Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-03, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 2013síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 50 · 3. mai 2013 5 VIKUSKIFTI mynd: heinesen myndir vit kunnu altíð gera tingini enn betri. Óskipaður og kreativur Umframt longu arbeiðsdagarnar og skeivar arbeiðstíðir hevur starvið sum stjóri á størsta hotellinum í Føroyum við sær nógv fundarvirksemi. – Mín arbeiðsdagur inniheldur nógv­ar ymsar fundir. Sjálvur haldi eg, at tað ofta tekur ov nógva tíð, men hin­vegin er umráðandi, at samstarvið við okkara viðskiftafólk og veitarar er so gott sum til ber, greiðir Johannes Jensen frá. Arbeiðsdagurin byrjar vanliga klokkan átta og endar um sjey-tíðina um kvøldið. – Eitt, sum eg leggi stóran dent á, er at hava samband við øll míni starvs­fólk. Tí gangi eg eisini næstan hvønn dag eina rundu á hotellinum, har er fái mær styttri og longri prát við starvsfólkini, fyri at hoyra hvussu tað gongur, og um okkurt serligt er, ið skal setast í verk ella fylgjast upp, sigur Johannes Jensen og heldur fram: – Starvsfólkini eru avgjørt ein av grundunum til, at eg trívist í mínum arbeiði, tí tað er ikki bara eg ella leiðararnir, sum gera hotellið til tað, tað er í dag. Tað er øll heildin, ið er umráðandi, sigur Johannes Jensen, sum sigur seg vera alt annað enn ein skipaðan stjóra. – Eg eri heldur óskipaður. Tað merkir tó ikki, at eg ikki havi yvir­lit yvir tí, sum fyriferst, men tað hong­ ur ivaleyst saman við, at eg eri ein krea­tivur og spontanur persónur, sig­ ur orkuríki stjórin, sum tó plagar at finna tíð til tvey frítíðarítriv. – Tað eru tvey ting, sum eg vil og skal náa. Tað er fótbóltur og hockey, sum eg venji sunnukvøld og mána­kvøld sam­an við vin­ monn­unum. Hevur stórar ætlanir Nógvar avbjóðingar hava verið hesi tíggju árini, Johannes Jensen hevur virk­að sum stjóri á Hotel Føroyum, og hann dylir ikki fyri, at tað stundum er strævið at reka hotelvirksemi. – Tað eru fleiri ting, sum gera mítt arbeiðið avbjóðandi. Eitt nú eru tað detailprísirnir á víni, vit hava høgar minstu­lønir her heima í mun til granna­londini, og tilfeingið av fakfólki er avmarkað. Men hinvegin er tað ein fantastisk kensla at síggja og uppliva, at tingini eydnast. Tað er tann kenslan sum avgjørt eisini er ein drívmegi fyri meg, sigur Johannes Jensen, sum held­ur at hotell- og matstovuvinnan er nógv broytt seinastu tíggju árini. – Tað gongur betur og betur, haldi eg. Ofta duga vit, sum arbeiða í vinn­ uni, ikki altíð so væl sjálvi at síggja tað, men út frá tí sum føroyskir og út­lendskir gestir fortelja okkum, so veita vit í Føroyum eina góða tænastu, sigur Johannes Jensen. Hóast tað gongur væl í løtuni, og hotellið hevur fýr­faldað umsetningin upp á tíggju ár, standa visjónirnar hjá stjóranum ikki í stað. – Eg og hini fólkini í leiðslu­ bólk­inum á hotellinum hava stórar dreymar og spennandi ætlanir. Vit fara at byggja enn eitt hotell í miðbýnum, men tað er ikki tað einasta, fortelur Johannes Jensen, sum er tættur sum tunnan, tá spurt verður nærri um fram­tíðar­ætlanirnar. – Minst til, vit eru ongantíð nøgd og vilja altíð blíva betri, sigur Johannes Jensen við einum smíli. Fakta Navn: Johannes Jensen Aldur: 50 Útbúgving: Kandidatur í sølu- og marknaðarføring Starv: Stjóri og partaeigari í Hotel Føroyum Faktisk havi eg tað soleiðis, at eg verði meira strongdur av ikki at vera on, enn hvat eg verði av at hava telefon og teldu tendrað