fríggjadagur 23. juni 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 118 - 23. juni 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 118 - 23. juni 2000
Jóansøkan 2000 er í hondum. Stevnan er í ár í Vági og vágbingar
hava seinastu vikurnar havt blikk og pensil í hond, skúlabørn eins og
vaksin hava rudda› framvi› vegi og strond og umfatandi asfalt-
arbei›i er gjørt, sum er partur av størri heildarætlan. Handlar og
fyritøkur hava fyrireika› seg til jóansøkuna, summargestir í útlegd
vitja aftur í heimbygdini og í ár hittast 7 skúlaflokkar aftur í Vági at
minnast aftur á gamlar dagar. Vágsbygd er snøgga› og er klár at taka
ímóti og birta lív í jóansøkudreymar hjá gestum og sínum egnu
vitjandi b‡arbørnum
Jóansøkan 2000
Jóansøkan 2000
Mynd: Dagfinn Olsen
Fyrsti leiðarin settur
á Landssjúkrahúsinum
ÁKI BERTHOLDSEN
Arbeitt verður nú við megi
fyri at fáa nýggja bygnaðin
á Landssjúkrahúsinum sett-
an í verk.
Ætlanin er at bygnaðar-
broytingarnar skulu vera
lidnar í summar og nú verð-
ur søkt eftir fólki at manna
tey ymsu nýggju størvini.
Herfyri varð nýggjur
sjúkrasystrastjóri settur.
Og síðani er eisini Jón á
Steig settur í starvið sum
læknastjóri. Men tað er bara
fyribils, tí tá ið starvið varð
lýst leyst, var bara ein um-
søkjari og tað helt Almanna-
og heilsumálastýrið var ov
lítið og tí er starvið lýst leyst
Rættilig gongd er nú komin á arbeiðið at broyta bygnaðin á Landssjúkrahúsinum. Jóan
Petur Davidsen er nú settur í tað fyrsta nýggja, leiðandi yvirlæknastarvið. Hann kann nú
kalla seg leiðandi yvirlækna á Skurðdeildini
Jóan Petur Davidsen er settur sum leiðandi yvirlækni á
Skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum
av nýggjum.
Annars skal ein leiðandi
yvirlækni og ein leiðandi
sjúkrasystir setast til hvørja
av teimum trimum deild-
unum á sjúkrahúsunum,
Skurðdeildini, Medisinsku
deild og Psykiatrisku deild.
Og tað fyrsta av hesum
størvum er nú sett.
Tað er Jóan Petur David-
sen, yvirlækni, ið er settur í
starvið sum leiðandi yvir-
lækni á Skurðdeildini.
Maria á Dul í Almanna-
og
Heilsumálastýrinum,
sigur, at størvini blivu í
fyrstu syftu lýst leys innan-
hýsis á Landssjúkrahúsin-
um, men tað kom bara um-
sókn og hon var til starvið
sum leiðandi yvirlækni á
Skurðdeildini.
Hendan eina umsóknin
var frá Jóan Petur Davidsen
og hann er nú settur í starv-
ið.
Hini størvini sum leið-
andi yvirlæknar á teimum
ymsu deildunum, og størv-
ini sum tær leiðandi sjúkra-
systrarnar, umframt starvið
sum læknastjóri, eru øll lýst
leys av nýggjum og tey
verða væntandi sett nú í
summar.
Leiðandi yvirlæknin og
leiðandi yvirsjúkrasystirin á
teimum ymsu deildunum
fáa í felag ábyrgdina av
deildini, sum tey arbeiða á.
Tað merkir, at tey skulu
leiða deildina í felag.
Men kemur tað til skarp-
skeringar, er tað kortini
yvirlæknin, sum hevur
heimild at skera ígjøgnum,
uttan í teimum førum, har
talan er um røktarfakligar
spurningar burturav, tí tá
hevur leiðandi sjúkrasyst-
irin evstu ábyrgdina einsa-
møll, sigur Maria á Dul.
Jóan Petur Davidsen tók
við starvinum sum leiðandi
yvirlækni tann 10. juni.
Hann tók annars lækna-
frøðiligt prógv í 1978 og
síðani hevur hann arbeitt í
Danmark og í Svøríki.
Hann kom á Landssjúkra-
húsið í 1991, men í 1994-
1995 hevði hann farloyvi,
tá ið hann var í Noregi og
arbeiddi.
Hann er serlækni í al-
mennari kirkurgi og uro-
logi, sum er læran um súkur
í landrásini.
Hann er eisini formaður í
føroysku deildini hjá ser-
læknafelagnum og tí hevur
hann verið ein av teimum,
sum
hava
verið
mest
frammi í sambandi við
bygnaðarbroytingarnar á
Landssjúkrahúsinum
og
toganina við sjúkrasystrar-
nar um leiðsluna á okkara
høvuðssjúkrahúsi.
Men nú sigur hann, at
hann er fegin um at spurn-
ingurin um bygnaðin er
loystur.
– Vit hava nú fingið eina
greiða leiðsluskipan. Eg sigi
ikki, at allir trupulleikar
hvørva beinanvegin. Men
eg trúgvi fult og fast uppá,
at vit nú hava fingið eitt gott
støði, sum vit kunnu byggja
á so at tað ber til at fáa meiri
skipað viðurskifti á Lands-
sjúkrahúsinum, sigur Jóan
Petur Davidsen.