Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 50 · 3. mai 2013 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ eydnu eydna@sosialurin.fo Frískar kryddurtir Dild: Sigst hjálpa ímóti luft í maganum og stuðla sodningini. Koriander: Hjápir sodningini, er gott fyri migrenu og hevur sissandi virknað. Sitrónmelissa: Skal vera gott móti fjáltri, krími, høvuðpínu, bronkitis, herpes simplex, trupulleikar við sodningarleiðini, umframt at vera gott fyri hjartað. Mynta: Gott um tú hevur trupulleikar við sodningarleiðini, konsentratiónini, luft í maganum, hevur krím, influensu, høvuðpínu og aðra pínu, umframt kvalma. Myntan hevur eisini ein antiseptiskan virknað og mótarbeiðir virusálopum á kroppin. Tær gera matin meiri leskiligan á at líta og tær geva frískan og góðan smakk. Harumframt vóru kryddurtirnar fyrr nýttar sum læknaurtir, tí tær vóru hildnar at hava lekjandi eginleikar Riggar væl: í tomatrættum, pastarættum, salatum, suppum og grønmetisrættum. Gott saman við leyki, hvíttleyki, persillu og pipari. Riggar væl: í dressingum – gjarna saman við persillu, grasleyki og hvíttleyki – og til fiskarættir. Riggar væl: til allar asiatiskar rættir, antin smáttskorið og stroytt útyvir ella samankókað. Verður eisini nevnt fyri »persillan í eystri«. Gott til grýturættir, suppur, sósir og salat. Riggar væl: til alt, sum skal smakka av sitrón Riggar væl: í salat, dessertir, ís, gelé, sós, søtmeti og drinkir Riggar væl: At stroya á mat, afturvið eggi, laksi, í salat, suppur, sósir, ja, alt, sum skal hava ein mildan smakk av leyki - tað eru óendaligir møguleikar. Basilikum: Gott fyri svøvnloysi, kvalma, kolik, hosta, hálsbruna, migrenu og orm. Eisini gott, tá tú ert svimbul, fjálturstungin ella hevur ov lítið av bróstamjólk. Basilikum segðist vera styrkjandi, bakteriudrepandi, geva ró í magan, umframt at økja um potens og fruktbæri. Basilikum varð eisini nýtt móti vøddaspenningum og bruna. Oregano: Hjálpir móti krími, høvuðpínu, hosta, svøvnloysi og ringum nervum. Oregano skal eisini hava ein sissandi virknað. Riggar væl: á pitsa, í italienskan mat, sum pálegg, í suppur, afturvið fugli, kjøti, í frikadellir o.a. Sýra: Góð móti fepri og skyrbjór, umframt at hon er vatndrívandi. Riggar væl: í salat, dessertir, sós, saman við spinati, osti, eggjarættum og sum garnitura til pálegg – ella bara at eta bera ein góðveðursdag. Timian: Sigst hjálpa móti hosta, bronkitis, pínu av mánasjúku, leysum lívi, høvuðpínu, tannapínu, timburmonnum og alkoholismu. Harumframt er tað bakteriudrepandi. Rósmarin: Gott fyri blóðrenslið og nervarnar, sodningarleiðina, høvuðpínu og so er tað eisini antiseptiskt. Riggar væl: Riggar væl: í suppu, afturvið fugli, skeljadjórum, villum kjøti, í salati og sum krydd til súltur av ymsum slagi. Grasleykur Gott fyri sodningarleiðina og hevur nógvar vitaminir Riggar væl: í salat, ís, dessertir, drinkir, saman við fiski, fugli og osti. Salvia: Hjálpir móti hálsbruna, hosta, troyttheit, sveittatúrum og óregluligari mánasjúku. Er harumframt gott fyri at niðurbróta feitt í kroppinum, umframt at tað hjálpir móti svampi og trupulleikum av yvirgangs­ aldrinum. Harumframt er tað antiseptiskt. Riggar væl: Í kjøtrættir, afturvið lambskjøti, í grøn­ metis­rættir, afturvið eplum, í tomatrættir, í smør osv.