fríggjadagur 3. mai 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
miðvikan
munn frá einum ungum, sum hevði
kaffitørn.
”Álvur, væntað tygum, at vit fara
inn í morgin, tað er jú jólaaftan, og
veðrið er so kalt og ófýsið, og onki
er at fáa?” spurdi drongurin við
kaffitørninum.
”Vit inn? Nei, kenni eg hann rætt,
so fiskar hann, bert tað er veður, tað
hava við gjørt á hvørjum jólatúri.
Ikki tí, eg haldi, at hann skuldi lagt
á dekkið á jólum og unnað okkum
eina hvíld, so vit kundu betur
minst Jesubarnið. Tað er jú hann,
sum gevur okkum fongin og ræður
øllum, men hinir fiska allir, og ongin
vil vera verri enn annar, og so er tað
gullkálvurin, vit menniskju dansa
um”, endar Álvur.
Frívaktin var úti, og teir fýra
við borðið høvdu loyst av. Tað var
nakað kaldari, hann var komin
høgt, frost var á borðinum.
Tað var lítið sagt tann fyrsta
tíman ; livurin frysti niður í borðið,
so tað var ikki so arbeiðsligt.
”Gávi eg var heima,” letur í Álvi,
sum mest sum av óvart breyt tøgn
ina. ”Tú heima, nei, tú ert óðari eftir
verðini enn so, at tú unnar tær at
vera heima ein túr, og ikki ein gang
á jólum,” heldur Pætur fyri. ”Hvat
skalt tú ger við pengarnar? Hvør
skal arva teg? Var eg gamal drongur,
sum tú, lá eg ikki og píndi meg her
um jóltíðir,” helt Pætur fram.
Álvur vildi ikki havt talað; men
hann lovaði við seg sjálvan, at kom
hann heilskapaður heim aftur, so
skuldi hansara tvøri fótur ikki aftur
til Grønlands um jóltíðir.
Móti kvøldið trilkaði hann gul
ið, tikið varð inn, lagt á dekkið og
bundið upp. Nú vóru vónir um at
fáa frí á jólum, so jólaløgini, sum
Álvur hevði murrað, mentust, sum
út leið á kvøldið. Innantanna hevði
Álvur lovað, at sum gamal drongur
skuldi hann ikki liggja næstu jól,
hvørki undir Grønlandi ella heima.
Hann hevði fingið nakað at siga
Katrinu. Hann visti, at hann átti
hana somu stund, fløskan var for
sakað.
Hann sovnaði í glaðum ástar
tonkum, og tá hann vaknaði aftur,
lógu teir inni í Føroyingahavnini og
hildu jól.
Theodor Dahl.
Hetta má sigast at vera ein hendinga
góð lýsing av júst hesum partinum
av lívinum umborð.
Tað er eisini hugsunarvert, at
av fýra monnum við eitt flekiborð
vóru minst tríggir, sum høvdu slík
ar gávur, sum her hevur verið talan
um.
Tá ið tosað verður um “fasta
borð”, merkir hetta, at tá ið fiski
skapurin var vanligur, var eitt
flekiborð á hvørji vakt. Men var so
nógvur fiskur, at neyðugt var at
bróta vakt, var eitt eyka borð sett
upp.
Komandi Miðvika
Í komandi Miðviku verður um
A.C. Lützen, sum 13. juni hevur
200 ára “føðingardag”.
Aftaná heldur røðin við Torleif
Bech fram.
Petur Højgaard, flekjari
Lag: Erla kongsdóttir komin er
Nú tjøldur aftur flykkjast um sker,
ein merkisdagur upprunnin er,
og flokkar nú sita á sandi -
tólvmílamark úr nesi og tanga
í beinar linjur vit lata teir ganga
soleiðis runt um landið.
Ministarar, Krag og Per Hækkerup,
teir senda Veðrin til Føroya upp
til markið nýggja at verja,
og Ingolvur eisini hjálpa skal,
tað nýggja markið skal verjast væl,
so eingin torir á tað at herja.
Førlúsin á Veðrinum skríður,
hon lættir sær á, uppyvir markið flýgur
og eftir trolarum man hyggja,
tí verjast skal bæði dag og nátt –
tá veðrið er ringt ella tað er gott,
um teir ikki inni liggja.
Føroyingar allir teir eru nú fróðir,
bretar og skotar teir leika nú óðir
yvir nýggja markið
og lova at setast skal nýggj kvota
fyri tann føroyska fiskiflota,
tí vit nú góvu teim sparkið.
Hevnd teir lova nú at taka
og royna at fáa okkum at slaka,
teir vilja nú við okkum tinga.
Men Hákun sigur, at støðan er greið,
vit siga bara eitt kortanei,
frá avgerð vit nú ikki springa.
Tann fiskur, sum svimur um grynnur og
mið,
skal nú fyri trolarum hava frið,
og fiskurin nørist í hvørjum.
Tá trolari hvør um markið er rikin,
tá liviligt verður í Føroyum.
Mong kvinnan í Føroyum so glað nú er,
tí maðurin ei meira burtur fer,
tað er nakað sum vist er.
Tann maður sum eigur snellu og bát,
kann draga av fiski akkurát
nú líka nógv honum lystir.
Grækarismessa ár seksti og fýra.
Tá trolarar út um sjómark stýra,
vit bera tær fagnar kvøðu.
Má hending okkum vignast væl,
minnið um dagin um øldir skal
liva í Føroya søgu.
Umborð á Magnus Heinasoni
grækarismessudag 1964.
Hjalmar Petersen, Bø
Fagnaðarkvøða til Hjalmar
í Bø á 52 ára degnum
Syngja vil eg til Hjalmar hendan tátt
lagsmaður vár, vit virða hann so hátt.
Reystmenn er, av góðum rótum rann
sum mangur Føroyingur, hann til sjógvin fann.
Niðurlag:
Til-lukku ---- til-lukku
tillukku Hjalmar í Bø
vit heiðra teg og syngja hesi songvar løg.
Mangan í báti og við ár í hond
mangan í bergi, mangan millum lond
baldist tú Hjalmar bæði í ódn og logn.
Vár ynskjum er at lukkan støðugt er tín ogn.
Dagin í dag er Hjalmar fimmti og tvey –
heilsan er góð – tíbetur eingin neyð.
Felags í huga ynskjast hesi orð
eitt trífalt hurrá – leingi livi frá fastaborð.
Petur Højgaard umborð á Magnus Heinason
Fiskimarkið út á 12 fjórðingar
Hjalmar Petersen, flekjari
Hildibjartur Olsen, flekjari
Theodor Dahl, flekjari
Hanni Olsen, avhøvdari
Magnus Heinason