Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Hóast tað á nýggjárinum vóru tvey ár síðani Gunnar í Liða fór úr stjórastarvinum hjá TF Samtakinum, so er hann hvørki gloymdur ella svangur. Gunnar í Liða tók sum kunnugt við sum nevndar­ for­maður fyri TF Holding, tá hann reisti seg úr stjóra­ stólinum fyri at geva pláss fyri Regini Hammer. Tá fekk Gunnar í Liða 3,3 milliónir krónur við sær, svar­andi til løn í 24 mánaðir. – Hetta er ikki óvanlig manna­gongd í samband við líknandi størv, segði TF Holding í almennari frá­boð­ an, tá gylta lógvatakið kom undan kavi. TF Holding argumenteraði í tí sambandi við, at hesar 24 mánaðirnar var fráfarni stjórin í sáttmála bundin at kapp­ingarklausuli mótvegis TF Holding. Øll upphæddin, 3,3 milliónir krónur, varð bók­ført í roknskapinum fyri 2010. Við stjóraskiftinum flutti Gunnar í Liða seg eitt stig uppeftir, upp á ovastu rók í TF Holding samtakinum. – Tað er øðrvísi. Eg eri farin frá tí operationella til tað meira strategiska. Her setir tú jú kótina og arbeiðir við yvirskipaða forrætnings­ profil­inum. Og ja, tað er spenn­andi, sigur Gunnar í Liða. Sambært nevndar­ for­mann­inum brúkar TF Holding nógva orku til váða­ stýr­ing. – Vit skulu alla tíðina identi­fisera váðarnar. Sam­ takið er somikið stórt, at tað má og skal ikki kunna ganga galið, sigur Gunnar í Liða um nevndaruppgávuna. Nevndirnar TF Holding er við árunum blivið eitt stórt samtak, fíggjar­støðan javnvigar við um­leið 10 milliardum krónum og eginognin er umleið 2,5 milliardir. Roknskapurin, ið varð almannakunngjørdur í farnu viku, vísti 333 milliónir krón­ur í yvirskoti áðrenn skatt. Nýggjasta greinin á bul­inum er Eik Banki, sum samtakið eigur 70 pro­sent av. Við keypinum av Eik Banka í februar 2011 øktist starvsfólkatalið mun­andi, og um ársskiftið starv­aðust umleið 350 fólk í sam­tak­ inum. Samstundis eru út­reiðsl­ ur­nar til nevndar­sam­sýn­ ingar øktar, úr 3,4 milliónum krón­um í 2011 upp í 5,1 milliónir í 2012. Sterki persónurin í nevndar­yvirlitinum hjá TF- Sam­takinum er Gunnar í Liða. Hann er nevndarformaður í TF Holding og Tryggingar­ felagnum Føroyar, umframt næstformaður í Eik Banka. Afturfyri fær hann 884.000 krónur í nevndarsamsýning. – Fyri meg hevur tað týdn­ ing, at tað eru onnur, ið meta um, hvør samsýningin skal vera, sigur Gunnar í Liða. Hann peikar á tilráð­ ingar­bólkin, ið ger uppskot fyri aðalfundin um sam­sýn­ ingar. Og síðani er tað aðal­ fundurin, ið ásetir nevndar­ samsýningina. – Eg haldi ikki, at tað hev­ ur so stóran týdning, hvat eg sjálvur haldi um sam­sýn­ing­ ina, svarar hann, beinleiðis spurdur eftir sínari meining. Hjáfeløgini Í samtakinum eru, sum sam­taksbygnaðurin her á síð­uni vísir, feløg, ið TF Holding eigur meirilutan av. Afturat teimum koma so tey feløg, har tryggingarrisin er minnilutaeigari. Eis­ini her gongur navnið Gunnar í Liða aftur. Hann er nevndar­ for­maður í Grønlands­ banken, sum TF Holding eigur umleið 15 prosent av, og nevndar­formaður í Hotel Føroyar, har ognarparturin hjá TF Holding er 41 prosent. Fyri upp­gáv­ur­nar fær hann ávíka­vist 200.000 krónur og 90.000 krónur. – Jú, tað er rætt, at eg siti í hesum nevndum gjøgnum TF Holding. Men eg umboði allar partaeigarar, og tað er í báðum føri ein meiriluti av