hósdagur 22. apríl 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 22. apríl 2004
15
14
Nr. 76 - 22. apríl 2004
Á Tvøroyri fáa tey
eldru bæði venjingar-
miðstøð og dagtilhald
í næstum
ELDRADAGUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Nú verður tað eitt sindur
hugaligari at vera gamal á
Tvøroyri.
Í næstum fáa tey pensjón-
istar á Tvøroyri nevniliga
bæði dagtilhald og venjing-
armiðstøð.
Tað
fortaldi
Kristin
Michelsen, borgarstjóri á
Tvøroyri, á eldradegnum í
Trongisvági leygardagin.
Hann helt, at eldra-
politikkur kundi býtast í
tvey: Tað, sum landið
gjørdi fyri tey eldru og tað,
sum kommunan gjørdi.
Tað skein ígjøgnum hjá
honum, at hann helt ikki, at
landið røkti sína skyldu, tí
landið hevur ábyrgdina av
at byggja sambýli og røkt-
arheim. Og hóast nógvar
kommunur høvdu bygt
sjálvar og sostatt sloppið
landinum
undan
sínari
ábyrgd, ætlaði Tvøroyrar
Kommuna ikki at gera tað.
Sostatt fer Tvøroyrar
Kommuna ikki at byggja
eldrasambýli ella røktar-
heim, fyrrenn ábyrgdar-
býtið ímillum land og
kommunur á økinum, er
broytt.
Hinvegin
helt
hann
avgjørt,
at
kommunan
gjørdi nógv fyri tey eldru.
– Tað er rættiliga gott
samstarv ímillum Býráðið
og tey eldru í kommununi,
hóast tað sjálvandi altíð
kann verða betri, segði
hann.
Venjingarmiðstøð
Borgarstjórin á Tvøroyri
greiddi teimum eldru frá, at
kommunan nú hevði selt
útgerðina, sum gamla venj-
ingarmiðstøðin, Nautilus,
hevði átt.
Kommunan keypti út-
gerðina á sinni, men hon
hevur verið lítið og onki
brúkt, so nú gjørdi komm-
unan av at selja.
Tað er fysioterapeuturin,
Daniel
Hofgaard,
sum
hevur keypt útgerðina.
Kristin Michelsen segði,
at
hann
hevur
greitt
býráðnum frá, at hann ætlar
at gera eina venjingarmið-
støð.
– Endamálið við hesum
er, at eldri skulu kunna
halda kroppin í venjing so
at tey varðveita tann før-
leika tey hava, so leingi
sum gjørligt.
- Hann segði, at hetta var
eitt endamál, sum komm-
unan tekur fult undir við.
Borgarstjórin vísti á, at
slíkar venjingarmiðstøðir
vórðu nógv brúktar aðra-
staðni og hann vísti eisini á,
at tað er aldrin ov seint at
byrja at venja.
– Ein sum er 87 ár, kann
Vágs Býráð ætlar at
byggja eldrasambýli
út. Í tí sambandi er
eisini at gera nøkur
pláss til fólk, sum
ganga í barndømi
ELDRARØKT
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skal sambýli í Vági
byggjast út.
Tað ætlar býráðið í
Vági
Á eldradegnum, sum
landsferlagið hjá pen-
sjónistunum skipaði fyri í
Suðuroy
leygardagin,
fortaldi Jógvan Krosslá,
borgarstjóri í Vági, at
kommunan arbeiðir við
eini ætlan um at byggja
sambýli í Vági út.
Í sambýlinum í Vági
eru pláss fyri 12 fólkum
og tað er eitt tiltak, sum
bæði býráðið allir vág-
bingar eru sera takksamir
fyri.
Jógvan Krosslá segði,
at býráðið hevur søkt um
stuðul frá landinum til at
byggj sambýlið út.
Tilsamans er ætlanin at
byggja út til 10 fólk.
Í tí sambandinum er
ætlanin at gera pláss til
fimm fólk, sum hava
lættari røkt fyri neyðini
og harafturat er ætlanin at
gera fimm pláss til fólk,
sum ganga í barndømi.
