Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-03, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 50 · 3. mai 2013 7 VIKUSKIFTI mynd: Álvur Haraldsen Starv? Krambakvinna i Sportigan. Hvat er tað besta við starvinum? Eg havi heilt sikkurt nógv góð ting at gleðast um í mínum starvi, men tað, sum nokk er tað besta, er, at kundarnir eru so ymiskir, og tað er ein avbjóðing í sær sjálvum. Hvat ger teg í góðum lag? Tað er so nógv, sum kann gera meg í góðum lag. Tað hevur alt at siga, at fólk rundan um meg eru glað, tí so blívi eg eisini glað. Men verða vit øll ikki altíð glað av at hoyra rós fyri okkurt gott, mann hevur gjørt? A ella B-menniskja? A-menniskja. Viðhvørt ynski eg, at eg eri eitt sindur meira B-menniskja, tað er jú ikki feitt at vakna ein sunnumorgun klokkan 8, tá ið mann hevur møguleikan at sova leingi. Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví? Mær dámar øgiliga væl hondbólt og eisini fótbólt. Orsøkin er nokk tann, at tað tvær heldur buldrasligar ítróttargreinar. Hondbóltur bleiv heilt klárt valt, av tí at bæði míni foreldur hava spælt hondbólt, og nokk eisini tí at eg haldi, tað er eitt sindur feitt at koma i ein bitchfight. Fótbóltur er eitt sum eg angri, at eg gavst við sjálv, men stuttligt at hava okkurt at fylgja við í, tá hondbólturin ikki er í gongd. Hvør er besta ítróttarupplivingin? Ja eg havi nógvar góðar. Tá vit fyrstu ferð vunnu FM-heitið móti Stjørnuni fyri 3 árum síðani, vit vóru totalt underdogs. FEITT! Men at blíva GREIPUVINNARI fyri kappingarárið 2012/2013 er heilt sikkurt tað feitasta, eg havi roynt. Tann kenslan er so góð, at mínir armar eru ikki komnir niður aftur. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Eg lurti eftir øllum tónleiki. Tað er sjálvdan, eg sigi, at hasin sangurin er onki góður. Hvussu eru tínir matvanar? Mær dámar væl at eta sunnan mat, samstundis sum eg havi eina heldur søta tonn. Hvør er tín fyrimynd? Heilt sikkurt foreldrini hjá mær og lítlasysturin. Pápi mín er tann, sum altíð hevur verði har og hjálpt mær bæði i ringum og góðum tíðum, og eg veit ikki, men hann finnur altíð útav at loysa ein trupulleika. Hvat gert tú í frítíðini? Um veturin royni eg at finna frítíð aftan á hondbóltsvenjing. Um summarið haldi eg, at eg havi alt for nógva frítíð, men sum heild verður frítíðin nokk mest brúkt saman við vinum og familju. Hvussu fer tín summarfrítíð at síggja út í ár? Ein túr til Kos við tveimum góðum vinkum, og síðani fari eg at nýta restina av summfrítíðini heima í Føroyum. Hvør er tín lívrættur? Eg veit ikki. Eri uppvaksin við at eta føroyskan mat og eisini salat. Eg haldi, at eg eti tað, sum eg fái. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Sjálv havi eg bara eina kanal á sjónvarpinum – Kringvarpið. Men eg eri akkra líka pillbýtt sum øll onnur at fylgja við Paradise Hotel, For lækker til Love og tílíkt. Tað er undirhald fyri allar pengarnir. Hvør bók liggur á náttborðinum? Har liggur ongin, og tað kemur nokk heldur ongin at liggja har enn á sinni. Einar páskir, meðan eg gekk í studentaskúlanum á Akureyri í Íslandi, vóru nakrir keðiligir halgidagar sum altíð, høgtíð er, sum skuldu drepast. Eg fór ikki heim tær páskirnar, men avgjørdi, minnist ikki hví, at vera á Akureyri allar dagarnar. Tað var ein býtt avgerð. Tí á Akureyri hendi ikki nógv á páskum. Ein skúlafelagi úr