eigar­unum, ið hevur valt meg til formann, sigur Gunnar í Liða. Fráfaringin Á nýggjárinum vóru tvey ár síðani Gunnar í Liða fór úr stjórastarvinum hjá TF Holding og bleiv í staðin nevndar­formaður. Hesi tvey árini hevur hann fingið stjóra­løn, tilsamans 3,3 milliónir krónur, svarandi til 1,65 millión krónur um árið. Lønin kem­ur afturat nevndar­sam­sýn­ingunum, ið sum nevnt eru 884.000 krón­ur úr TF Holding sam­ tak­inum og aðrar 290.000 krón­ur úr feløg­um, har TF Holding er eigari. Hóast Gunnar í Liða so­statt bæði hevur fingið stjóra­løn og løn sum nevndar­ for­maður, so h e l d ­u r hann ikki, at tingini kunnu tvinn­ ast saman. – Nei, hatta eru tvey ymisk ting. Eg fór frá sum stjóri og fekk endurgjald fyri tað. Og so var eg biðin um at koma í nevnd, og fái samsýning fyri tað. Hasi tingini kunnu ikki knýtast saman, sigur Gunnar í Liða. Nevndar­for­maðurin er í dag búsitandi í Oslo. Hann er ikki farin í annað starv, síðani hann fór úr stjórakontórinum á Kongabrúnni í Havn. – Mítt starv er at vera nevndar­for­mað­ur og røkja nevndar­ sessirnar. Tað fer við mínari tíð, sigur Gunnar í Liða. jonbrian@sosialurin.fo TF Holding P/F (Holdingfelag / Holding Company) Ognarfelag Tryggingartakaranna f.v.a.á (Holdingfelag / Holding Company) Eik Banki P/F (Peningastovnur / Bank) FIC Guernsey Ltd (Endurtrygging /Reinsurance) TF Ognir P/F (Fastogn/Properties) TF Íløgur P/F (Íløgur / Investmet) Betri Pensjón P/F (Lívstrygging og pensjón / Life Insurance) Vindtek Tórshavn ApS (Annað virksemi / Other Activities) 13. februar 1997 P/F (Fastogn / Properties) Rundingur P/F (Annað virksemi / Other Activities) Globe Tracker International ApS (Annað virksemi / Other Activities) Inni P/F (Meklaravirksemi / Real Estate) Tryggingarfelagið Føroyar P/F (Skaðatrygging / Non-life Insurance) 70% 100% 100% 100% 100% 100% 100% 100% 60% 100% 100% 100% Gylti nevndarformaðurin Tryggingar­ felagið Føroyar brúkar 5,1 milliónir krónur til nevndar­ sam­sýningar. Størsti bitin fer til Gunnar í Liða, sum fær eina stjóraløn fyri at sita í nevnd FAKTA um Gunnar í Liða Føddur í 1960. Formaður í Ognarfelag Tryggingartakaranna, TF Holding, Tryggingarfelagið Føroyar, Grønlands­ banken og Hotel Føroyum, umframt næstformaður í Eik Banka. Var stjóri í TF Holding og Tryggingarfelagnum frá 1998 til 2010, tá hann tók við sum nevndarformaður. FAKTA um nevndarsamsýningar í TF samtakinum: Tey, ið mannaðu nevndina í TF Holding, samtaksnevndina, fingu tilsamans 2,52 milliónir krónur í fjør. Nøkur teirra sótu eisini í øðrum nevndum í samtakinum, og í teimum førum er øll nevndarsamsýningin íroknað tær 2,52 milliónirnar. Størsta samsýningin fór til Gunnar í Liða, sum fekk 884.000 krónur í fjør. Harumframt koma 2,57 milliónir krónur í samsýningum til aðrar nevndir í TF samtakinum. Størsta samsýningin fór til Torben Nielsen, sum fekk 630.000 krónur fyri at vera nevndarformaður í Eik Banka. Tilsamans er talan um 5,1 milliónir krónur, ið samtakaði rindaði í fjør. FAKTA um nevndina í TF Holding eftir aðalfundin í ár: • Gunnar í Liða, formaður • Annika Waag • Árni Jakobsen • Ingeborg Godtfred • Jan Müller  • Jákup Egholm Hansen • Anna Larsen (starvsfólkavald) • Sonne Mikkelsen (starvsfólkavaldur) • Elin H. Joensen (starvsfólkavald) Savnsmynd