fríggjadagur 3. mai 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 50 · 3. mai 2013
8
VIKUSKIFTI
Hárfríðkan
Rannvá Gaard Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Í ár er dreymurin hjá Mariann Klein
Ivansdóttir blivin til veruleika. Hon
hevur seinastu árini staðið á odda fyri
hárfríðkanarstovuni Royal Hárfríðkan
í Havn, og nú kann hon loksins kalla
seg fyri ein av heimsins bestu hár
fríðkanarkvinnunum.
Tað er ikki ein løtt uppgáva at gerast
partur av Intercoiffure. Fyri at gerast
limur her skulu tveir limir, sum hava
verið partur av Intercoiffure í trý ár,
viðmæla teg til felagsskapin, og síðani
tekur formansskapurin í felagnum
støðu til, hvørt tú hevur uppiborið
hendan heiður ella ikki.
Intercoiffure er ein heimsumfatandi
felagsskapur, og hárfríðkanir í hesum
felagsskapi verða mettar at vera tey
bestu í heiminum.
– Eg eri ótrúliga fegin um at vera
við í hesum felagsskapinum, og tað
hevur verið mín dreymur í mong ár,
men eg trúði ongantíð tað fór at bera
til, sigur Mariann Klein Ivansdóttir.
Nógv virksemi er í Intercoiffure,
og í farnu viku skuldi Mariann Klein
Ivansdóttir, saman við tveimum øðrum
hárfríðkanum, sýna síni hugskot til
ársins summarmóta. Endamálið við
hesum var at geva hinum limunum í
Intercoiffure íblástur og kunning um
ymsar viðgerðir innan hárfríðkan.
Hesin heiðurin hevur longu økt
um virksemið hjá Mariann Klein
Ivansdóttir, sum seinni í hesum
mánaðinum og í juni mánaði skal til
Danmarkar at gera hár í samband við
størstu mótasýningina, sum nakrantíð
hevur verið í Danmark.
Tey klóku hava Mensa, matstovurnar hava Michelin og rokkararnir
hava Rock and Roll Hall of Fame. Innan hárfríðkanarheimin hava
tey Intercoiffure, og fyrr í ár varð tann fyrsti føroyingurin
nakrantíð partur av hesum eksklusiva felagsskapi
Føroyingur
í heimselituni
innan
hárfríðkan
L'Association Internationale des
Maîtres Coiffeurs de Dames (ICD)
varð stovnsett í 1925 í Týsklandi,
at hárfríðkanum frá Danmark,
Sveis, Týsklandi, Fraklandi og
Bretlandi. Í 1930 stovnaði Frakland
sína egnu deild.
Eftir 2. veraldarbardaga tók
víðagitni hárfríðkanarmaðurin
Guillaume Intercoiffure upp aftur,
og felagsskapurin hevur bygt seg
størri síðani.
Formaðurin fyri allar
Intercoiffure deildirnar í heiminum,
Klaus Peter Ochs, gjørdist for
maður í 2010 í heimskongressuni
hjá felagsskapinum í Berlin.
Felagsskapurin heldur tað hava
stóran týdning at samráðast um
hármóta tvørturum landamørk,
og tí eru javnan tiltøk á skránni
fyri allar deildirnar, sum eru í
Evropa, Asia, Amerika, Australia
og Suðurafrika. Fjórða hvørt ár
er heimskongressa á skránni,
og er tað her ein møguleiki hjá
limunum at hitta onnur innan
elituna í hárfríðkan. Fýra ferðir
um árið skapar Intercoiffure eina
heimsumfatandi mótakollektión,
og hendan kollektiónin verður send
til allar limirnar í Intercoiffure.
Hvat er Intercoiffure?
Ljósareytt verður nógv
at síggja í summar, og her
er botnurin hjá Barbaru
litaður ljósareytt
Hármótin í summar
fer millum annað at
innihalda ekstens-
ions, sum Eivør
her hevur fingið