fríggjadagur 3. mai 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Veruleikan skulu vit sjálvandi kenna, men hug
vekjandi er tó, at um vit nóg ofta vænta tað ringa,
endurtaka tað negativa ella tað, vit óttast, kann tað
gerast veruleiki. Fordómar kunnu gerast mørk, sum
halda okkum aftur og køva møguliga góða úrtøku.
Svarið tykist vera, at arbeiða væl við tí tilfeingi,
sum er tøkt, seta okkum greið mál og síggja, hvat
skal gerast. Tí tað vit vænta, fáa vit.
Royndir hjá sálarfrøðinginum Robert Rosenthal
vísa á, at endaliga úrslitið ofta er í samsvari við
tað, vit vænta ella í samsvar við fordómar okkara.
Tað eru tó ikki altíð orðini, sum avgera hetta, men
tónalag, andlitsbrá, kropsburður og soleiðis vit
samskifta tað, vit vænta av øðrum, sum kann
broyta, hvussu tey síggja seg sjálvi, og hvussu vit
vænta at tey fara at bera seg at - hetta avgerð eisini
motivatión teirra, og hvussu tey mennast.
Tað byrjaði við rottum, har Rosenthal setti spurn
ing við, um vit menniskju kunnu ávirka avrik bæði
hjá dýrum og menniskjum við tí, vit vænta av
teimum. Í 1960unum gjørdi hann sálarligar royndir,
sum vístu, at stytsta leið til dugnaligar rottur – og
menniskju – er at vænta nakað positivt av teimum.
Hví er tað so? Møguliga, tí tey sum arbeiddu við
“klóku” rottunum vóru vinarlig, eggjaðu meira og
vóru róligari enn tey, sum arbeiddu við “dølsku”
rottunum. Tær klóku fingu eisini viðurkenning,
sum í øðrum samanhangi er líkt “pep talk”.
Úrslitið gav Robert Rosenthal hug at gera líkn
andi roynd við næmingum, tí hvat hendir í veru
leikanum, um lærararnir vænta meir av summum
og minni av øðrum næmingunum? Áðrenn ein
ávísur bólkur av næmingum byrjaði í nýggjum
flokki, við nýggjum lærara, gjørdi Rosenthal
intelligensroynd av næmingunum. Um nakrar
av næmingunum fingu lærararnir at vita, hóast
teir vóru tilvildarliga útvaldir, at her var talan
um næmingar við serligum góðum evnum. Árið
eftir vísti royndir við somu næmingum, at teir
næmingarnir, sum lærarin væntaði nakað positivt
av, vístu betri úrslit enn hinir. Hetta verður í dag
kallað Rosenthal-effektin.
Hóast møguliga veikt grundarlag til gerandisdagin
annars, vísir hetta, at heldur enn at síggja veik
leikar, eiga vit at síggja styrkir. Eins og víst varð á,
so hevur Rosenthal-effektin ávirkan á menniskju,
og tá menniskju mennast í mun til vónir, sum
verða sett teimum, er avbjóðingin at arbeitt
meir málrættað at byggja upp positivar vónir og
fokusera á styrkir.
Aðrar kanningar vísa, at menniskju flest heldur
tosa um tað lægra, miseydnaða ella veika, men
Rosenthal-effektin røkkur óivað nógv longri, og er
galdandi í øllum lívsins viðurskiftum, har positivar
vónir draga okkum nærri tí, vit ynskja skal henda.
Tá ið tosað verður um samfelagsviðurskifti er óivað
eitt mark fyri, hvussu ofta vit skulu hoyra t.d., at
øll tey klóku antin flyta av landinum, ella ikki flyta
heima aftur, og um nøkur ár verður neyvan liviligt
her á landi, áðrenn vit fara at trúgva tí. Tí tað vit
vænta, fáa vit. Vit kunnu hyggja rundan um okkum,
um ikki sjón er fyri søgn?
