Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. apríl 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 22. apríl 2004 25 Ítrótturin vigar ov lítið Vaksandi arbeiðsloys- ið er fremsta orsøkin til trupulleikarnar við útlendsku ítróttar- fólkunum. Skal út- lendingalógin takast bókstaviliga, hevur landsstýrismaðurin nevnliga als ikki loyvi at geva arbeiðsloyvi yvirhøvur, uttan so at talan er um serkunn- leika innan ávíst yrk- isøkið ÚTLENDINGAMÁLIÐ/ ANALYSA Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlend- ismálum, nú hevur boðað frá síni endaligu støðu í málinum, so er tó langt ífrá víst, at seinasta orðið í øllu- m hesum er sagt. Føroyski ítróttarheimurin tykist í øllum førum stað- festa, at hetta so undir ong- um umstøðum er ein loysn, sum tey kunnu liva við, og at ítrótturin als ikki er hoyrdur í hesum málinum. Hetta seinasta verður afturvíst av bæði landsstýr- ismanni og løgmanni, og sum so hava teir eisini rætt í, at ítrótturin er hoyrdur. Men atfinningarnar munnu tó eins nógv snúgva seg um, at einki av tí, sum ÍSF hevur ført fram, er tikið til eftirtektar. Og fyri ÍSF er hetta sum vera man ein munandi munur. Eingin atgongd Men hvørjar orsøkir hevur landsstýrismaðurin í veru- leikanum til at handla so- leiðis, sum hann hevur valt at gjørt. Orsøkin skal helst fyrst og fremst finnast í restr- iktivi orðingini av útlend- ingalóggávuni, sum er danskt málsøki. Lógin sig- ur í veruleikanum, at tað í útgangsstøðinum als ikki er loyvt útlendingum – tað vil í hesum føri siga borgarum uttan fyri Norðanlond – at búseta seg í Føroyum. Tó gevur lógin síðani møguleika fyri nøkrum und- antøkum. Hesi eru, tá »væs- entlige beskæftigelsmæs- sige hensyn« ella »væsent- lige erhvervsmæssige hen- syn« tala fyri, at umsóknin verður gingin á møti. Tað merkir í høvuðsheitum, at loyvi kann verða givið út- lendingum at koma henda- vegin, um samfelagnum sum heild tørvar arbeiðs- megi, ella um so er, at talan er um mangul upp á ser- kunnuga arbeiðsmegi á ávísum økjum á arbeiðs- marknaðinum. Og tá hesar lógir verða nýttar, verður loyvi bert latið fyri eitt ár í senn. Trupulleikin er nýggjur Sum støðan hevur verið seinnu árini, so hevur tað helst ikki verið nakar sum helst trupulleiki hjá hvørki feløgum ella landsstýris- manni at vísa á, at samfel- agsliga støðan sum heild talaði fyri, at útlendingar kunnu koma til landið. Ikki bara ítróttarfólk men út- lendingar sum heild, og vaksandi talið av umsókn- um hesu seinnu árini talar eisini greitt fyri hesum. Trupulleikarnir hjá landsstýrismanninum eru tí tvinnir. Ein er, at ítróttar- feløgini í sera stóran mun hava notið gott av støðuni á a r b e i ð s m a r k n a ð i n u m seinnu árini. Ein støða, sum hevur havt við sær, at tað ikki hava verið stórvegis trupulleikar við at fáa útlendskar leikarar til land- ið. Gjarna leikarar úr lág- lønarsamfeløgunum, sum hava sæð ein fíggjarligan fyrimun í at koma til Før- oya, samstundis sum hesir so hava verið við til at lyft ítróttarliga støðið í teimum feløgum, sum teir hava umboðað. Tá tað omanfyri verður sagt »uttan stórvegis trup- ulleikar«, so hava føroysku ítróttarfeløgini tó gramt seg um