fríggjadagur 3. mai 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
skuldi til kanningar aftur,
sigur hann.
– Tá ið tú fert at vita, at tú
hevur krabbamein, slepst
ikki undan at tað kemur ein
reaktión. Spurningurin er
bara nær hon kemur og mín
kom so ikki fyrrenn aftan á,
tí tá eg skuldi til uppfylgj
andi kanningar, varð eg
brádliga ræðuliga bangin.
Nú havi eg gingið til reglu
ligar kanningar í sløk trý ár,
men har eg onki at síggja og
í dag havi eg onki krabba
mein í kroppinum, sigur
hann.
Opið og ærliga
Magnus sigur, at hann gjørdi
beinanvegin av, at hann
skuldi ikki fjala at hann var
vorðin sjúkur og tí fortaldi
hann vinum, kenningum og
starvsfeløgum, at hann hevði
fingið krabbamein.
– Eg vildi heldur tað enn
fólk fóru at tutla í krókunum
og at slaturin skuldi fara at
ganga.
Hann heldur eisini, at tað
var ein røtt avgerð, tí hann
fekk nógvan og góðan stuðul
allarstaðni.
Ikki minst er hann fegin
fyri stuðulin, hann fekk frá
arbeiðsplássinum og starvs
feløgunum.
– Leiðslan í SEV gjørdi
mær greitt, at eg kundi koma
og fara, sum eg hevði tilboð
til.
– Hevði eg brúk fyri at
koma til arbeiðis, skuldi eg
koma, hevði eg brúk fyri at
vera heima, skuldi eg vera
heima.
Hann sigur, at hetta var
akkurát tað hann hevði brúk
fyri, so tað hjálpti honum
einastandandi væl.
– Tað merkti, at eg kundi
fara til arbeiðis, tá eg orkaði
og sostatt sleppa burtur frá
sjúkuni eina løtu og tað var
ein møguleiki, eg brúkti
rættiliga nógv.
–
Alternativið
var
at
ganga heima og bara hugsa
um sjúku og um, hvussu illa
alt gekk.
– Eg eri vísur í, at tað
hevði verið nógv meiri niður
brótandi, leggur hann aftur
at.
Magnus og konan eiga
tríggjar dreingir, sum vóru 11,
14 og 19 ára gamlir, tá ið hann
fekk krabbamein.
– Vit gjørdu av at siga
teimum sum var og teir vóru
allir nóg gamlir til at vita,
hvussu
álvarsom
sjúka,
krabbamein er.
Magnus sigur, at tað var
ymiskt, hvussu teir tóku tað.
– Onkur spurdi nógv, men
onkur varð meiri tigandi.
Men eg haldi, at tað hevur
týdning at at hava eitt
serstakliga vakið eyga við
børnunum. Hava tey hug at
søkka inn í seg sjálvi og leita
sær í einsemi, skulu tey ikki
hava frið, tí tað er neyðugt at
fara eftir teimum og hála tey
fram í ljósið aftur.
Ræðuligur niðurtúrur
Fyrsta stigið í viðgerðini
var at taka nakrar royndir
av knútinum at nágreina
akkurát, hvat slag av krabba
meini, talan var um.
– Tað gekk illani at taka
royndirnar, tí tvær ferðir
miseydnaðist tað. Sostatt
gekk næstan ein mánaði til
tað varð staðfest, hvat slag av
krabbameini eg hevði, so at
eg kundi setast í viðgerð.
– Tað var ein ómetaliga
hørð tíð, serliga tí at eg hevði
so ilt í búkinum, at eg fekk
ikki etið.
– Eg eri ikki av størsti og
prúðastu monnum tí eg vigi
eini 76-78 kilo.
– Men ímeðan eg bíðaði
eftir at sleppa í viðgerð, fall
vektin heilt niður á 59 kilo, so
eg misti eini 20 kilo –og tað
sást á mær.
Hóast Magnus sigur, at
hann er positivur av lyndi og
ikki ivaðist í, at hann fór at
klára tað, má hann kortini
viðganga nú, at hann stúrdi
rættiliga illa.
Serliga eftir tað fyrstu
kemoviðgerðina var hann
heilt í kolakjallaranum, tó
hann bleiv so ússaligur av
henni, at hann vaknaði um
náttina og ”trúði at eg doyði”
og eg havi ongantíð verið so
langt niðri.
– Men tað hjálpti, at eg var
fyrireikaður upp á tað, tí
læknarnir
høvdu
fortalt
mær, at eg skuldi vænta, at at
eg fór at fáa tað ringt av
teimum báðum fyrstu kemo
viðgerðunum.
– Men hjá mær var tað
tíbetur bara tann fyrsta, sum
eg bleiv so ússaligur av, so
tað hjálpti upp á lagið.
Hóast eg var í viðgerð,
royndi eg at vera virkin og at
ganga og súkkla.
– Ólavsøkuaftan var av
bera gott veður og eg koyrdi
mær ein túr niðan á Hotel
Føroyar og fór til gongu
úteftir.
