fríggjadagur 3. mai 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyri løtu síðani las eg tíðindi um
eina iverksetarakapping millum
ungfólk. Føroysku vinnarnir vóru
tríggir ungir menn frá Føroya
Handilsskúla. Teir høvdu gjørt eitt
projekt um framleiðslu av salti
úr havinum rundan um Føroyar.
Sum føroyskir vinnarar fóru teir
víðari til donsku kappingina og
gjørdust aftur vinnarar har. Síðani
skulu teir víðari út í Europa. Eg
taki hetta fram sum eitt dømi um,
at tað finnast ungfólk í Føroyum,
sum við ágrýtni og positivum
hugburði fáa gjørt vart við seg og
lætta sær upp frá tí svartskygni,
sum annars er við at køva før
oyska lívsandan.
Fleiri eru nøgd
Tað eru nøkur fyribrigdi, sum eru
nógv frammi í almenna orða
skiftinum í Føroyum fyri tíðina.
Eitt er nøgdsemi, sum er íkomið
av eini nøgdsemiskanning, sum
Fólkaheilsuráðið hevur gjørt. Tað
áhugaverda við hesi kanning er,
at fyri stóran part eru føroyingar
nøgdir við sínar umstøður og
lívsviðurskifti. Ja, meiri nøgdir
enn flestu onnur fólk. Hetta
kemur mær fyri at vera eitt sindur
í andsøgn við tað, ein heldur
seg fáa fatan av, tá ein lesur og
hoyrir og sær tað, sum kemur frá
“debattørum” í føroyskum bløðum,
kringvarpi, portalum og ikki minst
undirgreina-viðmerkjarum.
Men hetta sigur mær somikið,
at vanligi føroyingurin, tá saman
um kemur, ikki er so spiltur
av tí hugburði, sum sýnir seg
í tí orðalagi, sum áðurnevndu
debattørar nýta.
Fráflytingin
Samstundis sum nøgdsemi hóast
alt sær út til at vera til stað
ar, hevur nógv verið frammi
í seinastuni um fólkafráflyt
ingina úr Føroyum og mangl
andi fólkavøksturin. Hetta er
sjálvandi ein sera viðkomandi og
grundleggjandi spurningur. Og
tí er tað gott, at arbeitt verður
við hesum problematikkinum,
og tað at ein væl gjøgnumarbeitt
heildarætlan um hesi viðurskifti
hevur sæð dagsins ljós er at gleð
ast um. Tað, sum tí nú ræður um,
er at duga at brúka eina slíka
ætlan sum ígongdsetanarhjálp
bæði hjá politisku myndug
leikunum og hjá fólki sum heild.
Vit mugu gera okkum greitt,
at fráflyting hevur fleiri orsøkir.
Tað er ikki eitt serføroyskt fyri
brigdi. Nútíðar globaliseringin
og møguleikarnir at ferðast
hevur havt við sær, at fólk
yvirhøvur hava nógv lættari
við at støðast á fremmandum
støðum enn áður. Men sjálvandi
hava viðurskiftini í eins egna
landi sera stóran týdning. Fyrst
og fremst krevst, at ein hevur
tokka til eins egna land, og at
ein kennir seg væl í landinum
millum sínar landsmenn. Fólka- og
tjóðarlyndi hevur sostatt stóran
týdning, tað at hugburðurin er
positivur. Hetta er tað, sum er
grundarlagið undir góðum livi- og
menningarumstøðum. Eru hesi
viðurskifti góð vilja flestu fólk
leita heimaftur til føðilandi.
Framburður
Allar góðar kreftir eiga tí at virka
fyri framburði og menning. Bæði
vanligi almenningurin og tey sum
hava politisku ábyrgdina av at
stýra landinum. Hetta var orsøkin
til at eg byrjaði við teimum trim
um dreingjunum frá Handils
skúlanum og teirra ígongdsetanar
virksemi. Men vit kunnu fara
víðari og taka onnur positiv
dømi fram úr nútíðar Føroyum.
Fyri stuttum samtykti Løgtingið
(endiliga) at fara undir byggingina
av læristovninum úti í Marknagili.
Hetta er stórt framstig, bæði tí
stórt arbeiðsvirksemi fer í gongd,
men uppaftur meira tí útbúgv
ingarmøguleikarnir hjá ungfólki
gerast munandi betur.
Eitt annað dømi, sum kann
takast fram er Skansin Off Shore.
Eitt stórt nýtt skip er júst keypt,
so nú eru fimm skip tilsamans,
og fleiri hundrað mans hava
arbeiði. Hetta er nýggj vinna, sum
sær út til at hava góðar fram
tíðarmøguleikar. Føroyingar
hava sostatt stórar møguleikar,
bæði heima og burturi. Nevnast
kunnu afturat stóra menningin av
alivinnuni og føroyska luttøkan
í altjóða oljuvinnuni. Í heila tikið
skuldi góðir møguleikar veri fyri,
at føroyingar, sum eina tíð fara
uttanlands, hava nakað at koma
heimaftur til. Tað er slíkt, sum
gevur mær eina positiva kenslu
av framtíðarvánunum hjá Føroya
landi. Men sjálvt um teir ikki altíð
koma heimaftur, so síggja vit
mong dømi um, at teir virka væl
í øðrum londum og gera Føroya
landi æru.
Politiska virksemi
Hyggja vit hinvegin at tí politiska
umhvørvinum, so sær støðan
eitt sindur meira fløkjaslig út.
Ikki tí, mangt er eisini positivt
har. Sjálvt um stríðast skal fyri
tí, so hevur tað eydnast fiski
málaráðharranum, í øllum førum
fyri eina tíð, at tilluta Føroyum
eina rímuliga stóra silda- og
makrelkvotu. Hetta hevur stórt
beinleiðis peningavirði
fyri samfelagið og
er arbeiðs- og
virðisskapandi.
Førdi fíggjar- og búskapar
politikkurin hevur annars eisini
við sær, at samfelagsbúskapurin
stabiliserast, at fíggjarlógarhallið
er í minking, at arbeiðsloysið
eisini er í – hóast spakuligari –
minking, og at samfelagsgongdin
sær heldur ljósari út. Eg kann ikki
lata vera við aftur at nevna tann
sokallaða flatskattin. Eg havi áður
róst hesi skipan. Nakrar smávegis
justeringar eru helst fyri neyðini,
men tá tær eru gjørdar, verður
hendan skipan ein tann besta, sum
finnst. Nøkur lond hava líknandi
skipanir, og onnur eru í ferð við
at fáa sær eina slíka og niðurlaga
tann sokallaða “toppskattin”.
Fyri at koma aftur til nøgd
semiskanningina, so haldi eg, at
føroyingar hava góða orsøk til
at vera nøgdir við umstøðurnar
teir búleikast undir, ikki minst
tá samanborið verður við um
støðurnar í mongum øðrum
londum. Tað sum skal til fyri
at hetta kann halda fram, er, at
virkishugurin, sum áður nevndu
vinnuinnitiativ eru dømi um,
halda fram, og at fleiri tílík vísa
seg í framtíðini.
Orrusta á tingi
Men alt er tíverri ikki so ljósareytt.
Tá vit koma til politiska umhvørvi
stendur ikki so væl til. Sum eyg
leiðari til politiska orðaskifti
bæði á tingi og miðlunum verður
ein rættiliga vónbrotin. Eitt er,
at politkkarar og onnur, sum
luttaka, eru ósamd, men harfyri
kann ein halda seg til vanligan
fólkaskikk. Í Degi og Viku um
dagarnar sá eg eitt brot frá orða
skifti á tingi, har tingkvinnan
Kristina Háfoss beinleiðis (í
øllum førum ikki væl innballað)
skuldsetti landsstýrismannin
Jacob Vestergaard fyri at vera ein
“crook”, tað vil umsett til føroyskt
siga ein svikara ella brotsmann
ella ein óheiðurligan persón. Hon
legði samstundis upp til, at lands
stýrismaðurin skuldi mótprógva
hennara
pástandum. Hevur ein
hoyrt slíkt? Og tað frá landsins
fremsta røðarapalli og við
lóggivnum immuniteti !! At bera
slíkt fram grundað á slatur og
sleyg í einum parlamenti, tað
er ikki bara skomm. Ein hvør
rætthugsandi persónur missir
alla virðing fyri einumj slíkum
tingfólki. At so floksformaður
hennar ikki var stórt frægari
ger ikki sakina stórt betur. Tað
er munur á at skifta orð (sjálvt
um tað er harðligt) um ávísar
ósemjur og at skuldseta onnur fyri
óheiðurleika.
Politiskt samskifti
Politiska skipan okkara hevur sum
siðvenju, at tingmanningin er býtt
upp í eina meirilutasamgongu,
sum skipar landsstýri, og eina
andstøðu, sum ofta finst at
landsstýrinum og samgonguni,
men sjálvandi eisini kann arbeiða
saman við meirilutanum. Allir
flokkar á tingi hava royndir av við
hvørt at hava verið í samgongu og
við hvørt at hava verið í andstøðu.
Vanliga royna flokkarnir, tá val
hevur verið at koma í samgongu
við aðrar flokkar, sum teir kunnu
gera semjur og neyðsemjur við.
Men nú hava vit upplivað, at
ein flokkur Javnaðarflokkurin á
sínum landsfundi, eftir uppskoti
formannsins, hevur samtykt, at
so leingi Aksel V. Johannesen er
formaður kann flokkurin ikki fara
í samgongu við ein annan ávísan
flokk, Fólkaflokkin.
Hetta er nýtt í føroyskum
politikki, og sigur í veruleikanum
meira um tann, sum útilokar, enn
um tann, sum verður útilokaður.
Slíkt er dømi um vantandi dømi
kraft hjá formanninum, og kann
møguliga hava við sær, at hann
má eta orðini og samtyktina í
seg aftur ella vera orsøk til, at
hann má fara frá sum formaður.
Ein av bestu og týdningarmestu
gávunum hjá einum góðum
politikara er at duga at
samskifta við
onnur.
Positivur ella negativur hugburður
tíðargrein
Jógvan Sundstein
fyrrverandi løgmaður og løgtingsformaður
fyri Fólkaflokkin
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Fyri stóran part eru føroyingar nøgdir
við sínar umstøður og lívsviðurskifti.
Ja, meiri nøgdir enn flestu onnur fólk.
Hetta kemur mær fyri at vera eitt sindur í
andsøgn við tað, ein heldur seg fáa fatan
av, tá ein lesur og hoyrir og sær tað, sum
kemur frá “debattørum” í føroyskum
bløðum, kringvarpi, portalum og ikki
minst undirgreina-viðmerkjarum.