Tóra við Keldu
Lærari
EYGA
MÁLIÐ
Vænta nógv og fá meir
kjak
kjak
Lóggáva frá 2010 spennir
bein fyri rehabilitering
Forsorgarlógin, grein 18b, um
hjálparráð, er bygd upp á ein
slíkan hátt, at avleiðingin er,
at nógv fólk ikki fáa tey hjálp
artól og ta servitan innan økið,
sum teimum tørvar, fyri at tey
kunnu liva eitt virki og inni
haldsríkt lív.
Samstundis sum lóggáv
an frá 2010 spennir bein fyri
rehabilitering, ger hon mis
mun millum fólk og er tí í stríð
við ST-sáttmálan um rættindi
teirra brekaðu, umframt at
hon skapar eyka umsiting.
Fólk á stovni eru
fyri mismuni
Tá fólk skulu flyta inn á ein
stovn, fáa tey eitt bræv frá
Hjálpartólamiðstøðini um at
lata inn aftur øll hjálpartól, tey
áður hava fingið, meðan tey
búðu í teirra egna privata heimi.
Hetta inniber til dømis, at eitt
fólk við parkinsonsjúku, sum
nýtir ein »stemmuforsterkara«
frá
Hjálpartólamiðstøðini,
skal lata inn hetta hjálpartól
í sambandi við flytingina. Ein
»stemmuforsterkari«
er
eitt
hjálpartól, sum hjálpir fólki,
hvørs rødd er nógv viknað, at
kunna tosa, so onnur hoyra,
hvat tey siga.
Sambart grein 18b í for
sorgarlógini frá 2010 hava fólk,
ið flyta inn á stovn, rætt til at
taka við sær persónliga til
lagað hjálpartól. Av tí at ein
»stemmurforsterkari« ikki er
eitt persónliga tillagað hjálpar
tól, skal tólið latast Hjálpartóla
miðstøðini aftur í sambandi við
flytingina. Persónliga tillagað
hjálpartól, ið varðveitast, tá ein
flytur inn á stovn, eru t.d. heilt
serstakir koyristólar til fólk, ið
als ongan gonguførleika hava.
Í sambandi við flyting á
ein stovn skulu ergo- og fysio
terapeutar á stovninum aftur
meta um tørvin á hjálpartólum,
meðan stovnurin skal taka
støðu til, um peningur er til at
keypa ella leiga tólini.
So er spurningurin um nokk
av peningi er oyramerktur til
hetta?
Á nógvum stovnum finst
harafturat eingin fakterapeut
isk vitan, sum kann meta um
hendan tørvin. Hetta er ein
trupulleiki, tí júst fólk, ið búgva
á almennum stovnum, hava
mangan ein kompleksan tørv
á tillagingum, hjálpartólum og
terapeutisku servitanini, sum
hoyrir til. Umframt hetta er
støðan hjá fleiri, ið flyta inn á
ein stovn, at tey mangan ikki
megna sjálvi at tosa fyri seg.
Í nøkrum førum velja fólk
ini og/ella tey avvarðandi sjálvi
at gjalda fyri tólini ella leiguna
av teimum. Tað sama ger seg
galdandi, um teimum tørvar
hjálpartól fyri at kunna fara á
vitjan hjá familju ella fara ein
túr aftur at vitja teirra egna
heim, sum tey eru farin frá.
Á Ráðstevnuni um rehabili
tering, sum Ergoterapeutfelagið
í Føroyum skipaði fyri í august
í fjør, gjørdu formennirnir fyri
norðurlendsku ergoterapeut
feløgini vart við, at tað er í stríð
við ST-sáttmálan um rættindi
teirra brekaðu, ið Føroyar undir
skrivaði í 2009, at føroyingar,
sum búgva á stovni, ikki hava
somu atgongd til hjálpartól eins
og onnur fólk í samfelagnum, tí
at tey so ikki hava somu manna
rættindi sum aðrir borgarar í
Føroyum.
Hvussu spennir
lógin bein fyri
rehabilitering?
Tað er góður vilji í Føroyum til
at arbeiða fyri lívsgóðsku hjá
fólki, sum av ymiskum ávum
hava fingið skerdar førleikar.