ein einstakan trupul- leika. Nevnliga at av- greiðslutíðin fyri loyvini í nógvum førum hevur verið sera drúgv. Soleiðis hevur ikki verið óvanligt, at talan hevur verið um einar tríggj- ar til fýra mánaða bíðitíð, og hevur hetta tí verið nak- að, sum hevur sett sera stór krøv til tilrættisleggingina úti í einstøku feløgunum. Nakað sum tíðum hevur verið ein trupulleiki, tí at kalla øll feløg verða rikin á einum frívilligum grundar- lag, har talan ofta verður um eina avmarkaða arbeiðsorku. Ítrótturin skuldi hava sersømdir Verulig ferð kom tó ikki á málið fyrr enn í fjør heyst, tá arbeiðs- og uppihalds- loyvið hjá tveium litavisk- um leikarum hjá VB gjørd- ust til politimál. Ta ferðina varð semja gjørd við danska útlend- ingastýrið um, at leikarar- nir framhaldandi fingu loyvi at verða verandi í landinum, eins og ein nýggj avtala um útlendingaøkið varð somuleiðis gjørd klár til undirskrivingar. Ein av- tala, sum fyrst og fremst var ætlað ítróttarfólki, sum við nýggju avtaluni kundu koma munandi lættari ígjøgnum annars stirvnu skipanina í útlendinga- stýrinum. Slíka avtalu hava danir fingið ásetta í kunngerð. Eini kunngerð, sum um- framt tey ítróttarligu atlitini eisini tekur støði elitu- ítróttarfólki, soleiðis at hesi koma at hava eina munandi styttri avgreiðslutíð í skip- anini. Hevði táverandi lands- stýrið sitið eina tíð afturat, so hevði nýggja avtalan helst eisini verðið undir- skrivað, og so vildi útlend- ingamálið ikki longu verið ein trupulleiki hjá føroysk- um feløgum. Men tað, sum fyrst og fremst bremsaði nýggja landsstýrismanninum í at skriva undir nýggju avtal- una var, at hon bara tók ítróttarlig atlit. Gamaní er vinnuligu atlitini nevnd í upprunalógini, og tí er sjáldan trupulleiki at fáa arbeiðsloyvi til teir fløsku- hálsar, sum ofta eru á ar- beiðsmarknaðinum, men tá skulu hesi framvegis ígjøgnum vanligu skipan- ina, og tað vil siga eina bíðitíð upp á upp á fleiri mánaðir. Ein støða, sum í nógvum førum ikki er serliga haldbar hjá arbeiðs- gevarunum, tí talan ofta kann vera um bráðfeingis tørv á servitan. Til dømis í.s.v. skipaumvælingar, har Á hesum síðum er skrivað nakað um, hvørjir trupulleikar tað eru, sum hava viðført, at tað nú er vorðið munandi truplari hjá føroysku ítróttarfeløgunum at fáa útlendsk ítróttarfólk til landið. Í løtuni tykist stóri knúturin í hesum at vera útspælið til seravtalu, sum landsstýrismaðurin hevur sent donsku myndugleikunum. Eitt uppskot, sum nógv feløg hava mett sum alt ov krevjandi. Tað er tó nógv, sum bendir á, at talan hjá landsstýrismanninum her hevur verið at funnið eitt kompromis millum trýstið frá ávíkavist ítróttinum og arbeiðs- marknaðinum. Uppskotið inniber í stuttum: • At avvarandi ítróttarfelag átekur sær at rinda útlendska íðkaranum tað, sum í minsta lagi svarar til 60% av eini arbeiðsmannaløn. Hetta er í uppskotinum ásett til 2.300 kr. um vikuna. • Í hesum tali kann felagið tó innrokna tær útreiðslur, sum kunnu standast av at útvega t.d. bústað, eins og ferðaútreiðslur v.m., sum eru tengdar at íðkaranum kunnu roknast við í hesum tali. • Tað stendur frítt hjá umsøkjaranum, um innferðarloyvi verður givið, at hava