mikudagur 1. mai 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Tú skuldi kanska hildið, at plátuspælarin
hoyrir til eina farna tíð. Stillaður á ovasta loft
fyri fleiri árum síðani og gloymdur saman við
savninum av singlum, lp’um og ep’um. Alt
hetta úr eini tíð, har talgilt var tað, sum kundi
finnast á armbandsurum. Men sannleikin
er, at vinylið noktar at doyggja. Og at sølan
av plátum er í stórum vøkstri – 67% bara í
2012. Og sølan av plátuspælarum er eisini
fleirfaldað seinnu árini.
Hetta ljóðar heldur løgið í hesum tíðum, har
øll hava atgongd til næstan ókeypis tónleik
umvegis eitt nú Spotify og WiMP. Skrivað
heitið á lagnum ella navnið á sangaranum
og vel play. Tú hevur longu goldið umvegis
haldaragjaldið, og tí byrjar tónleikurin uttan
nakað hóvasták. Listan við løgum kanst
tú taka við tær á snildfonini, og umvegis
tráðleysa tøkni kanst tú spæla hana, har tú
ert. Lætt, einfalt og bíligt.
So tað átti at verið ógjørligt at selt vinyl-
plátur fyri 200-300 krónur stykkið. Stórar,
óhandugar og dýrar. Og ikki at tala um dust,
skøvur og knúsandi ljóðið, sum ein slitin lp-
útgáva fær við árunum.
Noktar at doyggja
Men alt hetta tykist ikki at ræða keyparan
yvirhøvur. Plátuhandlar hava fleiri staðni
tikið cd-hillarnar burtur og bygt lp-stativ
ístaðin, og tað er ikki bert eldra ættarliðið,
sum tryggjar hesa endurreisnina. Sambært
kanningunum eru tað í eins stóran mun
tey ungu, sum vilja hava næstan rituellu
avspælingina av plátum og heita ljóðið, sum
hesar geva.
Og tí er tað kanska ikki so løgið, at úrvalið av
plátuspælarum er størri í dag, enn tað hevur
verið í nógv ár.
Tað ger tað eisini enn løgnari, at hetta er
fyrsti plátuspælarin hjá McIntosh yvirhøvur.
Felagið hevur verið til síðani 1949 (árið eftir
at lp-plátan sá dagsins ljós), men MT10 er
altso fyrsti plátuspælarin frá teimum. Aftur
fyri er hetta so ein verulig high-end vøra í
flotta sniðnum hjá McIntosh og dýrari tøkni
undir rustfría stálinum.
Sonn góðska
Vektin á plátuspælaranum er 19 kilo,
og tað skulu eina rúgvu av fjaðrum til,
so resonansurin kann doyvast. Allir
mekaniskir lutir eru
væl gjøgnumhugsaðir. Eitt nú
7 sentimetra tjúkki akryltallerkurin, sum
hvílur á keramikki, har smá neodym-magnet
lyfta tallerkin, so friktiónin verður mest sum
eingin. Tónaarmurin er úr duralaluminium
(eyka stívað aluminium við kopar, magnesium
og mangan) og verður hildin í tveimum safir-
og keramiskum upphangum.
Ytst á arminum er ein MC-pickup við eini nál,
sum er slípa elliptiskt, ballað í inbenholtshúsa
og sum bert hevur 0,5 millivolt útgangs
spenning. Hetta merkir, at sjálv grammofonin
má seta til ein pickup-inngang ella ein for
sterkara, sum hóskar til MC-nálina. Armurin
og nálin eru – eins og fleiri aðrir lutir – fingin
til vega frá týska Clearaudio. Næstan sum ein
Cadillac við motori og gearkassa frá BMW.
Við øðrum orðum er talan um bæði stíl og
innihald í sama pakka.
Snøgt og heitt ljóð
Hevur tú gjørt tað fyrr, so er tað eitt spæl
at seta pláutspælaran til. Eitt sindur av olju
á aksilin, varisligt montering av nálini og
ein hálvan tíma av arbeiðstíð er tað, sum
skal til, áðrenn MT10 er klárur. Minst til
at seta silikonreimina á og at leggja tunnu
filtmáttuna á diskin, eins og plátuvektin skal
leggjast á plátuni. That’s it!
Grammofonin varð seta til framúr væl
ljóðandi P-5xe pickup-forsterkarin hjá Ayre,
og síðani varð ljóðið beint í 250 watt sterka
McIntosh MA7000 umvegis dygdargóðar
Silent Wire NF Referenz-kaðlar. Spælarin
startar og rakar røttu ferðina skjótt – og hann
heldur ferðini. Lítla LED-lampan lýsir undir
akryl-diskinum, og við nálini í rillunum er bara
at leggja seg afturá og njóta ljóðið.
At byrja við trýrt tú ikki, at hetta er ein
plátuspælari. Tónleikurin sveimar í rúminum
púrasta uttan óljóð. Og millum tónarnar
er tøgn. Ljóðmyndin er stórt, ljóðið heitt
og lokkandi. Avslappandi er tað, men bert
til dynamikkurin setir ljóðið í bringuna, og
tú sjálvvirkandi fer at halda, at tú lurtar
eftir einum high-end fløguspælara – ikki
plátuspælara.
Dynamiski kontrasturin ger, at eg havi hug
at hoppa. Og hóast eg veit, at tað er tekniskt
gjørligt at fáa ein hvassari bass og meira luft
í diskantin, so sakni eg tað ikki. Tí McIntosh-
grammofonin gevur mær eina ljóðmynd í
fullari stødd, har alt annað enn samljóðið í
tónleikinum verður skorið burtur. T.d. við Still
Live hjá Keith Jarret, har jazztrio’in gevur eitt
næstan ræðandi 3D-ljóð. Djúpu tónarnir frá
klaverinum verða ongan tíð átrokandi, og
stuttu kontrabass-solo’irnar fáa sofuna at
rista, men trummuspælið hjá Jack DeJohnette
smellur í oyrabróskinum.
Alt er í javnvág, ljóiðið er framúr, eisini
á vokalum, strúkarum og blásarum. Inn
spælingarnar á Quiet Winter Night frá 2L
við Hoff Ensemble og øðrum eru somikið
framúr tekniskt, at tú klórar tær í nakkanum.
Glasklári vokalurin hjá Helen Bøksler ella
trompetin hjá Mathias Eick verða endurgivin
púrasta náttúrligt við einum fantastiskum
ljóiði. Tú kanst avgjørt fáa eina góða uppliving
við Rega-plátuspælaranum fyri 5.000 krónur
ella við Linn LP12 Majikk, sum kostar fimm
ferðir tað. Men hvørgin er í nær námind full-
skala myndini, sum McIntosh-grammofonin
uttan hóvasták gevur tær.
Við at hyggja djúpt í plátusavnið finni eg
eina Japan-stoyping av Love Over Gold hjá
Dire Strait. Hvørki heitislagið ella 14 minuttir
langi Telegraph Road hava nakran tíð ljóðað
somikið væl. Ein fullriggað Linn LP12 var nær
við, og tað sama kann eisini sigast um bæði
Pro-Jet Xtension 12 og Thorens TD350. Men
eingin teirra hevur somu raffineraðu, opnu og
náttúrligu ljóðmynd.
Til tey fáu
Tey eru ikki nógv, men tey eru helst lukkulig.
Eigararnir av McIntosh MT10. Ein plátu
spælari fyri folk, sum fyrst og fremst elska
tónleik, og sum ikki vilja finna seg í at fínstilla
grammofonina, hvørja ferð ein nýggj pláta
skal snúrast. McIntosh-grammofonin skal
bert setast upp einaferð, og so koyrir hon
hvørja ferð. Ljóðið er fantastiska róligt, men
samstundis tørvar hesum plátuspælaranum
hvørki dynamik ella guts.
Góðskan er frálík í øllum liðum, og eg ivist
í, um eigarar av einum slíkum plátuspælara
vildu býtt um við nakað sum helst annað. Tí
tað er langt í frá víst, at ljóðið kann verða
betri. Men tað vita tey flestu við McIntosh-
forsterkarum alt um.
Tekstur: Lasse Svendsen
Ljóð sum silki
Tað er eitt paradoks, at sølan
av vinyl økist, nú mest sum
øll kunnu streama ókeypis.
Við hesum plátuspælara-
num skilir tú hví
Hi-fi: McIntosh MT10 pladespiller
Reimdrivin akryltallerkur
Safir- og keramisk armuppheng
0,5 mV MC-pickup
33 1/3, 45 og 78 s/m
19 kg
Vegleiðandi prísur: 94.995 krónur
Fyri
Ímóti
Ljóðgóðska
★★★★★★
Funkur
★★★★★★
Brúkaravinarligheit ★★★★★★
Góðskumeting
★★★★★★
Samlað meting ★★★★★★
Stór og djúp ljóðmynd
Potentur dynamikkur
Nógvir tónalitir
Framúr góðska
Kundi verið hvassari
Prísurin
Allar tríggjar standard-ferðirnar
eru atkomuligar á MT10
Armurin hvílir á einum safir- og einum
keramiskum lag. Ein blanding, sum
skal halda øllum resonansum burtur
frá arminum og nálini. Nálaupphangi er
vart av resonansdempandi ibenholt