Reykjavík var eisini eftir har norðuri. Men hann fekst ikki samband við, tí hann keypti dagin fyri skírisdag plátuna við lagnum Imagine hjá John Lennon. Tað var hansara opinbering ta høgtíðina. Hann spældi Imagine aftur og aftur og sansaði einki annað, hvørki, at Jesus skindoyði og raknaði við aftur, ella ein glataðan skúla­ felaga, sum hevði hug at ballast alla høgtíðina. Helst var hann skeivur eisini. Hash var at fáa á Akureyri tá. Eg legði, eisini tá, lítið í John Lennon. Annars kundi eg bara sett meg inni hjá honum og lurtað við frá og við 27.ferð, hann spældi Imagine. Tað orkaði eg tó ikki. Royndi so at drepa keðiligu halgidagarnar við Pimm's ginni, sum smakkaði verri enn illa, men sum var bíligt í einkarsøluni. Lurtaði eftir Doors aftur og aftur, keddi meg, drakk Pimm's og lurtaði eftir Doors. Ímyndaði mær, at Lennon­ dyrkarin hevði vent plátuni ella lagt eina aðra á. Fór at vita, men vónaði og væntaði til fánýtis, so eg vendi við í durunum. Fór heim aftur til Pimm's páskadrykkin og Jim Morrison. Kirkjuligu høgtíðirnar vóru keðiligari fyrr. Tær eru tíbetur farnar av stað á glíðibreytini og steðga ikki. Alt verður ikki longur krossfest fríggjadag fyri at berja seg úr grøvini sunnudag og liva aftur týsdag. Meira Pimm's og Torres hvít­vín, sum eisini var bíligt og smakkaði so toluliga. So kom toybilsnátt. Náttúran skræddi seg úr vetrarfjøtrunum. Tað brakaði í frostinum, tá tað slepti. Náttarsiðaloysi. Vakna páskamorgun, ikki risin, bara vaknaður í ørviti. Tómar fløskur og tómar trussur á gólvinum. Lesi yrkingar hjá Guðrið Helmsdal Poulsen hart út gjøgnum opið vindeyga. »Og regnið kom/Dropin ið knústi skel av gleri/Rúmdin andaði/hon ið kroyst hevði ligið/í kuldans harða favni.« Leypi niður av krossinum. Aftur at vita, um Lennon syngur enn. Tað ger hann. Imagine there's no heaven páskadag. No hell below us, just only here. Javna við Pimm's. Imagine there's no countries. And no religion too. Hann hevur mestur drukkið seg skit í onkrum frægari enn Pimm's, tá hann yrkti hatta um at ímynda sær alt møguligt, sum bara ber til at ímynda sær, men sum ongantíð er ella verður. Summi siga, hann var gott skald. Úti fara áirnar buldrandi oman í Eyjafjørðin við vetrinum, blaka hann langt út í dýpið. Toybil, vár kanska. Rulla svørt páskaregg niðaneftir. Black Sabbath undir nálina, sum ikki longur er spísk. Imagine there's no Easter. Hatta vóru hasar páskirnar. Hvørja ferð, eg hoyri Imagine, tað er ikki so ofta, tíbetur, minnist eg páskirnar, sum skolaðu út á hav, meðan poppsangarin úr Liverpool bað okkum ímynda okkum, at einki var. Ein høgtíð var dripin við enskum eitri. Og várið kom buldr­andi mitt í allari neyðini. Tarkus hjá Emerson, Lake and Palmer for frá, sjampanja í vinyl­ fløsku. Orgulbrús. Guðrið og John. Og eg droymdi ein løgnan dreym um eina spurnarkapping: hvussu nógvir múrsteinar eru brúktir til at byggja Keyp­ mannahavn? Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Marjun F. Danberg lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg Feitast at vinna finaluna – At blíva greipuvinnari fyri kappingarárið 2012/2013 er heilt sikkurt tað feitasta, eg havi roynt. Tann kenslan er so góð, at mínir armar eru ikki komnir niður aftur. Tað sigur Marjun F. Danberg, sum vildi ynskt, at hon var meira B-menniskja enn A-menniskja Imagine there's no Easter – Guðrið og John