Og hetta seinasta árið er
rehabilitering rættuliga komin á
dagsskránna her í Føroyum. Vit
hava hoyrt bæði frá politiskari
síðu, frá landsstýrisfólkum og
frá stovnsleiðslum, sum fegin
vilja vera við til at seta í verk
rehabilitering. Tað seinasta,
sum vísir tann góða viljan, er,
at Almannaráðið hevur orðað
eitt tilmæli um eldrapolitikk,
har lyklorðini eru: trivnaður,
tryggleiki og lívsgóðska.
Endamálið við rehabiliter
ing er, at fólk, ung sum eldri,
hóast sjúku ella brek fáa eitt
so sjálvstøðugt og virki lív sum
møgulig.
Tá ein rehabilitering er væl
eydnað, merkir tað, at fólk fara
at fáa minni tørv á stuðul og
hjálp í gerandisdegnum, ella als
ikki. Fyri at rehabilitering kann
eydnast, krevur hetta tó fyrst og
fremst miðvísa endurvenjing,
umframt samstarv millum al
mennar stovnar og sektorar.
Eitt annað, sum er týdningar
mikið fyri at rehabiliteringin
skal eydnast, er í flestu førum
hjálpartól. Ofta tó bert í av
markaðum tíðarskeiðum.
Og her er tað, at Forsorg
arlógin, grein 18, í roynd og
veru er beinleiðis í andsøgn
við endamálið við rehabiliter
ingini. Lógin sigur nevniliga,
at borgarin einans kann fáa
hjálpartól frá hjálpartólamið
støðini, um tey hava brek ella
varðandi sjúku, so at skilja, at
útlit ikki eru til, at heilsustøðan
fer at betrast.
Í slíkum førum er tað stovn
urin og/ella skipanin, sum
stendur fyri rehabiliteringini, ið
skal gjalda hjálpartólini. Og her
renna vit okkum aftur í sama
trupulleika sum áðurnevnt við
fólkum, sum búgva á stovni. Tað
vil siga, at atgongdin hjá fólki
til at fáa hjálpartól sum part av
rehabiliteringini, er treytað av
fíggjarstøðuni hjá tí stovni ella
tað skipan, tey hoyra undir, tí
peningur er ikki oyramerktur.
Hetta er ein trupulleiki, ið
er forðandi fyri góðari rehabili
tering.
Eitt dømi um hetta er, at um
eitt fólk fær eina heilabløðing,
sum førir við sær heilaskaða,
so krevur hetta drúgva tíð við
endurvenjing á sjúkrahúsi, sum
er byrjanin uppá eina rehabili
teringstilgongd. Onkur kann
missa førleikan at tosa, og tá er
tørvur á at finna eitt hjálpitól,
sum kann hjálpa teimum at
samskifta við umverðina. Tað
hevur týdning at royna og venja
seg við hjálpartólið, meðan fólk
eru innløgd, so tey eru før fyri
at nýta hesi, tá tey einaferð
verða útskrivaði til egið heim
- óansæð um hetta er á privat
adressu ella á stovni. Men hetta
ber í flestu førum ikki til, tí
sjúkrahúsið ikki hevur pening
til hesi í mongum førum kostn
aðarmiklu hjálpartólini. Tískil
fær hetta fólkið ikki neyðugu
endurvenjingina og harvið mis
eydnast rehabiliteringin.
Eitt annað dømi, sum vísir,
hvussu lógin er forðandi, er,
at um eitt eldri fólk sum part
av eini rehabiliteringstilgongd
skal hava endurvenjing í egnum
heimi, og tað í tí sambandinum
er tørvur á hjálpartóli í eitt
avmarkað tíðarskeið, so skal
Eldradepilin (Heimatænastan)
gjalda.
Og so er aftur spurningurin,
um nokk av peningi er oyra
merktur til hetta?