– Tá ið eg var komin ein
kilometur burtur, kom brád
liga fjáltur í meg, tí eg visti
ikki um eg kláraði at ganga
heim aftur.
– Eg hevði onga telefon og
øll vóru niðri í býnum á
ólavsøku, so útlitini fyri at
nakar gekk seg fram á meg,
vóru ógvuliga smá.
Men hann kláraði so aftur
í bilin og slapp sær til hús.
Hinvegin hjálpti tað nógv
upp á sinnalagið, at hann
varnaðist skjótt, at hann fór
at orka betri og betri.
Annars kundi tað vera ein
avbjóðing at fáa tíðina at
ganga, tí orkan var so lítil.
Men til alla lukku var HM
í
fótbólti
í
Suðurafrika
akkurát um hetta mundi.
– Mær dámar væl at
hyggja at fótbólti, so eg sá
hvønn einasta dyst. Og beint
eftir kom heimsins størsta
súkklukapping,
Tour
de
France, so har fóru næstan
tveir mánaðir frammanfyri
sjónvarpinum.
Ikki sami maður
Magnus Magnussen sigur,
at eftir at viðgerðin var
liðugt, fór gamli kroppurin
so
spakuliga
at
byggja
seg upp aftur – eisini við
teimum lýtum og brekum,
sum hann var merktur av
frammanundan.
– Áðrenn eg varð sjúkur,
stríddust eg við ov høgum
blóðtrýstið. Undir viðgerðini
var blóðtrýstið fínasta slag,
men síðani eg eri vorðin
frískur, er tað aftur farin at
hækka.
Men kortini staðfestir
Magnus, at hann er ikki
vorðin sami maður aftur.
– Tá ið eitt húsfólk fær
krabbamein, setir tað síni
spor hjá øllum í húskinum.
Heimið er langt frá tað sama,
og húsfólkið verður mint á
sjúkuna alla tíðina, tí eg
mistu alt hárið av kemo
viðgerðini, so sjúkan verður
so sjónlig.
– Ert tú sjúkur av so álvar
sligari sjúku sum krabba
meini, kemur tú altíð særdur
út aftur í hinum endanum,
bæði kropsliga og sálarliga.
Tað er ein natúrligur partur
av eini so álvarsamari til
gongd og tað skalt tú læra
teg at liva við.
Magnus sigur, at hann var
ikki bangin fyri at leita sær
hjálp frá Krabbameinsfelag
num og tað var ein góður
stuðul.
Hann var heldur ikki
bangin fyri at leita sær hjálp
frá sálarfrøðingi og alt tað
hevur hjálpt honum væl, tí
tað hevur lært hann at seta
lívið og tilveruna í perspektiv.
– Og tað er kanska ikki
fyrenn aftaná, at eg av álvara
varnist, hvussu bangin eg í
veruleikanum havi verið.
– So kanska var eg heldur
ikki heilt ærligur fyri mær
sjálvum í hesum føri, tí tað
slepst ikki undan, at tað er
ein ræðuligur niðurtúrur at
fáa eina so álvarsama sjúku,
sum krabbamein er.
- Tí hevur tað stóran týd
ning at eisini tann sálarligi
parturin verður tikin í álvara
og at hjálp eisini fæst til tað.
Alt í alt hevur hann tað
gott nú, bæði kropsliga og
sál.
Magnus var í viðgerð í
fimm mánaðir. Í tvey ár
hevur hann gingið til kann
ingar, tvær ferðir í skannara
og fýra ferðir eru blóðroyndir
tiknar.
Hesi næstu trý árini skal
hann skannast einaferð um
árið og taka blóðroynd tvær
ferðir – og so er liðugt.
– At fáa krabbamein er ein
sjúkutilgongd, sum er hørð
og sum setir síni spor, sigur
Magnus.
– Nú havi eg í nógv størri
mun lyndi til at njóta løtuna
og tað, eg havi hug til at gera,
útseti ikki til næsta ár.
– Eg eri nógv meiri tilvit
aður um, at liva lívið ímeðan
eg havi tað.
Feskasta dømið um tað er,
at fyri stuttum stakst tað
brádliga upp á hann, at hann
og konan skuldi fara eina
ferð til Keypmannahavnar at
ferðast.
- Sum sagt so gjørt og tí
bílegði eg ferðaseðlar beinan
vegin, sigur Magnus …
Hann leggur afturat, at
ímeðan hann lá á sofuni og
hugdi at Tour de France,
lovaði hann sær sjálvum, at
einaferð skuldi eisini hann
koma súkklandi til París.
– Tað fari eg at gera næsta
ár, sigur Magnus Magnussen.
Grøddur
- Tað er ein skelkur og ein ræðuligur niðurtúrur at fáa krabbamein, men eg havi ikki verið sannur ímóti mær sjálvum, sigur Magnus Magnussen
í Havn, sum nú er grøddur. Hann heldur, at tað er alt ov sjáldan, at vit hoyra tær góðu søgurnar um krabbamein