Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. apríl 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 76 - 22. apríl 2004 Nr. 76 - 22. apríl 2004 23 Tøknin fær eitt innihald, og boðskapurin fær eitt snið, sum talar til sansirnar. Heimasíðuskipanin hjá Sansum leggur stóran dent á vanligt skil og bulsterkan bygnað Innihaldsliga innbjóðandi, fram- komin og brúkara-vinarlig. Tað eru gandaorðini í heimasíðuskip- anini hjá Sansum, sum eisini eru farnir inn á KT-økið. Tað ræður um at geva tøknini eitt menn- iskjaligt andlit og innihald, er boðskapurin hjá Høgna Ras- mussen, stjóra á Sansum. Sansir byrjaðu sum eitt reklamu- virki í 1997. Við tíðini hevur virk- semið ment seg til at fevna um aðrar partar, og í dag kalla Sansir seg eitt samskiftisvirki, ið loysir uppgávur fyri fólk. Sansir hjálpa virkjum og stovnum at bera fram boðskap sín soleiðis, at samsvar er millum samskifti og samleika. Heimasíðan er ein náttúrligur miðil hjá stovnum og virkjum í dag. Frá einum einvegis sam- skifti frá virki til móttakara verða slúsurnar opnaðar fyri samskifti báðar vegir, og tí hava tvey dugnalig fólk hjá Sansum lagt stóra orku í at menna eina heimasíðuskipan, eina CMS- skipan, sum er løtt at læra og brúka. Grundhugsanin er, at tað ikki skal vera tekniskt krevjandi at umsita heimasíðuna. Harafturat verður stórur dentur lagdur á ein greiðan bygnað. Hugsað verður logiskt og pedagogiskt, tá ið síð- an verður bygd, og síðurnar verða lagaðar til ítøkiliga tørvin hjá virkjum og stovnum. Heima- síðuskipanin er bygd upp av einari grundskipan, sum kann byggjast út eftir tørvi. Vilja fólk hava ein kalendara, so fáa tey tað, men eingin orsøk er at gera ein tíðindapart, um hann ikki verður hildin viðlíka kortini. Ein heimasíða skal eisini síggja gott út og hava eitt innihald. Tí hava Sansir ta styrki fram um onnur, at virkið hevur ein ser- kunnleika til at forma innihaldið. Sansir kunnu tískil geva heima- síðuni ein skilvísan bygnað og eitt snotuligt snið. Harafturat starvast fólk á Sansum, sum burturav fáast við tað innihalds- liga, bæði tekst og myndir, um tørvur er á tí. Skipanin hjá Sansum kann ar- beiða saman við øðrum skipan- um. Eitt nú kann hon arbeiða saman við innanhýsis skipanum og gjaldskipanum, so til ber at keypa við gjaldkortum á heima- síðuni. Hjá Kalli kanst tú keypa á heimasíðuni, síggja nýtsluna og fylla á fartelefonina, og hjá Atlantic Airways kanst tú til dømis síggja, um flýgvarin er lendur, um hann er ávegis ella seinkaður. Sansir hava gjørt eina serliga skipan til kommunur. Tørvurin hjá miðalstórum kommunum er kannaður í smálutir, og tí er skjótt og lætt hjá Sansum at laga nýggjar skipanir til kommunur, sum liva upp til øll krøv um opinleika og annað. M.a. Sanda- vágs kommuna hevur heima- síðuskipanina hjá Sansum, og nøgdsemið er stórt. Stovnað: 1996 Stjóri: Høgni Rasmussen Starvsfólk: 11 Virksemi: Heimasíðuloysnir og samskifti Microsoft vendir sær í ár til smærri fyritøkur og hevur tí fleiri verkætlanir, sum hóska til føroysk virki. Microsoft hevur umboð við á KT2004 og leggur dent á trygd og vakstrarmøgu- leikar við