Borgarstjórin sigur, at
tað stendur nógv fólk í
Vági á bíðilista at sleppa
á stovn og at hesi 10
plássini hevði bøtt mun-
andi um tørvin.
Men hann sigur eisini,
at tað verður hvørki í ár,
ella næsta ár, at farast
kann undir byggingina.
– Vágs Kommuna hev-
ur átikið sær stórar, fíggj-
arligar skyldur, eitt nú
verður havnarlagið bygt
út, so tað verður ikki enn,
at vit kunnu fara undir út-
byggingina, sigur Jógvan
Krosslá.
Hann sigur, at fyribils
hevur kommunan søkt
um stuðul fyri at vita,
hvussu nógvur stuðul
fæst til eina slíka ætlan.
Sjálvur vónar hann at
kommunan
kann
fáa
helvtina av kostnaðinum í
stuðuli.
Hann veit ikki, hvussu
nógv útbyggingin kemur
at kosta, men tað verður
munandi bíligari enn
sambýlið kostaði, tí ætl-
anin er nýggju plássini
skulu hava felags køk,
uppihaldsrúm og onnur
rúm við sambýlið.
Tað er umráðandi at
eldri fólk gera sær tað
til ein vana at drekka
nógv, segði Beinta
Leo, kostráðgevari, á
eldradegnum
ELDRI OG MATUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nokk at drekka og minni
feitt.
Tað vóru hyggjuráðini,
sum tey eldru fingu á eldra-
degnum í Trongisvági leyg-
ardagin.
Tey, sum skipaðu fyri,
høvdu fingið Beintu Leo,
kostráðgevara at greiða
teimum eldru eitt sindur
frá, hvat er góður matur til
eldri fólk.
Uttan at gera tað ov
háfloygt ella ov fløkjasligt
kom hon við nøkrum
einføldum, men góðum
ráðum, sum gera rættiliga
góðan mun,
Beinta Leo segði, at eitt
tað størsta vandamálið hjá
eldri fólki, er, at tey fáa ikki
nóg mikið at drekka.
–Eldri fólk føla ikki tosta
á sama hátt sum yngri fólk
og tí er tað nógv dømi um,
at eldri fólk fáa ov lítið av
vætu.
Hon segði, at hetta er eitt
vandamál, tí tað kann føra
við sær høvuðpínu, svimb-
ul og at ólag kemur á sodn-
ingarlagið.
– Serliga tað, at fólk
kunnu gerast svimbul er
hættisligt, tí tá er skjótt at
detta og meiðsla seg.
Hon segði, at eini góð ráð
eru at seta ein liturkannu av
vatni í køliskápið hvønn
morgun, tá ið tey komu
upp.
– Og so skulu tey syrgja
fyri, at tey hava drukkið
alla kannuna, tá ið tey
legðist um kvøldið.
– Hetta er ein góður vani
hjá eldri fólki, segði hon.
Hon legði eisini dent á,
at vatn er tað besta at
drekka.
– Te og kaffi eru vatn-
drívandi og tí er vatn tað
besta. Men tað ber eisini til
at koyra eitt sindur av saft í,
fyri at fáa tað at smakka
betri, segði hon.
Tvey gløs av mjólk
Hon vísti eisin á, hvussu
stóran týdning tað hevur at
drekka mjólk.
– Vit hava øll brúk fyri at
drekka tvey gløs av mjólk
um dagin.
Tey, sum ikki dáma
mjólk, kunnu súpa Jogurt
ístaðin, ella okkurt annað,
sum er gjørt úr mjólk.
Mjólkin styrkir beina-
grindina og forðar fyri
einum
øðrum
stórum
trupulleika hjá eldri fólki
og tað er, at armar, bein,
mjadnar og onnur bein,
brotna so lætt.
Samstundis forðar tað
fyri,
at
beinagrindin
smokkar saman, so at tey
gerast bogin. Tá ið beina-
grindin smokkar saman,
kann tað eisini føra rætti-
liga nógva pínu við sær.
Ikki forboðið
Men onki kostráð uttan at
koma inn á feitt.