annað arbeiði við síðuna av. Einasta treytin er framhaldandi, at felagið heldur sína skyldu um 2.300 kr. um vikuna. Ætlanin Einki er at ivast í, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur verið undir trýsti frá fleiri pørtum í útlendingamálinum. Við uppskotinum tykist hann miðja eftir eini semju, har serlig atlit verða tikin til elituítróttin Talið av arbeiðsleysum føroyingum er vaksið alsamt seinastu mánaðirnar. Ein støða, sum hevur viðført, at tað ikki longur eru vinnulig atlit, sum tala fyri, at arbeiðs- og uppihaldsloyvi yvirhøvur kunnu gevast eftir verandi útlendingalóggávu 25 Nr. 76 • hósdagur • 22. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Síðsta uppgávan hjá mest roynda føroyska dómaranum verður leygardagin, tá ið HB og KR fara at spæla í Gundadali PENSIONERAÐUR DÓMARI Jóannes Hansen Ein fjórðings øld og so tað leysa afturat. Tað er tíðin, sum Niklas á Líðarenda hevur hildið skil á fótbólts- dystum. Nú hevur hann gjørt av at gevast. Síðsta uppgávan í fremstu røð verður í Gundadali leygar- dagin, tá ið føroyameistar- arnir úr HB fara at spæla ímóti íslendsku meistarun- um úr KR. Einki er likið út um tað, men tað skuldi ikki undrað, um FSF ikki letur tað fara púra stillisliga aftur við borðinum, nú næstfor- maðurin leggur ein av kaskettunum frá sær. – Aldursmarkið er 50. Eg verði 49 í desember, so eg kundi dømt í ár og eisini næsta ár. Eg havi framvegis góðan hug at døma, og eg kenni meg brenna fyri dómarunum og dømingini. Men tað er kanska ikki heppið, at møguleiki er fyri, at áhugamálini verða blandað saman, sigur Niklas á Líðarenda, sum er limur í dómaradeildini, ið ger av, hvør skal døma hvar, og eisini er limur í kapping- arnevndini, sum viðger kærur. Stórur munur er á Tá ið Niklas leitar aftur til fyrstu ferðirnar, tá ið hann dømdi, so er skjótt at stað- festa, at tað er stórur munur á, hvussu tað var tá, og hvussu tað er nú. – Tað mundi vera í 1973, at Hjalmar Joensen í Fugla- firði skuldi døma í Runa- vík. Eg var áskoðari, men honum restaði ein linju- verja, og so hjálpti eg til. Saman við tveimum vin- monnum á Toftum dømdi eg í unglingadeildini eitt sindur seinni. Vit vóru í Klaksvík. Baldvin Baldv- insson skuldi døma millum KÍ og TB í bestu deildini. Hann hevði ongar linjuverj- ar, og so hjálptu vit honum. Tá ið eg sammeti hetta við umstøðurnar, sum tær eru í dag, so er munurin ógvu- liga stórur. Vit fara tríggir avstað, og dømingin hevur ávirkan á alla familjuna. Sunnudagsdøgurðin er tíð- liga á borðinum, og so hava tað verið túrarnir til Suður- oyar. Niklas flutti ungur av Nesi og inn til Gøtu. Tá ið GÍ í 1979 vann 2. deild, var Niklas teirra dómari, og síðani í 1980 hevur hann so líðandi dømt alt meiri í bestu deildini. Tey fyrstu árini hjálpti hann Jákupi Joensen ella Agga og Jens Strågaard. Seinni hjálpti Andrias Poulsen væl til, og nógvu tey seinnu árini hava Palli Gregersen og Tummas Pauli Olsen og eisini Jóan- nes Mikkelsen verið á linj- unum. Átjan ára gamli sonurin, Jan, hevur dømt nakað tey seinnu árini. Tað er kanska ikki so undarligt, at áhugin fyri dømingini verður arv- aður. – Tú verður bitin av døm- ingini. Tá ið eg hyggi