Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-01, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mai 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fótbóltur Brandur Henriksson Olsen ítróttur Tróndur Arge Lívið hjá Brandi H. Olsen broytt­ist nógv, tá hann sum 15 ára gamal fór til Dan­ markar at spæla fótbólt við FCK. Her tók tað langa tíð at finna stevið, men í dag er Brandur fegin um, at hann valdi at halda fram við at renna eftir dreyminum um at ger­ast yrkisfótbóltsspælari. Sum 17 ára gamal hevur Brandur fingið nýggjan sátt­ mála við felagið og tað eru greið tekin um, at FCK trýr upp á tekniska miðvallaran úr Føroyum. Gøtan hevur ikki verið lættgongd, men fyri hálvum ári síðani kom Brandur á sama stig sum hinir krops­ liga, og kann nú hyggja fram­ eftir. Hørð byrjan Tað er um summarið í 2011, at tað stendur Brandi í boð­ ið at venja við FCK í tvær vikur. Hann tekur av og tað gerst skjótt greitt, at FCK hevur gott eyga á før­oyska mið­vallaranum. Tá royndar­ venj­ingin er komin at enda stendur honum í boðið at koma á FCK School of Excellence. Brandur er 15 ár og tað er ein kollvelting í lívinum hjá honum. Fyrsta tíðin er ikki løtt og hann skiftir skúla tvær ferðir. – Tað var gott at mamma flutti niður við, tí annars hevði eg ikki klárað tað. Tað var ringt fyrstu tíðina og treivst ikki í skúlanum, greið­ ur Brandur frá. Á FCK School of Excellence er móttøkan betri. Øll rund­an um felagið eru blíð og fyrikomandi og her fellur Brandur væl til. – Teir tóku væl ímóti mær og hjálptu til. Tað var lætt at fella til á liðnum, sigur Brandur, sum nú gongur á HF. – Eg haldi tað er eitt krav, at tú gongur í skúla, tá tú ert á School of Excellence, leggur Brandur afturat. Hetta er ikki ein ókent fyribyrgdi. At kalla øll feløg krevja, at spælararnir ganga í skúla, so at teir ikki standa á berum um fótbóltsevnini ikki røkka til eina yrkisleið. Brandur hevur eisini ver­ ið gjøgnum eitt kend mynstir fyri føroyskar fótbólts­spæl­ arar, sum fara av land­inum at royna seg. Vænt­andi mál­rætta venjing í ung­ dóms­deild­inum í føroyskum fótbólti, og væntandi kropslig venjing ger, at at kalla allir føroyskir spælarar fáa skaðar fyrstu tíð­ina, tá teir skulu venja sum yrkis­ spælarar, tí kroppurin ikki tolir øktu venjingina. Brandur var eisini nógv skaddur fyrstu tíðina. Talan var um skaðar har kroppurin varð yvirbelastaður. Hesum hev­ur FCK tikið fyrivarni fyri, og venjingin bleiv til­laga kroppinum hjá unga mið­vall­ ar­anum. – Eg vandi minni enn hinir í eina tíð. Vit venja vanligt seks ferðir um vikuna og spæla dyst. Eg vandi niður í tríggjar ferðir um vikuna og so øktu vit tað stigvíst, greið­ ur Brandur frá. Hann hevur nú vand á hædd við hinar í eitt hálvt ár. Spælir saman við donskum lands­ liðsspælara Brandur hevur við tíðini vunn­ið sær pláss á eyka­lið­ num. Hann spælir til dagligt við U19 liðnum, men góðu avrikini hava givið honum pláss millum Superliga spæl­ararnar, ið eru at finna á eykaliðnum. Til tíðir eru heilt upp í tíggju av teimum við eykaliðnum og tað eru ikki smá­vegis nøvn. – Vit spældu móti AaB og Halli Hansson herfyri. Tá spældi eg í góðar tjúgu minuttir á miðvøllinum sam­ an við Daniel Jensen, sum hev­ur spælt yvir 200 dystir í Bundes­liguni í Týsklandi, og fleiri landsdystir fyri Dan­ mark. Tað var eitt upplivilsi, greiður Brandur frá. Eykaliðið hjá FCK vann 5-0 og Hallur Hansson hevði tað trupult á miðvøllinum móti stjønunum hjá FCK. – Vit prátaðu eftir dyst­ in. Vit spæla báðir á mið­ vøll­inum, men eg haldi ikki vit hava nakrar nærdystir sum so, sigur Brandur um dyst­in millum hann og Hall Hansson. Hóast fleiri av spælar­ unum hjá FCK eru stórar stjørnur í donskum fót­bólti, so eru teir blíðir og hjálp­ samir, tá tað kemur til teir ungu. – Teir royna at hjálpa okk­ um og tosa við okkum. Tað er faktist soleiðis við øllum felag­num. Heilt frá Michael »Mio« Nielsen, sum er stjóri fyri ungdómsavdeilingina til spælar­arnar á besta liðnum. Øll tosa við teg og geva sær stundir at tosa eisini, greiður Brandur frá. Nýggjur hjálparvenjari hjá FCK er Brian Riemer. Hann hevur fyrr verið partur tað er nú eg skal prógva meg 17 ára gamli Brandur Henriksson Olsen hevur just fingið ein nýggjan sáttmála við stóra danska felagið, FC Keypmannahavn. Brandur hevur ein dreym um at spæla í Premier League, men fyrst og fremst ætlar hann at vinna sær pláss á liðnum hjá FCK og føroyska U21-landsliðnum. Fyrsta árið í Danmark var hart og tað var nær við, at skálvíkingurin tveitti alt frá sær og kom aftur til Føroyar, men dreymurin um at spæla yrkisfótbólt vann – Tað var gott at mamma flutti niður við, tí annars hevði eg ikki klárað tað. Tað var ringt fyrstu tíðina og treivst ikki í skúlanum, sigur Brandur H. Olsen Mynd: Magnus Arnason Dreingjaliðið hjá B71