Beinta Leo helt, at eftir-
sum vit búgva í Føroyum,
skulu vit sjálvsagt eta før-
oyskan mat.
– Men kjøtið er ofta feitt,
og eta vit fisk, hava vit ofta
nógva nógva tálg og nógv
smelt afturvið.
Hon segði, at eini góð ráð
eru at skera alt tað sjónliga
feitti burtur. Men annars
helt hon, at vit eiga at
minka um tálgina í knettum
og frikadellum og ikki eta
Ætla at byggja út til
10 fólk afturat í Vági
– Á eldradegnum fingu tey at vita, at Vágs Kommuna ætlar at byggja eldrasambýlið út,
so at tað verða 10 pláss afturat teimum 12, sum eru nú. Charles Bech, sum er ein
býarmynd á Tvøroyri, var ein teirra, sum lýddi á. Hann gjørdi ikki mætari enn at leggja
beinið niðurvið borðinum
Framstig fyri tey eldru á Tvøroyri
Eina kannu av vatni í køliskápið hvønn morgun
so nógv smelt afturvið.
– Hon legði kortini dent
á, at tað er avgjørt ikki for-
boðið at eta vanligan, før-
oyskan mat, so ongin skal
hava ringa samvitsku av tí.
Men tað er umráðandi at
minka um feittið!
Og so helt hon, at tá ið vit
hava ræstan fisk til døg-
verða, er tað betri at hava
spik afturvið, enn garna-
tálg.
– Í spiki eru ómettaðar
feittsýrur, sum ikki seta seg
fastar í æðrunum og elva til
blóðtøppar og hjartatrupul-
leikar.
Men so vísti hon á, at
spik er illa dálkað av yms-
um evnum og tí mælti hon
til, at vit ikki eta spik meiri
enn einaferð um mánaðin
og stykkið, sum vit eta
hvørja, skal ikki vera størri
enn ein lítil svávuldós.
Hon helt, at fylgdu tey
eldru hesum einføldu ráð-
unum, fór tað at muna
rættiliga væl.
Hon hon legði eisini dent
á, at tað er aldrin ov seint at
broyta matvanarnar.
Beinta Leo, kostráðgevari,
gav teimum, sum vóru á
eldradegnum nøkur einføld,
men góð ráð um mat
À eldradegnum leygardagin, vóru tað mong, sum nýtti høviu at heilsa upp á Løgmann. Her er
tað Gerda Einarsson av Tvøroyri, sum fær sær eitt prát við Jòannes Eidesgaard
Tey eldu vóru hugagóð at gera fimleik undir leiðslu av Jóruni Petersen. Her er tað Mikkjal
Sundberg í Vági, sum spílar seg út
einsvæl venja skroppin um
ein, ið er 37 ár. Tað tekur
bara eitt sindur longri tíð!
Ov av tí, at Daniel er ser-
kønur á økinum, og sam-
stundis hevur ógvuliga
drúgvar royndir, vera tey,
sum fara til venjingar, í
allarbestu hondum.
Eisini dagtilhald
Kristin Michelsen greiddi
samstundis frá, at ætlanin
er at gera eitt dagtilhald til
tey eldru á Tvøroyri.
Hetta er ein ætlan, sum
Anna Djurhuus á Tvøroyri
hevur tikið stig til.
Dagtilhald eru ymsa-
staðni í landinum og nú
kemur so eisini eitt á Tvør-
oyri.
Hetta verður eitt hølið,
har tey eldru kunnu hittast
um dagin til hugna og
ymiskt ítriv.
– Hetta er eisini ein ætl-
an, sum Tvøroyrar Býráð
tekur fult undir við, segði
Kristin Michelsen.
Nú fáa tey eldu á Tvøroyri
venjingarmiðstøð, har tey
kunnu styrkja sær
vøddarnar. á Eldradegnum
gjørdu tey eisini eitt sindur
av fimleiki
Jórun Petersen,
fysioterapeutur, greiddi frá,
hvussu umráðandi tað er at
røra seg, so at liðirnir ikki
stirðna. Hjá eldri fólki skal
ikki so nógv til fyri at halda
seg ígongd, segði hon
C
M
Y
K
14