Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg ivaðist ikki í at eg fór at yvirliva KRABBAMEIN Tað var ein øgiligur skelkur, tá ið læknin fortaldi mær, at eg hevði fingið krabbamein. Men eg føldi alla tíðina, at eg var í tryggum hondum, sigur Magnus Magnusen, sum er ein av mongum, sum er lektur fyri krabbamein Áki Bertholdsen Tað var eitt kvøldið, hann lá í seingini, at hann varnaðist, at okkurt var galið. – Brádliga føldi eg, at eg hevði ein knút í búkinum, so stóran sum ein hondbóltur. Men kortini risti hann tað av sær og fór ikki til lækna, fyrrenn konan ornaði hann til kanningar. Tað sigur Magnus Magnu­ sen úr Kvívík, men sum býr í Havn. Í 2010, tá ið hann var 50 ára gamalur, fekk hann krabbamein, men í dag, trý ár seinni, er hann lektur. – Tað eru fleiri og fleiri, sum verða lekt fyri krabba­ mein. Men tá ið vit hoyra um Krabbamein í fjølmiðlum og millum manna, er tað mest, tá ið tað gongur illa og viðgerðin ikki eydnast. – Tær góðu søgurnar eru alt ov sjáldan at hoyra, leggur hann afturat. Men nú er hann til reiðar at greiða frá síni góðu søgu. – Eg eri farin at býta lív mítt sundur í tríggjar partar. Lívið áðrenn eg fekk staðfest krabbamein, lívið ímeðan eg var í viðgerð og lívið aftaná krabbamein. Doyvdi meg við kodimagnyl Magnus Magnussen er verk­ frøðingur hjá SEV. Í frítíðini plagdi hann at vera rættiliga virkin, tí hon­ um dámar væl at koyra á. Í hesum sambandi bæði rann og hann sparkaði hann. Men tað var á vári í 2010, at hann fór at føla seg illa. – Eg legði til merkis, at eg orkaði ikki so væl, sum eg plagdi, eg hevði ilt í búkinum og um næturnar kundi sveittin leka av mær. Men hann helt, at tað mundi bara vera aldurin, ella bara vanlig møði og et trúði í hvussu so er ikki, at nakað serligt var áfatt. Um hetta mundi rann hann nógv, tí hann vandi miðvíst til eitt hálvt maraton, sum skuldi vera í Brúxelles. Samstundis vóru teir nakrir starvsfelagir á SEV, sum meldaðu seg til flaggdagsrenningina í Havn í 2010. – Hendan flaggdags­morg­ un føldi eg meg slett ikki væl og eg hevði eisini ilt í búki­ num. Men eg doyvdi meg við tveimum kodimagnyl og so legði eg til brots at renna. – Tað gekk fínt – til eg hevði runnið hálvan teinin, 3,5 kilometrar. Tá segði búk­ urin stopp, tí eg fekk her­vi­ ligan krampa og mátti gev­ ast. Men heldur ikki tað fekk Magnus at fara til læknan. – Tá ið tað herðindi var av, nakað eftir, var alt aftur við tað gamla og eg arbeiddi og livdi, sum vanligt. Hann sigur, at á veg til maraton renningina í Brúx­ elles var hann í Íslandi og tað var fyrstu ferð, hann av álvara vildi viðganga fyri sær sjálvum, at okkurt var áfatt. – Eg lá á rygginum í seing­ ini, tá ið eg brádliga merkti at eg hevði ein knút, so stóran sum ein hondbólt í búkinum. – Tá varð eg rættiliga bangin, sigur hann. Men eg bleiv kortini ikki so bangin, at eg fór til lækna, leggur hann turrisliga aftur­ at. – Ístaðin mannaði eg meg upp og fór til Brúxelles at renna hálvt maraton. – Men tað gekk, sum tað mátti ganga og tað vil siga, at tað gekk heilt illa, men eg kom tó kortini á mál, um enn tað var við biti og sliti. Konan ornaði hann til lækna Hann sigur, at í forlongilsi av ferðini í Brúxelles, høvdu hann og konan avtalað at fara til Barcelona at halda feriu í eina viku. – Tað fóru vit eisini, men ta vikuna livdi eg mest upp á kodimagnyl, tí eg hevði so ilt í búkinum. Magnus Magnussen sigur, at tað var ikki fyrrenn á hesi ferðini í Barcelona, at hann fortaldi konuni fyrstu ferð um knútin í búkinum. – Hon gjørdi mær greitt, at eg mátti til lækna alt fyri eitt, vit komu heim aftur. Magnus viðgongur, at hann var ikki heilt ærligur fyri sær sjálvum. – Eg vildi ikki ásanna fyri sær sjálvum, at eg var sjúkur og nú má eg staðfesta, at tað var ein feilur. – So mín boðskapur skal vera púra greiður: Følir tú á tær, at okkurt er áfatt, far so til lækna. – Tað er í hvussu so er ongin skaði at fara til lækna og far heldur einaferð ov ofta enn einaferð og sjáldan, sigur hann. Sjálvur