fríggjadagur 3. mai 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Flekiborðið umborð á fiskiskipum
hevur havt eina umskiftiliga til
veru. Upprunaliga vildi fiskimenn
ikki vita av flekiborði. Teir vildu
heldur standa boygdir og flekja
á dekkinum. Tað sigst, at fyrstu
flekiborðini vórðu blakað fyri borð
aftur. Men tað varð kortini skjótt,
at menn kortini sannaðu, at tað var
bæði skjótari og lættari at standa
upprættur við eitt flekiborð. Hetta
gjørdist partur av lívinum hjá fiski
monnum í mong ár. Men so fór salt
fiskurin umborð á skipum í søguna
og flekiborðini fóru sama veg.
Upprunin til hesa Miðviku er Jo
han Hendrik Olsen, kallaður Hanni,
í Sørvági. Hann hevur hugleiðingar
frá síni tíð við síðutrolaranum
Magnus Heinason, sum var bygdur
í Portugal í 1961. Dávur Poulsen
av Strondum var fastur skipari,
og beiggi hansara, Karloth, loysti
hann av. Flekiborðini vóru vanliga
mannað av fýra flekjarum, tveir
sprettu og tveir tóku ryggin úr.
Afturat teimum var ein avhøvdari.
Hanni greiðir soleiðis frá:
Gomul minnir umborð
á Magnus Heinason
Jólatúrin 1963 og vártúrin 1964
var eg saman við teimum fýra við
borðið. Í desember 2012 var eg við
til jarðarferðina hjá tí síðsta av
teimum, Petur Højgaard, Saltangará.
Hann bleiv 94 ára gamal og var tann
seinasti frá hesum flekiborði, sum
er farin foldum frá.
Hinir tríggir vóru:
Theodor Dahl, Tórshavn, Hildi
bjartur Olsen, Skálavík og Hjalmar
Petersen, Bø.
Vártúrin 1964 var eg avhøvdari
hjá teimum. Eitt serligt minni er,
tá telegrafisturin Jon Mortensen
av Tvøroyri lat sangin “Seinasta
vaktin” hjá Harry Birtilíð ljóma
fram av brúgvatakinum. Tá vóru
knívarnir títtir, og tá nyttaði einki
at gremja seg um ryggin.
Vit høvdu eisini góðar yrkjarar
umborð, teir báðir Petur og Hjalmar
høvdu góðar gávur á hesum øki.
Dømi um hetta er sangurin,
sum Petur yrkti á túrinum til 52
ára føðingardagin hjá Hjalmari.
Hjalmar yrkti eisini á sama túri
ein sang til Grækarismessu í 1964,
tá ið fiskimarkið varð flutt út á 12
fjórðingar.
Eg eri glaður at hava upplivað
tíðina saman við hesum monnum.”
Teir fýra við borðið
Theodor Dahl, ein av flekjarunum,
hevði góðar gávur at skriva. Í jóla
blaðnum, Hugnalig Jól í 1965, skriv
aði hann eina stuttsøgu um menn
inar við eitt flekiborð.
Fólkið var sett og hesir fýra
skuldu vera við flekiborðið á stýri
mannavaktini henda jólatúrin undir
Grønlandi við stórtrolaranum.
Manningin var úr ymiskum
bygdum runt um landið, so sum
ofta er á slíkum trolarum.
Álvur á Tanganum og ein
sunnanmaður
vóru
makkarar,
og Tórur undan Jøklinum og ein
sera dámligur maður innan av
Tangafirði aftan fyri borðið – allir
tilkomnir menn og sera dúgligir
flekjarar. Allir vóru teir giftir –
uttan Álvur á Tanganum. Hann
var einasti sonur óðalsbóndan
á Tanganum, og sum verða man
vaksin upp í einum valaheimi.
Hann var tvíburabarn og kanska
ikki so nógv til mannar, men hann
hevði fingið gott í beinini, og tá
hann so eisini var sera nærlagdur,
bleiv hann av bestu monnum. Onki
røktist fyri, at hann gifti seg. Hann
kundi havt gjørt tað, tí hann átti
fyri eini hús og væl aftrat, og tað var
eisini onkur av teimum ungu didd
unum, sum skeittu eftir honum.
Hann hevði dugað sera væl at
farið um pengar, men hesi seinastu
árini hevði hann verið nakað ”vátur
frammaní”, sum tikið verður til. Ikki
tí, í heiminum hevði hann ikki sæð
slíkt fyri sær, pápin smakkaði ikki
sterkan drykk.
Álvur var skiparalærdur, hevði
siglt sum bestimaður við slupp í
nøkur ár, men var nú sloppin við
stórtrolara og stóð sum sagt millum
reystmenni við borðið og flakti.