kunningartøkni Trygdin í kunningartøknini er av góðum grundum eitt heitt evni, sum kjakast verður dúgliga um í hesum døgum. Framkomin virki lata støðugt sín- ar skipanir upp móti umheimin- um gjøgnum internetið, og vit eiga altíð at umhugsa, hvørt skipanirnar eru tryggjaðar ímóti hóttanum uttanífrá, tí bæði virus og teldusníkar kunnu kosta dýrt. — Vit á Microsoft átaka okkum ein stóran part av hesari ábyrgd. Við arbeiða miðvíst fyri at albøta trygdina í forritum og at geva kundum okkara amboð at ráða yvir, sum gera tað so lætt sum gjørligt at tryggja seg ímóti ó- ynsktum gestum, sigur Christian Ringheim, maknaðarstjóri hjá Microsoft Danmark, sum verður umboðað á KT2004. Brúkarar av kunningartøkni og tey, sum taka avgerðirnar, hava eisini sjálv eina ábyrgd. Hevur tú til dømis tryggjað tær, at ein "firewall" verjir tína skipan og tíni data? Hevur tú dagført tín rit- búnað? Hevur tú eina dagførda antivirus-skipan, sum kann fanga tey virus, ið tú fært gjøg- num internet og teldupost? Á dansku heimasíðuni hjá Micro- soft (www.microsoft.dk/beskyt) fært nøkur góð ráð um, hvussu tú uttan stórvegis hóvasták kanst koma rættiliga langt við KT-trygdini. Um tú ikki ert heilt vísur í tínari egnu skipan, er tað skilagott at seta eina løtu av fyri at fylgja teimum einføldu leið- beiningunum. Rætta KT-loysn Okkurt bendir á, at munur er á, hvussu smáar og millumstórar fyritøkur gagnnýta kunningar- tøknina. - Eg eri als ikki í iva um, at nógv- ar fyritøkur kunnu fáa greiðar kappingarfyrimunir við at fáa sær ta røttu KT-loysnina. Hava starvsfólk til dømis møguleika at arbeiða heimanífrá? Fáa kundar, veitarar og samstarvsfelagar at- gongd til úrvaldar upplýsingar í tínari skipan? Kunnu tínir selj- arar, ráðgevarar ella uppsetarar heinta og skráseta upplýsingar í skipanina hjá virkinum?, spyr Christian Ringheim. Microsoft vil gjarna geva tær í- blástur til at vinna meira við at nýta ta nýggju tøknina. Á heima- síðuni (www.microsoft.dk/dinvirksomhed) eru fleiri søgur at lesa um dansk- ar fyritøkur, sum longu hava fing- ið hugvekjandi úrslit, tí tey hava gagnnýtt møguleikarnar við kunningartøknini. — Møguleikarnir eru nógvir, og spurningurin er ikki so nógv hví, men í størri mun hvussu fyritøkur ítøkiliga fáa sett sjøtul á, so tey fáa mest burturúr, sigur Christ- ian Ringheim. Microsoft luttekur á KT2004 við fleiri starvs- fólkum frá Microsoft Dan- mark. Umframt Christian Ringheim, marknaðarstjóra, verður millum annað Bo Martin- sen, sum hevur ábyrgdina av samstarvsfeløgum. Microsoft er at hitta í básinum hjá føroyska samstarvsfelag- anum Formula.fo. Har kanst tú fáa eitt prát um, hvussu kunn- ingartøknin best verður gagnnýtt til vøkstur í tínari fyritøku. Christian Ringheim, marknaðarstjóri á Microsoft Danmark, verður við á KT2004 Microsoft setir fokus á trygd og vøkstur Sansir geva tøknini innihald Nógv kunningartøkni er tann bera luft. Orðini eigur Carsten Graff, sum er ein av fyrilestrarhaldarunum á ráðstevnuni KT2004. Hann er fyrrverandi telduserfrøð- ingur, men gjørdist kendur, tá ið hann vendi KT-vinnuni bakið. Sjálvur er hann troyttur av at spilla