mikudagur 1. mai 2013síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
av ungdómsdeildini og tað
hevur givið teimum ungu eitt
kent andlit á besta liðnum.
Trúgva upp á meg
FCK og Brandur hava nú av
gjørt at leingja samstarvið
í eitt ár, so nýggi sáttmálin
gongur fram til summarið
2014. Tað eru fleiri spælarar,
sum ikki fáa longt sín ung
dómssáttmála við felagið og
tí metir Brandur, at hetta er
eitt greitt tekin um, at FCK
trýr upp á hann.
– Í fjør vóru einir fýra,
sum ikki fingu sáttmála,
so tað er eitt tekin um
at teir trúgva upp á
meg, sigur Brandur.
Hann hevur eis
ini í sinni at taka av
møguleikanum, nú
hann er her.
– Tað er nú, at eg
skal prógva meg,
sigur miðvallarin.
Sjálvur
sær
hann seg sum
ein
tekniskan
miðvallara, sum
umframt
at
fordeila bóltin
á miðvøllinum
eisini
kann
skjóta, tá møgu
leikan er har.
– Eg spæli mitt á
miðjuni saman við ein
um øðrum. Eg havi ein eitt
sindur meiri frígjørdan leiklut
og kann fara meiri framvið,
greiður FCK miðvallarin frá.
Øll
ungdómsliðini
hjá
FCK spæla 4-4-2, sum er sama
spæliskipanin, ið besta lið
ið hjá FCK eisini spælir. Tað
verður lagdur stórur dentur
á, at ungdómsliðið spæla á
sama hátt sum besta liðið.
U21, Landsliðið, FCK
og Premier League
Brandur er íðin Arsenal við
haldsmaður og hann dylur
ikki, at stóri dreymurin er
at spælt í Premier League.
Men 17 ára gamli miðvallarin
hevur bæði beinini á jørðini
og tekur eitt stig á gangin.
Hann hevur umboðað
Føroyar á U15, U17 og U19
landsliðnum. Nú er málið U21
landsliðið.
– Eg ætli mær á U21 lands
liðið. Eg havi spælt við øllum
hinum ungdómslandslinum,
sigur Brandur.
Næsta mál er eisini at
vinna sær pláss á besta lið
num hjá FCK, umframt at
vinna sær pláss á lands
liðnum. Hann er tó greiður
yvir, at tað skal hart arbeiði
til, men Brandur hevur eina
vón og ein vilja til at røkka
sínum málum.
Tað hevur verið hart fyri
skálvíkingin at flyta heimani
frá og mangan er saknurin
stórur.
– Eg sakni sjálvandi fam
ilju og vinir, og fyrsta árið var
einki serligt. Eg umhugsaði
at flyta heimaftur, men hetta
hevur altíð verið mín dreym
ur og tí valdi eg at halda
fram, sigur Brandur H. Olsen,
sum nú hevur fingið nýggjan
sáttmála við FCK fyri harða
arbeiðið.
Brandur er greiður yvir,
at tað er nú hann skal
standa sína roynd. So er
spurningurin hvussu langt
tað røkkur.
Tað sigur Michael
»Mio« Nielsen,
sum er stjóri á
FCK School of Excellence. Hann letur væl
at fótbóltseginleikunum hjá Brandi og
vísur, at FCK hevur bygt ein »brúgv« millum
ungdómsarbeiði og besta liðið, sum tryggjar,
at fleiri og fleiri ungdómsspælarar sláa
ígjøgnum á besta liðnum.
– Fyrst og fremst so trúgva vit upp á, at
Brandur kann blíva ein partur besta liðnum
hjá FCK, sigur Michael »Mio« Nielsen um
nýggja sáttmálan.
Nógvu skaðarnir hjá Brandi fyrstu tíðina
hava gjørt, at menningin ikki hevur verið so
góð, sum hon kundi.
– Brandur hevur verið nógv skaddur
og hetta er eisini eitt tekn upp á, at vit ikki
ordiliga vita hvar vit hava hann. Vit meta,
at hann kann spæla í Superliguni, men enn
hevur hann nøkur ting, ið hann skal arbeiða
við, sigur fyrrverandi FCK spælarin víðari.
– Brandur hevur góðar eginleikar við
bóltinum og tá seinasta avleveringin skal
leggjast. Tað er har hansara styrkir eru,
men hann skal til at arbeiða við at fáa fleiri
kilometrar í beinini, so hann eisini styrkir um
verjukenda partin. Hetta kemur við tíðini og
skaðarnar hava eisini spælt honum eitt puss,
sigur Michael »Mio« víðari.
– Hann venur nú við fullari ferð og vit
vóna, at hann í framtíðini kemur at fylla
meiri í spælinum millum brotsteigarnar.
Hann skal verða ein av teimum, sum skal
styrkja javnvágin á miðvøllinum, tá hann
spælir, sigur Michael »Mio«.
– Vit hava bygt eina »brúgv« millum
ungdómsarbeiði og besta liðið í felagnum.
Vit hava seinastu árini prógvað, at vit
kunnu menna spælarar til at koma frá
ungdómsavdeilingini og á besta liðið. Vit
trúgva upp á, at Brandur kann blíva ein av
teimum, sigur Michael »Mio« Nielsen.
Hann leggur afturat at enda, at Brandur
er ein spennandi spælir, tí hann hevur góðar
eginleikar at gera mun á seinasta triðing
inum á vøllinum, og at Brandur hevur víst
at hann hevur tað, ið skal til fyri at spæla í
Superliguni, men at hann skal mennast meiri
nú skaðarnir fyribils ikki gera um seg.
trondur@sosialurin.do
FCK: Vit trúgva
upp á Brand
Í fjør vóru einir fýra,
sum ikki fingu sáttmála,
so tað er eitt tekin um at
teir trúgva upp á meg