fríggjadagur 3. mai 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Lokaluppgerð og stríðið um
kommununa. Á Skála gleða
tey seg til at besta liðið hjá
NSÍ sunnudagin kemur at
vitja, og tað skal avgerast,
um tað verður 1. deildarliðið
hjá Skála ella EFFO liðið
hjá NSÍ, sum skal umboða
Runavíkar kommunu í hálv
finalunum í kappingini um
løgmanssteypið.
Eliesar Olsen er á triðja ári
høvuðsvenjari í heimbygdini,
og sambært honum so verður
nógv tosað á Skála um
steypadystin sunnudagin:
– Síðani luturin fall soleið
is, at vit skulu spæla ímóti
NSÍ, hevur tað verið prátað
um kommunuuppgerðina, og
vit eru sera spentir. Hetta er
stór avbjóðing hjá okkum, tí
tað eru bara tveir av okkara
monnum, sum áður hava
spælt ímóti besta NSÍ liðnum.
Teir
eru
liðformaðurin
Teitur R. Joensen og Poul N.
Poulsen. Og so kennir Petur
Pauli Mikkelsen eisini væl til
NSÍ liðið, tí hann hevur áður
spælt við teimum.
Hvat rokna tit við?
– Sjálvandi verður NSÍ
roknað at vera favorittur,
men vit ætla at geva teimum
ta mótstøðu, sum vit á nakran
hátt megna, og steypafót
bóltur er steypafótbóltur, so
nú fáa vit at síggja.
Tað hevur ljóðað, at vete
ranurin Pauli G. Hansen, sum
seinnu árini hevur spælt við
EB/Streymi, skal spæla við
tykkum nú?
– Spæliloyvið hjá honum
varð flutt úr EB/Streymi og til
okkara dagin eftir lutakastið
til fjórðingsfinaluna. Tí varð
tað beinanvegin útlagt tann
vegin, at hann skuldi spæla
við okkum ímóti NSÍ. Pauli
hevur hugnað sær í 2. og 3.
deild. Vit vita allir, at hann
er ein framúr spælari, og eg
havi sagt við hann, at hann
er væl komin at venja við
okkum. Enn er hann ikki
komin, og hann verður ikki
við ímóti NSÍ. Tað verða teir,
sum hava spælt okkum í
fjórðingsfinaluna, sum fara
at spæla ímóti NSÍ, sigur
Eliesar Olsen, venjari hjá
Skála.
Eftir at Skála í fyrstu um
førunum í landskappingini
tapti ímóti bæði B68 og FC
Suðuroy hevur gingið heilt
væl:
– Vit høvdu ikki marginal
irnar við okkum í tøttu upp
gerðunum at byrja við. Síðani
hevur gingið væl, og vit miðja
at røkka høgri, enn vit gjørdu
í fjør. Tá endaðu vit á triðja
plássi, so vit ætla okkum at
enda á uppflytingarplássi í
ár, sigur Skála venjarin.
Víkingur stórfavorittur
Í landskappingini kappast
skálamann við B68 og FC
Suðuroy. Toftamenn fullu
í áttandapartsfinaluni. FC
Suðuroy skal í fjórðings
finaluni spæla í Sarpugerði
ímóti Víkingi, sum í fjør vann
steypakappingina.
Hóast tað seinastu vikur
nar ikki hevur gingið so væl
hjá Víkingi – sunnudagin
tapti Víkingur 1-0 við Stórá
ímóti TB – so eigur heimaliðið
at verða roknað at vera stór
favorittur ímóti unga og
óroynda FC Suðuroy.
Men talan er um steypa
fótbólt, og nú fæst at síggja,
hvussu tað fer at tørna út, og
um tað verða einki, eitt ella
kanska tvey lið úr næstbestu
deildini í hálvfinaluni!
ítróttur fótbóltur løgmanssteypið upptakt
Skálamenn gleða seg
Í 1. deildarliðnum kenna teir seg hava alt at vinna í kommunuuppgerðini ímóti EFFO
liðnum hjá NSÍ, sum bara tveir á Skála liðnum áður hava spælt ímóti
Mynd: Álvur Haraldsen
Jóannes Hansen
Sunnudagin
bresta
KÍ
og ÍF aftur saman. Hesa
ferð verður tað í Klaksvík
í steypakappingini. Fyri
stuttum vóru hesi bæði
liðini við til at undirhalda
áskoðararnar, so tað stóð
eftir í. KÍ var í Fuglafirði
frammanfyri 3-0, áðrenn ÍF
svaraði aftur, men so gekk
tað skjótt, og úrslitið var
3-3!
Felags fyri hesi bæði
liðini er, at tey ikki hava
stolta søgu at vísa á í steypa
kappingini. KÍ hevur ikki
vunnið síðani 1999. Síðani
tá hava klaksvíkingar tvær
ferðir verið í finaluni, uttan
at tað er eydnast at vinna.
Í báðum førum var B36
steypavinnari.
Í 2001 var úrslitið í ill
veðursfinaluni 1-0 til B36.
Tríggir, sum vóru við ta
ferðina, eru eisini á KÍ
liðnum í ár – Meinhard
Joensen, Atli Danielsen og
Hjalgrím Elttør.
Í 2006 vann B36 2-1. Tað
er merkisvert, at fimm
spælarar, sum vóru við ta
ferðina, eru framvegis á KÍ
liðnum. Teir eru Meinhard
Joensen, Heðin á Lakjuni,
Hjalgrím Elttør, Kristoffur
Jakobsen og Atli Danielsen,
sum stutt eftir steðgin
javnaði til 1-1, tá ið hann
umsetti brotsspark til mál.
ÍF
hevuur
ongantíð
vunnið
løgmanssteypið,
men onkuntíð hevur tað
verið tætt við. Fuglfirðingar
vóru í minnisríku final
unum, sum vórðu spældar
í Klaksvík í 2010 og í 2011,
men tá endaði tað báðu
ferðirnar við tapi ímóti EB/
Streymi.
Eftir vónbrotið á heima
vølli ímóti HB flaggdagin
fekk KÍ sunnudagin aftur
luft undir veingirnar, tá ið
tað eydnaðist at vinna 5-2 á
07Vestur. Avrikið ta ferðina
vísti seg enn eina ferð at
vera óstøðugt, tí 07 Vestur
megnaði at venda 0-2 til
2-2, áðrenn KÍ síðstu løtuna
gjørdi bart.
Fuglfirðingar
hava
megnað at svara aftur
bæði ímóti KÍ og TB, sum
ÍF flaggdagin megnaði 2-2
ímóti á útivølli, eftir at TB
inntil tað bara restaðu sjey
minuttir var frammanfyri
2-0.
Sunnudagin var úrslitið
í Gundadali 2-2 ímóti B36.
Øssur Dalbúð skoraði bæði
málini, og tað verður ikki
minst honum og Clayton
Soares, at ikki alt ov
sannførandi verjuparturin
hjá KÍ skal halda eyguni
við.
Svongdin er stór
Hvørki KÍ ella ÍF kunnu breggja sær av stoltari søgu í
steypakappingini, sum ÍF ongantíð hevur vunnið, og
sum klaksvíkingar ikki hava vunnið í fjúrtan ár