tíðina við tíðarsparandi tøkni og tosar um týdningin av nærveru og hepni KT-PROVO Í tí tænarin gongur framvið okk- ara borði lyftir hann høvdið upp- eftir. Eitt sindur pripput sum ein snobbutur, bretskur butlari. Vit hitta Carsten Graff á mat- stovuni á Norðurbryggjuni. Hann ger gjøldur burturúr hvíttklædda tænaranum, sum gongur við nøsini hægst, hálar munnklovar- nar niðureftir og balanserar við bakkanum á fingrasnippunum. Carsten Graff hermir og letur teg skilja, at hann heldur lítið um tað uppgjørda. Í tíggju ár arbeiddi hann sum KT- ráðgevi og mennari av forritum. Í dag gongur hann beint hinvegin og hevur hildið einar 1300 fyri- lestrar um vansarnar við kunn- ingarsamfelagnum. Luttakararnir á KT2004 kunnu vænta sær at fáa nakrar provokatiónir slongd- ar í høvdið. Kanska er tað til- trongt. - Eg tosi um andsøgnirnar í lívin- um og eksistentiellar spurningar, og mín boðskapur er, at vit skulu ansa eftir tøknini. Kunningar- tøknin skuldi skapa eitt pappírs- leyst samfelag, men vit hava ongantíð verið umgird av meira pappíri. Kunningartøknin skuldi hjálpa okkum at spara tíð, men vit brúka meginpartin av tíðini upp á at spara tíð, og vit hava ongantíð havt meiri skund. Tess meira tíð vit vilja spara við teld- um og fartelefonum, tess meira tíð brúka vit, sigur Carsten Graff. Vitan er vandamikil Vitan er vald, verður ofta sagt, men vitanin kann eisini merkja, at vit missa tamarhald á okkara egna lívi, heldur Graff. Hann er órakaður, tosar seigliga, tyggir hvørt orð og sær út til at hvíla í sær sjálvum. Tað er, sum vil hann taka ferðina úr degnum, tí vit verða bumbað úr øllum ætt- um við kunning. Í útvarpi, sjón- varpi, bløðum, interneti, reklam- um, meylum og fartelefon. - Hvussu ber tað til, at vit vita alt og kortini hava tað ringt? Vitan skapar ikki av sær sjálvum nøgdsemi. Vit royna at syste- matisera okkum burtur úr øllum. Vit gera skipanir, sum leggja ábyrgdina fyri okkara lívi frá okk- um. KT-fyritøkur skapa ovurstór- ar vónir um, hvat ein telda kann gera fyri okkum. Nógv er gott, men nógv er tann bera luft. Økt tempo merkir ikki, at vit eru betri upplýst. Mínar royndir siga, at uttan mun til, hvussu nógv tú kýtir teg at fylgja við, so ert tú altíð eftirbátur, og tað er stress- andi, sigur Carsten Graff. Sjálvur hevur hann ikki fartele- fon. Hann hevur ikki internet- samband við hús, tí tað hevði tikið ov nógv av hansara tíð. Sjónvarp hevur hann heldur ikki. Hann hevur kortini eina heima- síðu um seg sjálvan og kannar av og á eftir, um hann hevur fing- ið teldupost. Stjørna og flopp Carsten Graff fekk sítt gjøg- numbrot við bókini »Samtaler med et træ« frá 1997. Hon fekk nógva umrøðu og ógvuliga ym- iska móttøku. Danska rithøv- undafelagið gav honum virðis- lønina fyri ársins mest nýhugs- andi yrkisbók. Samstundis varð hann kosin "årets flopp" og "årets fuser" av lesarunum hjá ávikavist Politiken og Berlingske Tidende. Undir øllum umstøðum hevur tað eydnast honum at sett spurnartekn við hálovaðu kunn- ingartøknina. Onkur hevur verið um at sagt sítt góða starv upp eftir ein fyrilestur, og onnur fara at hugsa um klæði