Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 118 - 23. juni 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 118 - 23. juni 2000 DIA MIDJORD Tað er ikki heilt ókeypis at fáa eina treytaða frádøming av koyrikortinum, men hetta er langt frá so kostn- aðarmikið sum eitt nýtt koyrikort. Missir tú koyrikortið, er neyðugt at fara til nýggja upptøkuroynd. Tú rindar kostnaðin fyri bæði teori og koyring, og hetta kann skjótt nærkast teimum 5000 krónunum. Fært tú eina treytaða frádøming, skalt tú taka eina sokallaða eftiransandi koyriroynd innan tríggjar mánaðir. Henda royndin kostar 550 krónur, og aftrat kemur koyritímin - tilsam- ans slakar túsund krónur. Eftiransandi koyriroyndin verður tikin á Bileftirliti- num, og ikki er neyðugt at fara umvegis ein koyrilær- ara. Royndin skal avgreið- ast innan tríggjar mánaðir. Bíligari, ikki linari Jákup Jacobsen, stjóri á Bil- eftirlitinum, ið umsitur eftir- ansandi koyriroyndina, met- ir ikki, at treytaða frádøm- ingin er ein nógv linari revs- ing enn treytaleysa frádøm- ingin. Um eina góða viku fer nýggja ferðslulógin at virka. Í hesum sambandi eiga bilførarar at leggja sær í geyma nakrar av broytingunum. Undir koyring er ikki loyvt at snakka í handhildnari fartelefon. Fartelefonin skal vera fest í bilinum, og bilførarin má hava neyðugu útgerðina, um hann framvegis ætlar sær at tosa í telefon undir koyring. Ljósbroytingar Nýggja ferðslulógin hevur víðkað tíðina, ein skal koyra við nærljósum, við hálvum øðrum tíma. Henda sokallað lyktatendringartíðin verður eftir nýggju lógini frá sólsetri til sólarris. Hóast tað er ljóst og gott sýnið, so krevur nýggja lógin, at tú koyrir við minst nærljósum í lyktatendringartíðini. Sostatt má ein bilførari av eldri bili minnast til at tendra nærljósini, tá koyrt verður um náttina. Hetta er skjótt at gloyma, tá ljóst er alt samdøgrið. Ein onnur broyting viðvíkjandi ljósunum á akfari er, at tú eftir nýggju lógini í minsta lagi skal koyra við nærljósum uttan fyri lyktatendringartíðina. Nakrir bilar hava serlig koyriljós, og tey kunnu eisini nýtast. Men tað er ikki loyvt at koyra við støðuljósum. Nýggja lógin líkastillar lastbilar, bussar og liðbussar. Hámarksferðin er sett til 70 km/t í nýggju lógini. Hámarksferðin í fjølbygdum øki má kortini ikki verða meir enn 50 km/t. Dia Týðandi broyt- ingar í nýggju ferðslulógini Um dagin mást tú minst koyra við nærljósi ella serligum koyriljósi. Og hándhildin fartelefon undir koyring verður ikki góðkend eftir 1. juli Bíligari at koyra skjótt Fært tú treytaða frádøming av koyrikortinum, skalt tú innan tríggjar mánaðir taka eina eftiransandi koyriroynd. Henda kostar á leið 1000 krónur – Tú missir eisini koyri- kortið við einum treytaðari frádøming, men tá fylgja treytir við. Brýtur tú lógina einaferð aftrat innan trý ár, broytist frádømingin til treytaleyst, sigur Jákup Jac- obsen og leggur aftrat, at ein á henda hátt lættari kann uppala rætta ferðsluhug- burðin. Hann vísir eisini á, at tað er ikki so lætt at fara til eina nýggja roynd. – Eftiransandi koyri- royndin setir somu krøv sum vanlig upptøkuroynd til koyrikort. Og tað er skjótt at gloyma bæði teori og koyring, um ein hevur havt koyrikort í eitt langt áramál. – Klárar tú ikki teorina, so fellur hamarin. Koyri- kortið verður treytaleyst tik- ið og tú mást byrja av nýggjum. Sama er galdandi, um tú ikki møtir til royndina innan ásettu freistina á tríggjar mánaðir, sigur stjór- in á Bileftirlitinum Jákup Jacobsen. Kunngerðin í sambandi við eftiransandi koyriroynd- ina er ikki liðug enn, men arbeitt verður við hesum á Bileftirlitinum. Stjórin roknar við, at arbeiðið verð- ur liðugt einaferð í heyst. Tað er ikki heilt ókeypis at fáa eina treytaða frádøming av koyrikortinum, men hetta er langt frá so kostnaðarmikið sum eitt nýtt koyrikort. BENETTON byrjar mánamorgunin 26.06 kl. 08.00 Øll summarklæðir ÷40% Skógvar ÷30% Sokkar, keppar, hattar 10,- Babyrestir 50,- Sosialurin - 311820 UNITED COLORS OF BENETTON. Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn • Tel. 317661 TANN STÓRA SUMMAR- ÚTSØLAN Kórstevnan Atlantsljómur verður í ár hildin í tíðar- skeinum 26/6 til 2/7-2000. Luttakararnir á kórstevnuni koma frá Norra, Danmark, Eysturríki, USA og Føroy- um. Stevnan, sum í ár er ein partur av Summartónum, endar við tveimum stórslig- num konsertum í Norður- landahúsinum leygardagin 1. juli kl. 19.30 og sunnu- dagin 2. juli kl. 16.00 har m. a. megnarverkið ”Ein deutsches Requiem” eftir týska tónaskaldið Johannes Brahms verður framført. Verkið er fyri kór og or- kestur. Kórið sum ferð at luttaka á konsertunum telur uml. 110 sangarar frá trim- um ymiskum kórum. Lut- takandi kórini eru: Vokal- ensemblet Ginnungagap úr Norra, Dania ConSonans úr Danmark og Havnarkórið saman við sangarum úr øðr- um kórum í Havnini og av bygd. Vokalensemblet Ginnungagap Norska kórið Ginnungagap varð stovnað á várið 1998. Kórið telur 13 fólk, ið hava royndir frá øðrum størri kórum. Stig vóru tikin til at stovna kórið fyri at geva sangarum, ið longu høvdu nógvar royndir í størri kórum, møguleikan fyri at syngja í einum lítlum kóri har møguleikar fyri at menna seg sum sangara eru størri og har ábyrgdin á hvørjum einstakum sangara eisini er størri. Síðani Ginnungagap varð stovnað hevur Torbjørn Dyrud stjórnað kórinum. Torbjørn Dyrud studerar kirkjutónleik á Norges Musikkhøgskole og hevur studera kórdirektión hjá Tore Erik Mohn og Grete Helgerød. Ginnungagap hevur lagt seg eftir at syngja fjølbroytt- an kórsang men leggur tó høvuðsdentin á nýggjari tónleik. Konsertskráin hev- ur fyri tað mesta verið ”seri- øsur” tónleikur, men tey hava eisini framført meira lættan tónleik. Hóast kórið er ungt hevur tað havt fleiri konsertir m.a. á Universitetinum og í kirkj- um. Kórið varð eisini við tá Slottskapellið lat upp og hevur eisini verið við í onkr- ari sjónarpssending um- framt øðrum mentunar- tiltøkum. Umframt at verða við í Brahmskórinum ferð Ginn- ungagap eisini at hava kon- sert í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 30. juni 2000, har kórið ferð at fram- føra bæði nýggjan og gaml- an klassiskan tónleik. Ginnungagap og Dania ConSonans Dania ConSonans, sum teir 35 donsku sangarirnir nevna seg, eru teir flestu ein partur av kenda danska kórinum Dania Sonans, sum er sett saman av uml. 60 royndum sangarum úr øllum landi- num. Fyri at gerast limur í Dania Sonans skal ein hava verið ígjøgnum eina krevj- andi upptøkuroynd, sum m.a. inniheldur solosang og kvartetsang. Flestu limirnir í kórinum nýta møguleikan at verða við í Dania Sonans fyri at kunna verða við í størri og meira krevjandi uppgávum enn teir annars eru við í, í teimum kórum teir dagliga venja við. Með- an onnur, sum dagliga ikki hava