fríggjadagur 23. juni 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 118 - 23. juni 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 118 - 23. juni 2000
Droymir tú um at lata pengarnar arbeiða fyri teg, so er íløga í virðisbrøv tað rætta.
Kaupthing hevur vitanina, ið kunnu gera tínar dreymar til veruleika. Tosa við
okkum og vit finna í felag eina loysn, ið hóskar til júst tín tørv.
Tinghúsvegur 14 • Tórshavn
Tel 351500 • Fax 351501
www.kaupthing.com
S A N S I R T E L 3 5 5 3 5 5
Jóansøkubál
Nógvastaðni er tað vorðið vanligt at brenna jóansøkubál.
Í Havn er siðurin longu fleiri ára gamal, og eisini vest-
menningar hava gjørt tað til fastan tátt
EDVARD JOENSEN
Aftur í ár fer Vestmanna
Ítróttarfelag at skipa fyri
hugnaløtu við jóansøkubáli
á sandinum Inni á Fitjum í
Vestmanna.
Hetta er tiltak, sum er
vorðið afturvendandi, siga
fyrireikararnir í tíðinda-
skrivi.
Jóansøkutiltakið hjá Vest-
manna Ítróttarfelag verður
í ár jóansøkuaftan, leygar-
dagin 24. juni.
Byrjað verður við pony-
ríðing
klokkan
15.00.
Klokkan 16.00 verður grill-
in tendrað, og til ber at grilla
pylsur og fáa okkurt lesk-
andi afturvið.
Sungið verður vanliga við
slík høvi, og vestmenningar
ætla heldur ikki, at tað skal
fara framvið. Teir hava
sanghefti til tað sama, siga
teir.
Men alt kostar pengar, og
tiltakið hendan dagin er fyri
at fáa pengar til ítróttarfel-
agið. So lutaseðlasøla verð-
ur eisini. Fyrireikararnir
siga, at nógvir góðir vinn-
ingar eru á lutaseðlunum.
Til eitthvørt jóansøkubál
eigur eisini ein røða at vera.
Og jóansøkurøðan í Vest-
manna í ár verður hildin
klokkan 18.00. Tað verður
varaløgmaður, Høgni Hoy-
dal, sum fer at halda jóan-
søkurøðuna á sandinum
Inni á Fitjum í Vestmanna
ár 2.000.
Sjálvt bálið verður tendr-
að, tá eitt sindur er liðið út.
Klokkan 19.00 ella seinni,
skriva vestmenningar í tíð-
indaskrivinum.
Annars hava vestmenn-
ingar nýliga vaksið um
sandin Inni á Fitjum. Tað
var soleiðis, at við teimum
útbyggingum, sum verið
hava fram við sjósíðuni í
Vestmanna, hvarv eisini
tann gamli sandurin. Síðan
varð sandur pumpaður upp
aftur uttan fyri grótkastið
Inni á Fitjum. Men ikki alt
tóktist nóg gott har. So nú í
summar er meira sandur
lagdur upp har.
Eisini aðrastaðni verða
Vestmenningar fara at hava jóansøkubál á sandinum uttan fyri grótkastið á Fitjum
jóansøkubál tendrað.
Í Havn plagar, sum sagt,
at vera jóansøkubál í Sandá-
gerði á hvørjum ári.
Um viðrar er ætlanin at
hava bálið í kvøld, verður
sagt av Býráðnum.
Shjálvt tiltakið byrjar við
ponyríðing, sum Føroya
Ríðingarfelag skipar fyri
klokkan 20.00.
Klokkan 21.00 verður
bálið tendrað, og tá fer
Eyðun Johannesen, sjón-
leikari, at halda røðu.
Tað eru skótar, sum gera
bálið, og tað eru eisini skót-
ar, sum fara at selja kaka og
bollar á økinum.
Felagssangur verður, sum
vera man, og eisini verður
føroyskur dansur á sandi-
num, sum vanligt er.