keisarans. Hann fær fólk at seta spurningar, sum tey ongantíð settu sær fyrr, og fær tey at flenna í kíki. At sær sjálvum. Sjálvum dámar honum als ikki KT-stevnur. Ein rúgva av fólkum eru saman uttan at koma hvørj- um øðrum við, sigur hann. Hon- um dámar betur at vera fyri seg sjálvan. Nú hann er í Føroyum hevur hann biðið um at sleppa at búgva einsamallur á smáplássi, og bæði Hellurnar og Koltur hava verið upp á tal sum frið- skjól. Leitið sjálv! Í roynd og veru er hann ógvuliga persónligur. Hann hevur skrivað sjey bøkur, sum sambært hon- um sjálvum allar snúgva seg um hansara egnu kata-strofur. Hansara virksemi snýr seg um so nógv annað enn kunningar- tøkni. Tað snýr seg um nærleika, kenslur og um, hvussu tú kanst læra teg at gerast heppin í lívin- um. Fyri ikki at styggja nakran burtur, so skulu vit heilsa og siga, at Graff ikki heldur, at allar teldur skulu blakast út gjøgnum vind- eygað. Ella at fólk skulu gevast at brúka kunningartøkni. Tað ræður um, at vit ikki lata okkum blinda og gevast at elta tað innihaldsleysa. Vit skulu vera kritisk mótvegis kunningini og tøknini. Annars er vandi fyri, at vit eftir eitt langt lív siga: Vit fingu svarini, men hvat var spurning- urin? Kom og síggj Graff’in. Hann setir spurningin. Fyrilestur í Útvarpshøllini hós- dagin 22. apríl kl. 11.00 BLÁBÓK Carsten Graff er føddur í 1962. Hann er útbúgvin Cand. merc., kallar seg livifilosof og hevur skrivað fleiri bøkur um munin millum vitan og vísdóm. Hann gjørdist kendur við bókini »Samtaler med et træ«, har hann ger upp við sína fortíð sum KT- serfrøðingur. Í bókini avdúkar hann, at teldan hvørki sparir tíð, pappír ella pengar. Hann hevur hildið meira enn 1300 fyrilestrar, og stílurin er eyðkendur ironisk- ur, skemtiligur og tankavekjandi. Tá ið vitan verður luft Skrá Hósdagur 22. apríl kl. 10–18: 10.00–10.15: Stevnan verður sett 10.15–18.00: Framsýningin er opin 10.30–18.00: Framløgur og evnislestrar hvønn hálva tíma í dansistovuni 11.00–12.15: Fyrilestur í Útvarpshøllini við heimspekinginum Carsten Graff um evnið: Computeren - den elektroniske sutteklud. 11.45–13.30: Kalt borð í forhøllini - tónleikur verður afturvið 14.30–15.45: Kjakforum í Útvarpshøllini um evnið: KT-vinnan og framtíðin. Umboð fyri vinnuna, almenna økið, Vinnu- málaráðið og KT-vinnuna luttaka 16.00–18.00: Rekrutteringstiltak fyri miðnámsskúlanæm- ingar í Norðurlandahúsinum 18.00: Stevnan letur aftur Fríggjadagur 23. apríl kl. 10–17: 10.00–17.00: Framsýningin er opin 10.30–17.00: Framløgur og evnislestur hvønn hálva tíma í dansistovuni 11.00–12.15: Fyrilestur í Útvarpshøllini við danska KT-trygd- arbólkinum um evnið: KT-trygd - royndir frá gerandisdegnum 11.45–13.30: Kalt borð í forhøllini - tónleikur verður afturvið 15.00–16.00: Fyrilestur í Úrvarpshøllini við Preben Mejer, menningarstjóra hjá TDC um evnið: Perva- sive Computing - hvussu liva vit við KT - í framtíðini 16.15–16.30: Robert Vilhelmsen, formaður í KT-felagnum tekur samanum. 17.00: Stevnan endar 19.30: Veitsla á Hotel Føroyum fyri framsýnarum og vitjandi á KT2004 við góðum mati, undirhaldi og dansi C M Y K 23 22