at fót- bólti, um tað so er í sjón- varpinum ella á vøllinum, so havi eg serliga eyguni við dómaranum. Hvussu hann flytir seg, hvussu hann samskiftir við linju- verjarnar og spælararnar, hvussu hann taklar ymsu støðurnar og so víðari. Sum dómari hevur tú altíð hug at verja dómaran og avgerð- irnar, sum hann tekur. Tað er sum um, at vit eru á sama báti. Nógv at minnast aftur á Tá ið vit spyrja Niklas á Líðarenda, um tað eru ser- ligar hendingar og støður, sum hann minnist aftur á, so staðfestir hann skjótt, at tað heldur hevur verið heima á landi enn í útland- inum, at tað minnisríkasta hevur verið á skránni. – Eg var altjóða dómari í nøkur ár. Men tað var tor- ført hjá okkum føroyingum at sleppa framat stóru upp- gávunum. Stuttligt er kort- ini at minnast aftur á dystir millum unglingalandslið, har spælarar vóru við, sum seinni eru vornir heims- stjørnur. Eitt nú minnist eg, at vit í 1994 dømdu holl- endska U–18 landsliðið. Á liðnum vóru eitt nú Patrick Kluivert og Claren See- dorff. Niklas heldur seg hava dømt fleiri enn túsund dyst- ir. Tað er ofta komið fyri, at hann hevur dømt tríggar ferðir um vikuna, og sum dómari hevur hann ongan- tíð borið seg undan upp- gávum, um tað á nakran hátt hevur borið til at dømt. – Ein minnisrík løta var tað fyri nøkrum árum síð- ani, tá ið Sumba hevði heimavøll fríggjakvøldið undan Jóansøku. Smyril var nógv seinkaður. Fyrsta bríkslið á Krossinum í Sumba var klokkan hálvg- um tíggju. Tað var dýrdar- veður, og lagið var av tí besta, og klokkan út ímóti hálvgum tólv, tá ið vit vóru lidnir, sigur Niklas, sum heldur, at tað hevur verið stór avbjóðing at døma í Klaksvík, har áskoðararnir eru tætt at vøllinum, og har teir liva so sera nógv við í tí, sum gongur fyri seg á vøllinum. Ov lítil tilgongd Niklas ætlar sær at halda fram við at arbeiða fyri at menna dømingina. Hann er dómarainstruktørur og lóg- tulkari, hann hevur fingist nógv við undirvísing, og hann er dómaraeygleiðari. – Eitt av málunum má vera at fleiri fáa áhuga fyri dømingini. Miðalaldurin á dómarunum hækkar spaku- liga. Fleiri av teimum, sum døma í 1. deild, eru væl uppi í fjøritunum. Døming- in haldi eg samsvarar við fótbóltsspælið. Tá ið fót- bóltsspælið mennist, ger dømingin tað eisini. Onkuntíð havi eg hildið, at áhugin fyri dómaranum sum persóni er størri enn fyri professiónini. Umstøð- urnar eru smáar, og tú hitt- ist ofta aftur. Tí er tað upp- aftur meiri týdningarmikið at halda persón og døming hvørt fyri seg. Hvøri ráð hevur tú at geva ungum dómarum? – At teir hava tol. Tað er neyðugt at arbeiða seg upp. Um ein ungur dómari vísir áhuga og virðing fyri døm- ingini, og hann hevur góð- an førleika, so fer hann heilt víst at fáa stóru av- bjóðingarnar. Men tað sigur seg sjálvt, at hann verður ikki stjørnudómari soleiðis beinanvegin. Tað er skjótt so at siga at bróta ryggin, um uppgávurnar eru størri enn førleikin. Tí er neyðugt at ansa eftir. Bæði hjá dóm- arunum og teimum, sum gera av, hvør skal døma hvar. Niklas leggur floytuna frá sær Eitt nú minnist eg, at vit í 1994 dømdu hollendska U–18 landsliðið. Á liðnum vóru eitt nú Patrick Kluivert og Claren Seedorff C M Y K 24