heldur hann, at av røttum átti hann at farið til lækna einar tveir, tríggjar mánaðir fyrr. Men tað fór hann ikki, tí innast inni vildi hann ikki ásanna, at nakað var áfatt. – Í dag skilji eg ikki, at eg ikki var ærligari fyri mær sjálvum, tí eg fór ikki til lækna, hóast øll tekin vóru um, at alt ruggaði ikki rætt, leggur hann afturat. Nakað lort Magnus sigur, at beint, tey vóru afturkomin úr Brúx­ elles, fór hann tískil til lækna og læknin staðfsti beinan­ vegin, at knúturin í búkinum mátti kannast. – So gekk alt slag í slag - tað rættiliga skjótt eisini. Hann sigur, at tað gingu ikki nógvir dagar, so fekk hann boð at møta í røntguni á Landssjúkrahúsinum. – Longu dagin eftir ringdu tey aftur eftir mær og bóðu meg koma útaftur á Lands­ sjúkrahúsið og tað var ikki fyrrenn tá, at eg fyrstu ferð varð greiður yvir, at okkurt álvarsligt var á vási. – Har tosaði ein lækni við meg og uttan at balla nakað inn fortaldi hann mær, at ”eg hevði í øllum førum fingið nakað lort”, sum læknin tók til. Men so legði hann afturat: Eftirsum tú hevur fingið nakað lort, so er hetta tað besta lortið, tú kundi fáa. Hann fortaldi mær, at eg hevði Krabbamein í eitlunum í búkinum, men at talan var um eitt tað mildasta slagið av krabbameini, sum er, og tí helt hann, at eftir umstøð­ unum var eg væl sloppin. Magnus Magnussen sigur, at tók læknanum tað rætti­ liga illa upp, at hann skuldi málbera seg soleiðis, tí hann helt, at tað var ein harð­ rendur máti at fáa boðini upp á. – Men tá ið eg síðani havi hugsað meg um, haldi eg, at hetta var ein frálíkur máti at fáa so ring boð upp á. – Læknin legði fyri tí ringasta, men kom so bein­ anvegin við øllum tí positiva og eg haldi, tað var tann rætti mátin, sigur hann. Í góðum og tryggum hondum Magnus sigur, tað var rætti­ liga, so varð hann settur í viðgerð og tað gekk bæði skjótt og væl. – Eins og tað er alt ov sjáldan, at vit hoyra góðar søgur um krabbamein, er tað eisini alt ov sjáldan, at vit hoyra tær góðu søgurnar um Landssjúkrahúsið. Í hesum sambandi sigur Magnus, at hann hevur bara alt gott at bera læknum og starvsfólki annars á Lands­ sjúkrahúsinum, tí har gekk alt sum á skinnarum. – Eg føldi alla tíðina, at eg var í góðum og tryggum honum og at talan var um eina professionella viðgerð, har læknarnir í allari til­ gongdini vitstu út í æsir, hvat teir høvdu við at gera. Hann sigur, at kenslan av, at hann var í góðum hondum, hjálpti rættiliga væl upp á sálarligu støðuna, hóast tað sjálvsagt var ein ræðuligur skelkur at fáa at vita, at hann hevði krabbamein. – Eg fekk beinanvegin so stórt álit á læknunum sum viðgjørdi meg, at tað fall ein friður yvir meg og eg ivaðist ongantíð í, at eg fór at yvir­ liva. – Eg fekk eisini beinan­ vegin at vita frá læknunum, at endamálið við viðgerðini var at lekja meg, ikki bara at halda sjúkuni niðri. Hann fekk somuleiðis at vita, at eg skuldi ikki undir skurð, men ”bara” hava kemo­ viðgerð. Og tað vóru av sonnum góð tíðindi hjá Magnus. – Ræðumyndin eg annars sá fyri mær, var, at eg skuldi undir skurð og at alt skuldi leggjast út ígjøgnum síðuna. – Tí var tað ein stórur lætti at fáa at vita, at eg ikki skuldi undir skurð. Magnus Magnussen skoyt­ ir upp í, at í farnu viku vóru hann og konan í Keypmanna­ havn. Tey gistu á einum hotelli og á bróstinum á hotell­kamarinum stóðu hesi gullkornini hjá Piet Hein: ”Der er en ro, og den beror på, at du er tro mod det du tror på”. Hann sigur, at fyri tað kundi hetta ørindi akkurat tað sama verið skrivað til hansara, tí tað var akkurát soleiðis hann føldi tað undir allari viðgerðini. – Eg var alla tíðina trúgv­ ur í trúnni upp á, at eg fór at verða frískur aftur. Hann sigur, at í roynd og veru var hann nógv bangn­ari fyri teimum kanningum, hann skuldi til, eftir at viðgerðin var liðug fyri at vita, um krabbameinið var burtur. – Tann reaktiónin, sum ikki kom ímeðan eg var sjúkur, kom kanska ikki fyrr­ enn viðgerðin var liðug og eg Tær góðu søgurnar eru alt ov sjáldan at hoyra