fríggjadagur 3. mai 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Magn søkir eftir:
Leiðsluskrivara/marknaðarsamskipara
Um Magn
Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar.
Vit eru 130 starvsfólk. Høvuðsskrivstova okkara
er í Tórshavn, og deildarskrivstovur eru í Klaks-
vík og á Tvøroyri. 11 Magnstøðir eru kring
landið. Mált eftir sølu eru vit ein av Føroya
størstu fyritøkum.
Um starvið:
Talan er um eitt sera fjølbroytt starv. Sum
marknaðarsamskipari hevur tú alla marknaðar-
føring av Magn um hendi, bæði mótvegis
vinnukundum og privatkundum. Tú hevur
ábyrgd av marknaðarætlanum og marknaðar-
budgettinum. Tú samskipar herferðir, umsitur
heimasíðuna, samskiftir við lýsingarfyritøkur
og tekur tær av prenti og “in-store” marknaðar-
føring á Magnstøðunum.
Sum leiðsluskrivari hevur tú ábyrgd av størri og
smærri uppgávum og verkætlanum. Tú loysir
vanligar skrivarauppgávur fyri stjóra og leiðslu-
bólk, samstundis sum tú hevur yvirlit og tryggjar,
at einki verður gloymt og at einki dettur niður
ímillum. Hartil hjálpir tú stjóra og leiðarum við
ymsum uppfylgingum, og tú luttekur á leiðslu-
og nevndarfundum sum skrivari.
Starvið vísir til stjóran á Magn.
Vit bjóða:
Eitt gott, ábyrgdarfult og mennandi starv í eini
av Føroya størstu fyritøkum. Her er vítt til veggja,
og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini. Tað
er avgerandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða
sjálvstøðugt, og at tú loysir tínar uppgávur væl.
Tí fært tú góðan stuðul og alla neyðuga upp-
læring. Starvið er fjølbroytt, og tú fært góðan
møguleika at mynda arbeiði títt eftir egnum
ynskjum og førleikum.
Vit bjóða kappingarføra løn, fleksiblar arbeiðs-
tíðir og heimaarbeiðspláss.
Vit vænta:
• At tú hevur árræði og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt
• At tú hevur yvirlit og dugir væl at skipa fyri
• At tú ert tænastusinnað/ur í øllum
viðurskiftum
• At tú dugir at samskifta við fólk, og haraftur-
at dugir væl at skriva føroyskt
• At tú hevur hegni til og áhuga fyri
marknaðarføring og verkætlanarleiðslu
Royndir innan verkætlanarleiðslu/marknaðar -
føring/skrivarayrkið er ein fyrimunur. Um-
søkjarar við viðkomandi útbúgving hava ein
fyrimun.
Okkara virði eru:
• Kundin í fokus
• Vitan og førleiki leingi livi
• Skjótt er gott
• Gleði gevur megi
Um tú vilt vita meiri um starvið, vinarliga ring
til Hendrik Egholm, stjóra, á 237410, ella send
ein teldupost til hendrik@magn.fo.
Umsóknir skulu sendast innan 17. mai kl. 12.00
til hendrik@magn.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Starvið er fjølbroytt og starvsøkið umfatandi.
Tínar uppgávur fevna m.a. um, aT
· vera Company Security Officer
· viðlíkahalda og dagføra Star IPS (Information & Planning System)
· samskifta við myndugleikar og Klassa um krøv og fylgja krøvunum
· viðgera viðmerkingar frá audit/survey
· eftirmeta veitarar
· samskifta við manningarnar á skipunum um teknisk og operationell
viðurskifti
· hava tekniskt eftirlit umborð á skipunum
· vera við í menningini av mannagongdum
Harumframt hevur tú aðrar uppgávur, ið eru natúrliga knýttar at
reiðarívirksemi.
Vit leggja dent á, at tú kennir vinnuna og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt. Til tíðir verður tú at arbeiða undir trýsti við stuttum
tíðarfreistum, og tá skalt tú kunna varðveita yvirlitið og røkka
málunum.
førleikakrøv
· útbúgving sum maskinmeistari ella skipsførari
· góð samstarvsevni og tænastusinni
· dugir at samskifta flótandi í talu og skrift á føroyskum, donskum og
enskum
· góðar telduførleikar
Tað er ein fyrimunur, um Tú
· hevur kunnleika til STAR IPS
· hevur royndir innan frálandavinnu
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og
Føroya Arbeiðsgevarafelag um maskinmeistarar á landi. Starvsbyrjan
er 1. juli 2013. Hevur tú spurningar um starvið, vinaliga set teg í
samband við Johan S. Fjallsá, Technical Manager, á telefon 794908
ella við telduposti til jsf@skansi.fo
Umsóknir við prógvum skulu vera okkum í hendi seinasta lagi
hósdagin 14. mai 2013. Umsóknin kann sendast við telduposti til
skansi@skansi.fo ella sum bræv til:
Skansi Offshore, Skansavegur 7, FO-100 Tórshavn
SKANSI OFFSHORE SøKIR
MARINE SupERvISOR
Skansi Offshore hevur fimm frálandaskip,
og 135 fólk starvast í fyritøkuni. Vit arbeiða
í altjóða frálandavinnuni, og við sæti í
Føroyum byggja vit okkara virksemi á
dugna skapin, smidleikan og royndirnar hjá
føroyskum sjófólki. Okkara mál er at veita
dygdar góðar, álítandi og tryggar tænastur í
altjóða frálandavinnuni.