Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Føðingar 1. mai fingu Klara Petersen og Alex José dos Santos, Hoyvík, eina dóttur. Hon vigaði 3625 gr og var 52 cm long. 30. apríl fekk Markus eina lítla systur. Hon vigaði 3700 gr og var 52 cm lang. Foreldrini eru Elisa Joen-Jacobsen og Árni Samuelsen í Sandavági 24. apríl fingu Sunneva og Jack Mohr, Lamba, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3950 gr. 14. apríl fingu Ingun Kjærbo og Rógvi Sloan Justesen, Kaldbak, ein son. Hann vigaði 4950 gr. og var 56 cm langur. 17. apríl fingu Jóhanna Kristina Lützen og Rúni Kallsoy Mouritsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon vigaði 2550 gr og var 48 cm long. 17. apríl fingu Rúni Petersen og Súsann Reinert Poulsen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3450 gr. 21. apríl fingu Katrin Árnadóttir Hansen og Áki Leitisstein Hansen, Aarhus (DK), eina dóttur. Hon vigaði 3680 gr og var 53 cm. long. 26. apríl fingu Svanhild Madsen og Magni Dam, Oyri, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3700 gr. 27. apríl fingu Ata Maria og Garfield Blair eina dóttur. Hon vigaði 3690 gram og var 52 cm long. 12. apríl fingu Bjørk Fossdal og Martin Skúvadal, Vestmanna, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3810 gram. 17. apríl fingu Bjørg Mohr, Viðareiði, og Eli Lassen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3750 gr. Tøkk Vit vilja hjartaliga takka tykkum øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá ið okkara kæra mamma, dóttir, systir, svigarinna, mostir og fastir Maibritt Johansen andaðist og varð jarðað. Serstøk takk til tykkum, ið vóru um Maibritt og við hjálp og umsorgan gjørdi tað møguligt hjá henni at vera heima so leingi. Tøkk til heimahjálp, starvsfólk á B6 og ikki minst palliativa toymið. Tøkk til Sverra Steinhólm, Hera Joensen og Jógvan Fríðriksson fyri andakt og troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til sangarar og tykkum, ið bakaðu og hjálptu til við ervinum. Tøkk til kórsangarar fyri vakran sang í kirkjuni. Tøkk til tykkum, ið fylgdu Maibritt til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri blómur, kransar og stuðulin til Krabba­ meinsfelagið. Vegna tey avvarðandi Poul Kári og Virgar Tøkk Vit takka hjartaliga fyri samkenslu og umhugsni, tá elskaði maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Fischer Hansen Klaksvík so brádliga andaðist 4. januar í ár. Takk til tykkum, sum vóru um hann í Mikladali henda dag, tit gjørdu tað tit kundu. Takk til starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri umsorg­ an og hjálpsemi. Takk til talarar fyri troystarrík orð á kapellinum og í Betesda; og til berarar og spælara. Takk til Monicu og Dánjal fyri vakurt violin og klaverspæl og til Jákup Marnar fyri vakran solosang. Takk til starvsfólkið á Tekniska Skúla, sum gjørdu tað møguligt at hava ervið har, og til tykkum øll, sum hjálptu til. Takk fyri allar vitjanir og fyri køkur o.a. í sambandi við jarðarferðina. Takk fyri blómur og kransar, og fyri peningagávur til nýggja Betesda. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vinarliga Karolina Eyðbritt, John Erik og Súsanna við familjum Gullbrúdleyp Hvítusunnudag 19. mai hava vit verið gift í 50 ár. Gullbrúdleypið verður hildið í SÍF húsinum frá kl. 15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga Thurid og Hergeir Brúdleyp Leygardagin 18. mai kl. 15 giftast í Hvalvíkar kirkju Súsanna Eikhólm, Hvalvík og Rúni Kruse, Sørvági. Veitsla verður fyri innbodnum. Dagin eftir, hvítusunnudag 19. mai, kl. 17 verður opið hús í Heinagerði 10, Streymnesi. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagar Nú vit bæði Ingolf eru á gáttini at runda tey sjeyti hava vit opið hús í Royndarhúsinum tann 10. mai frá kl. 17.00. Tað hevði glett okkum at hildið løtuna saman við familju, vinum og kenningum. Við føðingardagskvøðu Ingolf og Disa Konfirmatión Leygardagin 4. mai verður Luisa Sofía Eliasen kon­firmerað í Dómkirkjuni í Århus. Luisa Sofía er dóttir Giselu & Boga Eliasen, Møllegårdsvej 3, 8240 Risskov.