tíð til at verða við í einum kóri, hava møguleik- an fyri at sleppa at syngja nakrar ferðir um árið, uttan at hetta ferð við so nógvari tíð. Hetta av tí at Dania Son- ans ikki sum flest onnur kór hevur fastar venjingar hvørja viku, men samlast tvær ferðir um árið har vant verður frá fríggjadegi til sunnudag, umframt at kórið kemur saman undan kon- sertum og uttanlanda- ferðum. Millum tey mongu verkini kórið hevur framført eru Mozarts Requiem sam- an við Gøteborgs Symfoni- orkester, Jesu Meine Freude eftir Bach og Ein deutsches Requiem saman við Odense Symfoniorkester. Umframt sangararnar úr Dania Sonans eru eisini nakrir sangarar úr øðrum kórum í Danmark og saman nevna tey seg so Dania Con- Sonans. Kórleiðarin Michael Bojesen, sum síðani 1989 hevur stjórnað kamarkóri- num Camerata og sum undirvísir á Det kgl. Danske Musikkonservatorium um- framt eisini at verða virkin komponistur, verður ikki við á ferðini til Føroya og tí ferð Dania ConSonans ikki at hava egnar konsertir á føroyaferðini, men ferð bert at luttaka sum partur av Brahmskórinum. Orkestrið Orkestrið, sum luttekur á Brahmskonsertunum í Norðurlandahúsinum tann 1. og 2. juli 2000 telur 54 tónleikarar úr trimum londum. Orkestrið er sett saman av tónleikarum úr Austrian Art Ensemble úr Eysturríki, og Sandnes Orkesterforening úr Norra og tónleikarum úr Føroy- um, sum flestu dagliga Atlantsljómur 2000 virka sum musikkskúlalær- arar. Harumframt eru nakrir einstaklingar m.a. ein hørpuleikari úr Danmark. Sandnes Orkesterforening Sandnes Orkesterforening er eitt symfoniorkester, sum telur uml. 60 tónleikarar harav 20 koma til Føroya at luttaka á konsertunum í Norðurlandahúsinum. Orkestrið er sett saman av tónleikarum, sum koma frá øllum Sør-Rokalandi. Í 1995 helt orkestrið sín 100- ára stovningardag við stór- ari konsert har verkið ”Kar” eftir Torstein Aaagaard-Nil- sen varð framført. Sandnæs Strygeorkester, eitt ensemble uppá 7 tón- leikarar — tríggjar blásarar og fýra strúkarar, varð stovnað í 1895 av Erling Skjalgson. Í 1944 varð navni broytt til Sandnes Or- kesterforening. Framførsl- urnar hjá orkestrinum hava sjálvsagt verið nógvar og strekkja seg líka frá nýggjárskonsertum til fram- førslur við ungum talentum heilt niður í musikkskúla- aldur. Í 1998 framførdi orkestrið ”Czardasfyrstinnen” saman við operakórinum í Sør- Rokalandi. Eisini hevur or- kestrið framførðslur saman við Den Norske Opera, sum kemur til Sør-Rogaland annaðhvørt ár saman við dirigenti og solistum. Síðani 1996 hevur Odd Sveinung Johnsen stjórnað Sandnes Orkesterforening. Norska kórið Ginnungagap varð stovnað á várið 1998. Kórið telur 13 fólk, ið hava royndir frá øðrum størri kórum støðirnar kring landið Í Gundadali tel. 31 47 70 Í Kollafirði tel. 42 10 83 Í Saltangará tel. 44 91 33 Í Klaksvík tel. 45 73 53 Í Sørvági tel. 33 20 01 Í Leirvík tel. 44 33 60 Í Skálafirði tel. 44 12 00 VIKA 25 VIKA 25 1 American Pie 1 American Pie 2 007 - 2 007 - The W The World is Not Enough orld is Not Enough 3 Instinct 3 Instinct 4 End of Days 4 End of Days 5 5 Teaching Mrs. T eaching Mrs. Tingle ingle 6 Thomas Cr 6 Thomas Crown Af own Affæren en 7 The Ninth Gate 7 The Ninth Gate 8 Mickey Blue Eyes 8 Mickey Blue Eyes 9 I Kina spiser de hunde 9 I Kina spiser de hunde 10 10 Fight Club Fight Club p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 Blue Streak The Haunting