Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mai 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Jákup Olsen, pápi okkara, er føddur tann 23. apríl 1938 á vest­ara kamarinum uppi á loft­inum í húsinum hjá Jákup Midjord á Øgrum. Pabba er sonur Miu og Karl Olsen, og eftir at pabba varð føddur, fluttu tey til Vágs í nýggj hús, sum standa úti í Toftalíð úti á ”Vendiplássinum”. Lívið gekk sína gongd í Toftalíð, og húsini í granna­ lag­num vóru sum eitt, og børnini eins og tey vaksnu gingu inn til hvønn annan dag­liga. Tey bond, ið har vóru knýtt, vóru knýtt fyri lívið. Heimið hjá ommuni og abbanum í Toftalíð stóð altíð opið, og var sum eitt heim fyri mong. Heimið var karmur um eitt ríkt ment­anar­lív, har alskurin fyri før­oyskum kvæðaskaldskapi og fost­ urlandsrímum birtist. Hetta sæst aftur í teimum óteljandi skrivibókum, ið tú pabba skriv­aði kvæði og tættir í, og herav kemur tín framúr vakra hondskrift. Eisini er hetta ein av hornasteinum undir tínum yrkjaraevnum sam­an­tvinnað við, at tú hevur so mætar yrkjarar sum Poul Jóhannes táttayrkjara og Poul F. sum   nærmastu skyld­menn. Somuleiðis síggj­ ast hesi evni aftur í tín­um máta at rúnarbinda áhoyr­ar­ an í tínari frásøgn, og tí var tað ikki so løgið, at valið fall á at útbúgva teg til lærara. Eftir loknan realskúla skuldi støða takast til, hvar leiðin skuldi ganga. Í 1957 fór tú pabba til Danmarkar, á Nørre Nissum seminarum, sum fyrsti føroyingur nakr­ an­tíð har. Her bergtókst tú, hesin føroyski unglingurin mangan vestjyda við tín­um serliga verumáta og lyndi. Her knýtti tú mong vinar­ bond, sum eru eins sterk tann dag í dag. Á Nørre Nissum møtti tú mammu, sum eisini las til lærara har,   og heim við sær frá Nørre Nissum tóku mamma  og pabba ikki bert lesn­aðin, men nevn­ast kann úr rúgvuni eitt nú læru­ greinina tilevning, sum ikki áður var lærugrein. Pabba helt skeið fyri føroysku lær­ ar­unum í hesi nýggi læru­ grein og má sigast, at hendan læru­grein stendur eftir hann sum ein varði. Í hesum sambandi kann nevnast ein lítil søga, um Lougi Morell, sonur navn­framu listar­ kvinnuna Rutt Smith.  Í ein­ um av evn­ingar­tím­unum gjørdi Lougi ein mam­mut úr papp-maché, og tá pabba helt skeið fyri lær­ar­un­um í Før­ oy­um í tilevning, varð hesin sami mam­mutturin vístur fram sum modell. Hesin sami mam­muttur stendur enn í stov­uni í barna­heim­inum hjá okk­um í Vági. Mamma og pabba komu heim og vóru sett í starv við Vágs skúla. Tit vóru ung og virkisfús og fóru eldhuga til verka. Tit vóru eldsálir í tykkara virki, og tit bygdu skúlan upp innanífrá við nýggj­ari námsfrøði. Tit vóru sum ein nýggjur spíri, sum brátt fór at næla og veksa. Ein tann størsti minn­is­varðin eftir tykk­um er stási­ligi Vágs Skúli, sum tú pabba stóð á odda fyri at fáa bygdan. Í 1980 tekur tú pabba yvir politiska leiklutin hjá pápa tínum,  tá hevði hann sitið í býráðnum í 16 ár og still­aði ikki uppaftur. Tú varð settur á listan og varð valdur. Tú sat í býráðnum í 20 ár. Í 1994 vart   tú valdur á Før­oya Løgting fyri Kristiliga Fólka­ flokkin, sum fyrsti og einasti um­dømis­valdi ting­maður floksins, líka frá flokk­urin varð stovnaður mið­skeiðis í farnu øld, tá  Kjart­an Mohr stovn­aði flokkin. Sum ting­ maður valdur fyri Suður­ oynna í 1994, har fíggjarkervið í Føroyum ridlaði, setti tú tær sum mál at leggja lunnar undir eitt hvørt vinnuligt virk­semi í tínari heimbygd. Eisini sum tingmaður gjørdi tú títt til at verja ogn Føroya fólks við millum annað at krevja, at øll frálandavinna og møgulig oljuvinna skuldi fara um føroyskan kai­kant. Harumframt fekst tú tryggj­ að orðingina í olju­lóg­gávuni, at ”oljan er ogn Føroya fólks”. Heimanífrá hevði tú títt sjálvbjargnislyndi og hug­ sjónarliga viðføri, og hetta er sjónliggjørt og styrkt enn meira undir tíni lestrartíð á flatlondum.   Tað er nokk her, at hugsjónin um einar sjálvbjargnar Føroyar komu inn í myndina. Tú skuldi tó eina langa leið í politiska lands­lagnum, áðrenn tú fann títt gróðrarfesti í Fólka­ flokkinum, har tú óivað hug­ sjón­arliga altið hevur hoyrt til. Við Fólkaflokkinum fekst tú samantvinnað tína borg­ ar­ligu og liberalistisku hug­ sjón við tankanum um radi­ kalt sjálv­bjargni. Á vinnuøkinum hevur tú eisini víst títt hegni og virkisfúsni. Tú hevur ikki havt minnið enn 4 bátar, Soleu, saman við verfað­irin­ um, Torra, saman við brøðru­ num, Ottar og Kára. Nóta­ bátin Saksaberg, saman við allari manningini og rækju­ bátin, Hvannaberg, saman við skiparanum. Her hava tú og mamma havt dirvi til at seta tykkara síðstu krónur í hesi vinnutól. Sjálvt um tað mangan sá svart út, høvdu tit dirvi til at vága. Her hava tit skapt nógv virksemi fyri Føroya land, og stendur hesin parturin eftir tykkum sum ein blómublettur. Vit systkin og mamma hava mangan troyttast inn á teg um, at tú ikki kann liva lívið, njóta lívið her og nú, ferðast, slappa av, men slíkt  hevur bert fyri teg verið keðiligt. Tær dámar best at vera mitt í meldrinum og har kenna lívsins puls. So vit kunnu siga, at tú ert ein lívsnjótari, men bara ikki soleiðis sum vit vanliga skilja hugtakið, og tískil hava vit kanska ikki altíð verið líka góð til at fylgt við tínum tank­um í   jagstranini eftir nýggj­um møguleikum og av­ bjóðingum. Tú hevur altíð sæð útum tað vanliga, og tí hevur tað eisini tikið tíð hjá okkum øðrum at fylgt við, men tú hevur tó altíð,  tá ein tíð er fráliðin, megnað at fáa okkum at síggja júst hesar møguleikar. Við hesum hevur tú somuleiðis lært okkum at síggja nýggjar møguleikar í lívinum og at søkja nýggjar avbjóðingar. Nógv er at taka fatur á í einum hendingaríkum lív­ ið, nú trýfjórðingsøld er runnin, Lív titt hevur verið á tremur við nógvum góðum og avbjóðandi upplivingum, sum kundi verið áhugavert at tikið fram: Skúlasøgan, vinnulívssøgan, bóndasøgan, fiskarísøgan, mentanarsøgan og politiska søgan eru bert nøkur av teimum áhugaverdu viðurskiftum, tú hevur tikist við. Tó er tað, sum liggur okk­ um nærmast á sinni,   tey virðir, sum tú hevur staðið fyri, sum tú hevur lagt okkum í beinini. Tú hevur altíð verið okkara fyrimynd, tá ræður um at taka avgerðir á røttum grundarlagi. Tú vart altíð neyvur í tínum forarbeiðið, tú tókst altíð avgerðir, sum vóru grundaðar á rættvísi og framskygni. Tað siðsøguliga hevur altíð fylt nógv. Tey virðir, ið vóru grundfest í barna­ árunum hjá tær pabba, eru borin víðari til okkum og okkara børn. Heimið á Vendi­plássinum stóð altíð opið, har var høgt til loftið og vítt til veggja, hugsjónarliga og menniskjaliga rúmsátt, har øll vóru vælkomin og meiningar vóru bornar fram. At tora at   hugsa nýggjar tank­ar og dirvi at geva sínar mein­ingar til kennar, var virðis­mett. Ongantíð varð tikið dagar ímillum høgan og lágan, og hesi kristni, demo­kratisku virði, tað   at síggja tað virðismikla í tí ein­staka,   og at vit skulu vera móti øðrum, sum vit ynskja, at onnur skulu vera ímóti okkum, hevur verið kjøl­festið í hugaheiminum hjá okkum børnum. At verða sjálv­bjargin, grundað á tey kristnu virðini og ganga sína egnu leiðir - hvørt menniskja sær - soleiðis skulu vit skapa okkara land. Omman og abbin hava sjálvsagt tikið virði frá sín­ um og borið tey við sær. Eitt av teimum livir enn á manna­munni: “rætt skal vera rætt”, sum langabbi okkara, Óla Smið, segði, tá hann avroknaði garðabrúgv við Gamla á Gørðunum. Henda rætt­vísis kensla er ein av horna­steinunum undir okkara upp­aling. Umframt alt hetta, sum nú  er nevnt,  hevur tú verið og er ein pápi og abbi sum fáur. Fyri okkum børn hevur onki verið nóg gott. Altíð hevur tú vilja tað besta fyri okkum. Fyri okkum systkin hevur tú verið   pressarin, sum stuðlaði okkum í at røkka okkara egnu málum. Tú rúmar so nógv, so nógvan kær­leika, so stórt hjartarúm og so stóran vilja til at skapa. Tað, sum sermerkir teg, er, at tú ert málrættaður, loyalur, heilur og trúgvur móti tín­ um upphavi og tínum kæru, trúgvur móti tínari søgu, trúgvur móti teimum ideal­ um, tú vaks upp við, og trúgvur móti teimum rótum, ið góvu tær megi. Hesi virði hevur tú eisini givið okkum í uppalingini, og eins og hjá tær sjálvum, so hava júst hesi virðini givið okkum børnum somu styrki og megi, sum tey góvu tær. Ogur hava nógv at vera takksom fyri og fara við hesum at siga takk fyri alt, tú hevur verið fyri okkum og ynskja tær mong góð ár framyvir saman við mammu. Við tínum egnu orðum fara vit at enda okkara føð­ ingardagskvøðu til tín. Longsul Mær leingist at hoyra eitt føroyskt orð, og nýta tess kringlutu gøtu ei hóvar mær røddir við fína borð, mær leingist til føroyskar løtur. Sum tann, ið kennir hvørt veingja-sús og veit, hvussu alt har virkar, hann leiðist at búgva í høga hús, best trívist, har gólvið knirkar. Jákup Olsen, New York, tann 16/11-1996 Vit eru so góð við teg! Elsa Maria, Martin Karl og Annika Jákup Olsen 75 ár