Dupult og dýrt
umsitingararbeiði
Ein onnur avleiðing av lógini er,
at fleiri lið av starvsfólkum út
inna somu uppgávu, og harvið
verður fíggjar- og starvsfólka
orkan nýtt til óneyðuga nógva
umsiting heldur enn til aðra
tænastu, sum fólk hava tørv á.
Um vit lyfta okkum upp og
hyggja at hesum ymisku stovn
um, skipanum og bygnaðum, so
síggja vit, at til dømis Hjálpar
tólamiðstøðin, flestu bústovnar
og Eldradepilin øll eru partar av
Almannaverkinum, sum júst
hevur fingið boð um at spara
fleiri milliónir tey næstu árini.
Í andsøgn við hetta er, at
omanfyrinevnda lóggáva førir
við sær, at fleiri almennir stovn
ar innan somu skipan skulu
brúka fleiri lið av til dømis tera
peutum til at meta um sama
tørv hjá einum fólki. Soleiðis
ger lóggávan beinleiðis tað, at
vit við hesum nýta fíggjar- og
starvsfólkaorku til óneyðuga
nógva umsiting. Hetta er bæði
peningur og tíð, ið heldur skuldi
verið nýtt til fólkini, ið hava tørv
á fakterapeutisku tænastuni.
Sum fakbólkur síggja vit,
at lóggávan spennir bein fyri
tí góða viljanum, sum finst
allastaðni í skipanini.
Men tað mest syrgiliga er, at
fólk fáa eina kenslu av, at eingin
samanhangur er í tænastunum,
tey hava tørv á, umframt at
»trivnaður, tryggleiki og lívs
góðska« (tilmæli um eldrapoli
tikk) tíverri ikki er galdandi. Ei
heldur er virðilig viðferð av fólki
og vanligt vit og skil galdandi.
Niðurstøða
Í forsorgarlógini, grein 18b, eru
ikki øll fólk líka fyri lógini!
Úrslitið av hesi bert trý ára
gomlu lógini er soleiðis tíverri,
at hon forðar fyri at fleiri av
okkara borgarum, sum búgva
á stovni, kunnu liva eitt meira
virki lív við møguleika fyri betri
lívsgóðsku. Umframt hetta er
lógin ein beinleiðis forðing fyri
góðari rehabilitering!
Ergoterapeutfelagið metir,
at lóggávan frá 2010, sum bæði
spennir bein fyri rehabilitering
og ger mun á fólki, er brot á
mannarættindi hjá fólki, sum
búgva á stovni, og sostatt brot
á ST-sáttmálan um rættindi
teirra brekaðu, sum Føroyar
undirskrivaðu í 2009. Umframt
hetta hevur lóggávan eina aðra
negativa avleiðing, og tað er, at
hon førir til eyka umsiting, ið
bæði kostar tíð og pening. Tíð
og pening, ið vit kundu nýtt til
góða rehabilitering, til gagns
fyri bæði tann einstaka og sam
felagið.
Tí ynskir Ergoterapeutfe
lagið, at lógin verður endur
skoðað!
Áheitan á politisku
skipanina
Ynskja politikararnir í Føroyum
at tryggja øllum, sum hava tørv
á tí, neyðuga endurvenjing og
rehabilitering, skulu lógirnar
innan hjálpitólarøkið endur
skoðast.
Er politiskur vilji til at end
urskoða og tillaga hjálpartóla
økið og lógirnar innan hjálpar
tólaøkið, førir hetta við sær at
fleiri fólk fáa eitt betri lív. Hetta
fer eisini at gera, at fíggjar- og
starvsfólkaorka innan hjálpar
tólaøkið verða brúktar rættari,
samfelagnum til gagns.
Ergoterapeutfelagið heitir á
okkara fólkavaldu politikarar
um beinanvegin at loysa hend
an trupulleikan, so tann góði
viljin sleppur at virka og eisini
Føroyar kunnu liva upp til ST-
sáttmálan um rættindi teirra
brekaðu.
Hetta kunnu vit broyta og
gera betri!
Eina Andreasen
forkvinna
Ergoterapeutfelagið