Við eitt slíkt flekiborð stendur
tú vakt eftir vakt, dag eftir dag,
viku eftir viku allan túrin. Tú sært
einki uttan tosk, tosk og aftur tosk.
Hetta, at flekja og og standa og
kappast við tann, sum leggur uppá
borðið, hetta verður sum ein mask
ina, sum eitt tól, hesin toskur skal
fara í gjøgnum; tú skundar tær bert
at viðgera hann, sleppa tær av við
hann.
Sum vera man, varð mangt havt
á máli við borðið, bæði líkt og ólíkt.
Ikki so sjáldan varð eisini tosað
um politikk. Tórur og Pætur av
Tangafirði vóru sjálvstýrismenn
og oftast á einum málið, meðan
Álvur var meira konservativur,
so har mól nóg so heitt stundum.
Sunnanmaðurin, sum spretti til
Álv, legði aldri uppí, tá tosað var um
politikk. Hann gav einki fyri alt, tí
alt var ”skegg”, alt var skyldskapur,
eygnatænasta, hyklarí. Søtorðaður
upp í eyguni, baktalari, tá bakið
vendir til – samfelagið var ein stór
ur svullur, alt sum tað var.
Ein dagin spurdi Pætur Álv,
um hann ikki fór at fáa sær konu.
Petur átti nógvar døtur, fleiri vóru
tilkomnar, ja enntá giftar. Pætur
hevði havt orðið fyri at bjóða tær
út, helst tá hann hevði kenningina;
men hesin spurningurin, ið hann
setti Álvi, vakti umhugsan, tí satt at
siga hevði Álvur einaferð sæð eina
dóttur Pæturs, og honum dámdi
hana sera væl. Álvur hevði fingið
nakað at hugsa um.
Dagur datt av degi, teir fýra við
borðið stóðu har og gjørdu sítt
arbeiði. Jólini vóru eisini í hond;
men at hugsa um at koma heim til
jóla var ikki. Høvdu teir av illum
fingið eina hvíld á jólum, so skuldu
teir verið glaðir.
Álvur hevði sera gott mál, og altíð
sang hann, tá ein løta var. Hann helt
so nógv av teimum donsku sálm
unum, tí, sum hann segði, í teimum
donsku jólasálmunum áttu vit ein
skatt.
Ein dagin tætt fyri jól um vakt
arskiftið, var Álvur so fyltur av
jólalongsli, at hann uttan at vita
av skar í at syngja: ”Det klimer nu
til julefest”. Hinir við borðið tóku
undir, og brátt rungaði hesin vakri
sálmur um alt fordekkið.
Tá av var loyst og Álvur hevði
fingið frívakt og lá í koyggjuni,
kundi hann ikki fáa blund í eyguni.
Hann var farin at hugsa um tað,
sum Pætur segði. Tað var galið at
ganga einsamallur; tey gomlu vóru
farin at eldast, so tað var kanska
galið ikki at orða við Katrinu í Lága
gerði um at komið at hjálpt í húsi
num.
Katrina og hann høvdu verið
spælibørn frá ungum árum av, og
øll høvdu væntað, at tað varð hjún
úr teimum; men Katrina var nakað
hørð av lyndi, og hon hevði givið
honum kost í at velja, annaðhvørt
seg ella fløskuna. Álvur hevði eisini
verið treiskur, so sum sjómenn ofta
eru; tann harða lagnan, teir liva og
balast undir, herðir teir, og teir vilja
ikki altíð verða settir uppá pláss av
einum konufólki. Hann var ógvuliga
góður við Katrinu, tað visti hann.
Barnaminnini komu nú fram fyri
hann, eitt fyri og annað eftir. Hann
mintist, tá hann slapp við abbanum
á rættina ella út undir Flesjarnar at
dyrgja, jú barnaminnini komu so
sjónsk fram fyri hann.
Vaktin var hálvliðin; tá hoyrir
hann mann koma niðurundir; hann
leggur seg fram á stokk.
”Hví svevur tú ikki?” læt í
Ásmundi, sum var komin niður
undir at fáa sær nýggjar ullavøttir
upp á hondina, tí nú var kalt uppi.
”Tað veit eg líka, er nakað í hesum
hálinum.”
”Nei, eitt karvað trol, tað er alt”,
læt í Ásmundi, ið fór sum eitt fok
aftur á dekkið.
Álvur slapp sær fram, hendan
vaktin var rokin, fekk sær ein kaffi
miðvikan
Frásøgn frá gamla Magnus Heinason:
Teir fýra við flekiborðið
Tað er hugaligt, at eisini gamlir fiskimenn hava áhuga fyri søgu teirra.
Hesa ferð hava vit eina frásøgn frá einum flekiborði
Ofta var nógvur fiskur. Her er onnur mynd frá
flekiborði úr bókini Jól á Halanum.
Teir fýra við borðið umborð á Magnus Heinason.