mikudagur 1. mai 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya
er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
FO-110 Tórshavn • Føroyar
Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo
Førleikar
Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv
sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingar-
førleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað granskingarevni, og sum
hava ítøkiliga ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð kunnu eisini søkja
starvið. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat-
ella masterútbúgving.
Umsøkjarar, sum hava kunnleika til fólkaskúlan og námsfrøðiliga
økið, hava fyrimun. Undirvísingarroyndir á universitetsstigi geva eisini
fyrimun.
Umsøkjarar, ið ikki lúka krøvini til adjunktsetan, kunnu fáa í boði at
verða settir í námslektarastarv. Námslektari skal hava góðan fakligan
og námsfrøðiligan førleika, vísindaligan førleika og fyrisitingarroyndir
í sambandi við hægri undirvísing.
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgv-
ing argongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av granskingar áhuga-
málum og framtíðarætlanum.
Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda
undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum um tær eru til taks.
Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við. Um-
søkj arar til adjunktstørv kunnu í mesta lagi leggja 5 tey bestu vísinda-
avrik við umsóknini.
Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt og í fýra eintøkum á
pappíri.
Setanargongd
Størvini verða sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskapar-
setri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála við Akadem-
ik arafelag Føroya.
Umsóknin verður viðgjørd og mett av eini metanarnevnd. Umsøkj-
arar fáa metingina av umsókn síni.
Freist
Umsóknarfreist er 16. mai 2013.
Miðað verður eftir at seta størvini 1. august 2013.
Umsóknir skulu sendast til:
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovuna
J. C. Svabos gøtu 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
umsokn@setur.fo ella Jørgen Meitilberg jorgenm@setur.
Nærri upplýsingar fáast hjá Maluni Marnersdóttur, malanm@setur.fo
dekani á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsfrøði,
og hjá Janusi Jensen, janusj@setur.fo, deildarleiðara á Námsvísinda-
deildini.
Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo
Størv á Fróðskaparsetri Føroya
Adjunktstarv í lívfrøði- og náttúru og tøkniundirvísing
Starvið er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í lívfrøði, náttúru og tøkni
Starvið fevnir um gransking lívfrøði og náttúru & tøkni við atliti at undirvísingarfrøði. Undirvísingarpart-
urin verður knýtt at útbúgvingini til fólkaskúlalærara. Talan kann eisini verða um at taka lut í undirvís-
ing í øðrum námum á Fróðskaparsetrinum eitt nú í námsfrøðingaútbúgv ingini.
Granskingarparturin verður í stóran mun tengdur at serøki umsøkjarans í samstarvi við ta undir-
vísingarfrøðiligu og lívfrøðiligu gransking, ið longu er á Fróðskaparsetrinum.
Adjunktstarv í námsfrøðiligari leiðslu og fyrisiting
Starvið er granskingar- og undirvísingarstarv í námsfrøðiligari leiðslu
og fyrisiting
Starvið fevnir um gransking og undirvísing í námsfrøðiligari leiðslu og fyrisiting.Vísinda greinin verður
knýtt at undirvísingini í námsfrøðiligari leiðslu í útbúgvingunum til fólka skúlalærara og námsfrøðing.
Talan kann eisini verða um at veita undirvísing til aðrar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum.
Granskingarparturin verður í stóran mun tengdur at serøki umsøkjarans í samstarvi við ta gransking
í námsfrøði, leiðslu og samfelag, ið longu er á Fróðskaparsetrinum.
Adjunktstarv í støddfrøði
Søkt verður adjunkti í støddfrøði við atliti at námsfrøði og undirvísingarfrøði
Starvið fevnir um gransking og undirvísing í støddfrøði í læraraútbúgvingini við atliti at didaktikki í
støddfrøði. Tann, ið fær starvið, verður knýttur at útbúgvingini til lærara á Námsvísindadeildini. Við-
kom andi fer væntandi eisini at undirvísa í øðrum útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum.
Vísindaligi parturin í starvinum verður í stóran mun tengdur at serøki umsøkjarans í samstarvi við
ta gransking, sum er á Fróðskaparsetrinum.
Tann, ið fær starvið skal ganga inn í eitt didaktiskt toymi við undirvísarar og granskarar á Námsvís-
inda deildini og í eitt støddfrøðiligt toymi við stødd- og hagfrøðingar á Nátt úruvísindadeildini og á tann
hátt taka lut í menningini av støddfrøðiligari gransking á Setr inum.
Adjunktstarv í enskum
Starvið er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í enskum við atliti
at undirvísingarfrøði
Starvið fevnir um gransking í undirvísingarfrøði í fremmandamálum og undirvísing í enskum í útbúg-
vingini til fólkaskúlalærara.
Granskingarparturin verður í stóran mun tengdur at serøki umsøkjarans í samstarvi við ta náms-,
undirvísingarfrøðiligu og málfrøðiligu gransking, ið longu er á Fróðskaparsetr inum.
Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi