mikudagur 1. mai 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bókin um Hotel Føroyar er søgan um eitt hotell og søgan
um tað góða lívið.
Í ár eru 80 ár síðani hotellið byrjaði virksemi sítt á Konga
brúnni, og hósdagin 2. mei eru 30 ár síðani Pauli Ellef
sen, fyrrverandi løgmaður, klipti snórin á nýggja hotell
inum við Oyggjarvegin.
Bókin er skrivað fyri at fagna hotellvinnuni, matlistini,
undirhaldinum og tí góða lívinum.
Søgan um 80 ára longu leiðina av Kongabrúnni niðan
í Kerjar er ein partur av fagnaðarferðini. Ein líka stór
ur partur eru søgurnar um øll tey støðini í miðbýnum í
Havn, har Hotel Føroyar nú hevur sítt virksemi.
Søgurnar fara 250 ár aftur í tíðina. Við siðfrøðiligum
spóni gravar høvundurin Helgi Jacobsen fram grundar
lagið undir trimum týðandi súlum í nútíðar býarlívinum:
Tak yvir høvdið, mat á borðið og tað káta lívið. Vit kalla
tað hotell, sanna matgleði og undirhald.
Les um: London í Bringsnagøtu, Sailors’ Home, Verts
húsið og Durhuus, Før oya fyrsta skeinkiloyvi, Tá brenni
vargur setti eld á Hotel Føroyar, Konga lig matkort í 50
ár, Kræsnar víngómar – og um mangt annað av tí góða …
Bókin „meira av tí góða“ í handlunum hósdagin 2. mai.
Nú fæst meira av tí góða
1. Sailors’ Home í 1868, har Hotel Føroyar byrjaði á Konga
brúnni í 1933.
2. Døgurði á Hotel Føroyum fyri teimum konga ligu í 1959.
Frá vinstru Petur Mohr Dam, løgmaður, Fríðrikur 9.,
Christoffer Jørgensen, hotell stjóri, Sigfred Skaale, borgar
stjóri, Margretha prinsessa og Jákup Frederik Øregaard.
Tel 31 75 00 · hotelforoyar.fo