í umhvørvismálum
kann ikki liva við, at bert 10. hvørt
virki heldur lógina
Landsstýrismaðurin í
umhvørvismálum heldur,
at fleiri fólk skulu setast,
at hava umsjón við
teimum dálkandi
virkjunum í Føroyum
ráðharrin ikki kann liva við,
at 9 av 10 virkjum ikki
halda lógina.
-Nei, hetta er ikki nøk-
tandi, sigur Eyðun Elttør,
sum hugsar sær eina loysn í
tveimum pørtum.
Í fyrra lagi skal um-
hvørvisdeildin á Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan, hava
fleiri starvsfólk. Játtanin á
løgtingsfíggjarlógini fyri
2001 skal hækkast, sigur
hann.
-Vit kundu sett okkum
sum mál, at tað koma trý
fólk afturat til umhvørvis-
góðkenning. Higartil hevur
bert eitt fólk verið til hetta
endamálið, sigur hann.
Stóra arbeiðsbyrðan á
umhvørvisdeildin á Heilsu-
frøðiligu Starvsstovu ger, at
deildin hevur verið noydd
at raðfesta uppgávurnar sera
strangt. Sostatt eru tað
nógvar yrkisgreinar, sum
ongantíð
rættuliga
eru
slopnar framat.
Hetta vónar landsstýris-
maðurin verður broytt.
-Fáa vit játtan til trý fólk
afturat kundu fólkini eisini
verið til vegleiðing, soleiðis
at tey kundu verið virkju-
num til hjálpar, sigur hann.
-Tá kundu fyritøkur, sum
vilja hava síni umhvørvis-
viðurskifti í rættlag vent sær
til umhvørvisdeildina og
fing-ið hjálp hóast fyritøkan
ikki arbeiðir innanfyri tað
raðfesta økið.
DÁNJAL HØJGAARD
-Tað gevur onga meining, at
samtykkja eina lóg, uttan
samstundis at játta tann pen-
ing, ið skal til fyri at tryggja,
at lógin verður hildin.
Hetta sigur Marjus Dam,
næstformaður í trivnaðar-
nevndini hjá løgtinginum.
Tingmaðurin hjá sam-
bandsflokkinum er illa við
av teimum upplýsingum,
sum í seinastuni eru komnar
fram um føroyskar fyritøkur
og umhvørvisvernd.
Hann sigur, at løgtingið
als kann ikki liva við, at bert
Innaneftirlit
Eyðun Elttør sigur, at spurn-
ingurin um umhvørvisgóð-
kenning, verður tikin upp í
sambandi við, at ein um-
hvørvispolitikkur skal orð-
ast. Ein nevnd fer í næstum
at orða ein slíka politikk.
Landsstýrismaðurin úti-
lokar tískil ikki, at galdandi
umhvørvisverndarlóg verð-
ur broytt, og at vit fáa eitt
nýtt slag av umhvørvisgóð-
kenningum:
-Í dag er tað soleiðis, at
vit hava eina umhvørvis-
góðkenning, har myndug-
leikin ger meginpartin av
arbeiðinum. Vil kundu held-
ur gingið hinvegin. Vit
skuldu kanska havt eitt slag
av góðkenning, har mynd-
ugleikin góðkennir sjálva
umhvørvisskipanina, t.v.s.
eitt slag av innaneftirliti á
virkjunum, sigur hann.
-Hetta merkir, at virkið
sjálvt ger eitt innaneftirlit,
ið verður lagt fyri myndug-
leikarnar, sigur landsstýris-
maðurin.
Varin deildarleiðari
Leiðarin á umhvørvisdeild-
ini á Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni sigur, at trý fólk
hevði verið eitt munagott
framstig fyri eftirlitið við
teimum dálkandi virkju-
num.
-Hetta kundi gjørt, at vit
høvdu fingið skipað arbeið-
ið á hesum øki, sigur Jákup
Pauli Joensen, sum heldur,
at verður einki gjørt gerst
ikki annað enn at taka hend-
an partin av lógini av.
Tað hevði kortini verið
ein „stór falitterklering“ og
eitt afturstig í mun til
grannalondini, heldur Jákup
Pauli Joensen.
Eftir at hava bíðað eftir
eini størri játtað til økið í so
mong ár, leypir leiðarin á
umhvørvisdeildini ikki upp
í loft av frøi.
-Lat okkum nú síggja,
sigur Jákup Pauli Joensen.
Málið fyri løgtingið
Løgtingið má antin broyta lógina,
ella játta peningin, sum skal til fyri at
halda lógina um umhvørvisvernd. Tað
sigur Marjus Dam, næstsformaður í
trivnaðarnevnd, sum nú fer at at taka
málið um vantandi eftirlitið við
dálkandi virkjum upp í tinginum.
10.hvør virki og fyritøka í
Føroyum halda lógina um
umhvørvisvernd. Og at stór-
ar fyritøkur, sum t.d. Havs-
brún í Fuglafirði, sleppa
undan regluligum eftirliti.
Antin má lógin um um-
hvørvisvernd broytast, so at
tað ber til at halda hana. Ella
má Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan fáa tann pening, ið
skal til fyri at halda lógina.
Sambært Marjusi Dam, er
tað blivið eitt afturvendandi
fyribrigdi, at løgtingið ger
lógir, uttan at játta neyðuga
peningin fyrst.
Og Marjus Dam ætlar
ikki at lata málið fara fram-
við borðinum. Hann sigur,
at hann fer at seta lands-
stýrismanninum í umhvørv-
ismálum fyrispurning í
málinum.
-Vit mugu arbeiða fyri at
fáa hesi viðurskiftini í rætt-
lag, sigur tingmaðurin.