Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 50 · 3. mai 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo – Eg eri so at siga uppvaksin á einum hotelli, so eg veit rættiliga væl, hvussu ting­ini hanga saman. Eg ivist ikki í, at tað er ein fyrimunur fyri meg í dag, sigur 50 ára gamli Johannes Jensen. Barnaárini fóru fyri ein stóran part fram á Hotel Føroyum, sum tá lá á Konga­brúnni í Havn. – Foreldrini áttu hotellið, so eg var altíð nógv niðri á Kongabrúnni, og tað dámdi mær eisini væl. Tað var somu­ leiðis har, eg fekk mítt fyrsta starv, tá eg bleiv uppvaskari á hotellinum, sig­ur Johannes Jensen, sum seinastu tíggju árini hevur verið stjóri á Hotel Føroyum. Hotellið fyllir 80 ár í ár, og hósdagin kundi Johannes Jensen saman við sínum starvs- og viðskiftafólkum há­ tíðar­halda, at 30 ár eru liðin, síð­ani virksemið á hotellinum við Oyggjar­ veg­in byrjaði. Royndir frá fiskivinnu Hóast Johannes Jensen er uppvaksin innan hotell- og matstovuvinnuna, og í dag er hotellstjóri, hevur hann eisini fingist við aðrar vinnur. Í heili 20 ár starv­aðist hann sum sølumaðurin inn­an fiskivinnuna. – Tá eg var 20 ára gamal, byrjaði eg við sølu av fiski, og tað arbeiðið dámdi mær ótrúliga væl. Har hendi nógv, og eg slapp veruliga at royna meg innan bæði sølu og marknaðar­ føring. Eg bleiv so verandi í tí vinn­ uni, líka til eg var 40 ára gamal sigur Johannes Jensen, sum hevur útbúgv­ ing úr Onglandi innan sølu- og markn­aðar­føring. Sjálvur heldur hann, at júst árini, har hann starvaðist sum sølu- maður, hava verið við til at økt hansara áhuga fyri hotell- og mat­ stovu­vinnuni. – Eg ferðaðist ekstremt nógv hasi árini og var burtur einar 90 dagar um árið. Tað merkti sjálvandi, at ein stórur partur av tíðini var brúktur á alskyns hotellum og matstovum kring heimin, fortelur Johannes Jensen, sum javnan plagdi at vera í arbeiðsørindum í ikki bara europeisku londunum, men eisini Amerika og Asia. – Tá eg fekk møguleikan at gerast stjóri á Hotel Føroyum fyri tíggju árum síðani, valdi eg at taka av. Gamla starvið hevur givið mær eina ávísa vitan um hotell og matstovur, og í roynd og veru er ikki tann stóri mun­urin á teimum báðum vinnunum, sigur Johannes Jensen og heldur fram: – Í eini 95 prosentum av førunum geri eg tað sama nú sum stjóri á Hotel Føroyum, sum eg gjørdi, tá eg var sølumaður. Í báðum førum snýr tað seg um marknaðarføring, fígging, eina vøru, tú skalt selja, og at hava ein markna at fyrihalda teg til, greiðir Johannes Jensen frá Arbeiðir alt døgnið Hóast hann ikki longur er uttanlands í arbeiðsørindum eins ofta hann var í gamla starvinum, er talið á ar­beiðs­ tímum lítið minkað. Johannes Jensen arbeiðir nógv. – Eg arbeiði altíð. Líka mikið hvør dagur tað er ella hvør tíð á døgninum, talan er um. Men fyri meg er tað veru­liga ikki strævið, men meira stuttligt og spennandi, sigur Johannes Jensen, sum tó viðgongur, at arbeiðið ikki altíð hóskar so væl saman við familjulívinum. – Vit í hotellvinnuni arbeiða ofta, tá onnur hava frí. Eitt nú hava vit viku­skifti sunnudag og mánadag, og tað merkir, at hóast eg eri heima við hús ein leygardag, so eri eg ikki altíð til staðar mentalt, sigur Johannes Jensen. Hann leggur dent á, at stjórasessurin ikki einans er eitt arbeiði, men ein lívsstílur, og tí eru telefon og telda næstan altíð tendrað. – Eg vil hava, at fólk kunnu fá fatur á mær. Taki eg ikki telefonina ella kanni ikki teldupostar í fleiri tímar ella kanska ein heilan dag, kemur tað mær aftur um brekku, tá eg so komi aftur til arbeiðis. Faktisk havi eg tað so­leiðis, at eg verði meira strongdur av ikki at vera on, enn hvat eg verði av at hava telefon og teldu tendrað, fortelur Johannes Jensen, sum ikki er bangin fyri at nógva arbeiði kann gera seg útbrendan. – Tað haldi eg als ikki. Tvørturímóti. Jú fleiri ting eydnast, jú meira orku fái eg til at halda fram, og so eri eg eis­ini soleiðis, at eg eri ongantíð nøgdur, tí bleiv hotellstjóri Uppvaskarin Hansara fyrsta starv var at vera uppvaskari á Hotel Føroyum, sum foreldrini áttu. Í dag er hann partaeigari og stjóri á sama hotelli, sum í ár hevur 80 ár á baki. Talan er um Johannes Jensen, sum stórtrívist í stjórasessinum. – Drívmegin aftan fyri longu arbeiðsdagarnir er viljin til at gera tað betri, sigur hotellstjórin Tá eg fekk møguleikan at gerast stjóri á Hotel Føroyum fyri tíggju árum síðani, valdi eg at taka av. Gamla starvið hevur givið mær eina ávísa vitan um hotell og matstovur, og í roynd og veru er ikki tann stóri munurin á teimum báðum vinnunum