fríggjadagur 3. mai 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fótbóltur løgmanssteypið upptakt
ítróttur
Seinasti møguleikin hjá EB/Streymi
Sìðani 2006 hevur EB/Streymur myndað oddin í føroyskum fótbólti, men í ár er frágongdin
ov stór og tað gongur illa í landskappingini. Í steypakappingini hevur EB/Streymur verið í
finaluni hvørt ár síðani 2007, men fyri fyrstu ferð í longri tíð sær steypaævintýrið út til at
verða liðugt áðrenn finaludagin. Bæði Sigfríður og Heðin meta at HB vinnur tryggan sigur
Tróndur Arge
Sunnudagin verða fjórðings
finalurnar í kappingini um
Løgmanssteypið spældar. Í
Gundadali bresta saman tvey
lið við glæsiligari steypasøgu.
HB hevur vunnið kappingina
fleiri ferðir enn nakar annar,
men seinast var heilt afturi í
2004.
Í hinum endanum stendur
EB/Streymur, sum hevur
verið í finaluni síðani 2007,
og vunnið kappingina fýra
ferðir.
Dysturin
sunnudagin
kemur í nógvar mátar at av
gera um tíðarskeiði við EB/
Streymi í oddinum í føroysk
um fótbólti fer at dala í eina
tíð. Frágongdin er stór og í
landskappingini sær ikki so
gott út. Tí er steypakappingin
stóri møguleikin hjá EB/
Streymi at vinna nakað í ár.
Trupulleikin er bara, at mót
støðuliðið er tað besta liðið í
Føroyum í løtuni. HB liggur
á odda í landskappingini og
vísur ræðandi styrki í løtum.
Sosialurin hevur heitt á
tveir menn, við góðari vitan
um hesi bæði liðini, at meta
um dystin millum HB og EB/
Streym sunnudagin.
Heðin Askham hevur ver
ið venjari hjá EB/Streymi
í trý ár og vunnið bæði
steypakappingina
og
FM
við liðnum. Hin er Sigfríður
Clementsen, sum somuleiðis
hevur vunnið FM við EB/
Streymi. Hann var í fjør venj
ari hjá HB.
trondur@sosialurin.fo
Styrkir:
Styrkin hjá EB/Streymi
liggur í álopspartinum.
Hans Pauli Samuelsen, Levi
Hanssen, Leif Niclasen og
Gunnar Zachariasen eru
allir skjótir og góðir bólts
pælarar. Teir prógva móti
AB, at teir kunnu skjóta
nógv mál. Fáa teir spælt
Hans Paula í góðar støður,
so er vandi á ferð.
Veikleikar:
Har manglar ein maður
sum Egil á Bø í verjuni, og
tað merkist eisini, at Pauli
G. Hansen og Sorin Anghel
eru vekk. Eisini haldi eg, at
liðið kemur ikki nóg skjótt
upp á pláss, tá teir missa
bóltin. Í verjustøðu hevur
EB/Streymur ein veikleika,
umframt at teir manlga
Brian Olsen og Arnbjørn
Hansen.
Stjørnuspælari:
Hans
Pauli
Samuelsen
hevur tikið meiri ábyrgd
síðani hann bleiv gjørdur
til liðskipara. Hann spælir
betri í ár enn hann gjørdi
tey trý árini eg var venjari
í EB/Streymi. Hann kann
skapa nógv og sleppur
hann
tað,
so
er
EB/
Streymur vandamikið í
skjótálopum
Lyklaspælari:
Her havi eg hug at nevna
tveir. Marni Djurhuus í
verjuni og Pætur Dam
Jacobsen á miðvøllinum.
Marni er týdningarmikil
fyri verjupartin, meðan
orkan og stríðsviljin, ið
Pætur kemur við, hevur
nógv at siga fyri EB/
Streym.
Jokari:
Levi Hanssen kann fáa ein
avgerandi leiklut á høgra
borið. Hann er klókur
spælari, sum arbeiður hart
– eisini í verjustøðu. Hann
kemur at dekka vinstru
síðu hjá HB, sum er sterk.
Úrslit:
Eg vænti at HB vinnur
eini 3-0. Teir eru tað besta
liðið í landinum í løtuni.
Teir eru væl skipaðir og
hava besta miðvøllin í
Føroyum,
umframt
at
Jóhan T. Davidsen er besti
verjuspælarin í landinum.
Eg vænti at HB kemur at
trýsta EB/Streym og sita
á dystinum, men eg vænti
at sundalagsmenn koma
til havnar og vilja nakað. Tí
verður talan um opnan og
helst undirhaldandi dyst.
trondur@sosialurin.fo
Heðin
Askham
Venjari hjá EB/Streymi í fjør, um EB/Streym:
Styrkir:
Størsta styrkin á liðnum
hjá HB er kropsliga styrkin.
Serliga á miðjuni er HB
væl fyri og so hevur liðið
eisini nógva orku. Har eru
fleiri, ið kunnu renna teir
kilometrarnar, sum skulu
til at vinna ein fótbólts
dyst.
HB liðið líkist nógv
tí liðnum, sum vit sóu í
seinnu hálvu í fjør, men við
Heina Vatnsdal hevur liðið
fingið eina eyka dimentión.
Hann er betri enn tey
flestu høvdu væntað. Liðið
spælir eisini fjølbroyttan
fótbólt, um tú kanst siga
so. Tað eru fleiri spælarar,
ið skjóta mál.
Veikleikar:
HB hevur ongan beinleiðis
veikleika, men vit hava
sæð móti B36(Spældu 1-1,
blaðm), at tað ber til at
trýsta HB-liðið langt uppi á
vøllinum. Teir mistu eisini
fleiri bóltar í uppspælinum
móti
KÍ(HB
vann
4-3,
blaðm).
So um EB/Streymur
torir at fara upp og trýsta,
so kunnu teir taka HB av
bóli.
Stjørnuspælari:
Tað er framvegis Fróði
Benjaminsen.
Hann
er
motorurin og bindiliðið á
liðnum. Hann kann avgera
dystin og tað sóu vit móti
millum annað KÍ, tá hann
skorar til 4-3.
Lyklaspælari:
Heini Vatnsdal er ein.
Vinnur
HB
miðvøllin,
so
vinna
teir
dystin.
Hann gevur eisini Fróða
Benjaminsen rúm at leita
longur fram á vøllin. Aðrir,
sum kunnu nevnast eru,
Símun
Samuelsen
og
Christian R. Mouritsen.
Teir hava báðir ein stóran
leiklut í álopsspælinum.
Jokari:
Um HB ikki megnar at fáa
álopsspælið at rigga, so er
ein maður sum Gunnar
Haraldsen altíð góður upp
á deyðbóltar. Hann hevur
longu skorað trý mál.
Úrslit:
HB vinnur ein tryggan 3 ella
4-0 sigur. Liðið koyrir sum
ein maskina og megnar
eisini at koma aftur í aftur
og vinna. Møguleikin hjá
EB/Streymi er umstillings
spælið og skjótálopini, men
tað verður ikki nokk hjá
EB/Streymi at skjóta eitt
mál.
trondur@sosialurin.fo
Sigfríður
Clementsen
Fyrrverandi venjari hjá HB í fjør, um HB: