Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-03, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 50 · 3. mai 2013 10 VIKUSKIFTI Paulina Reinert búði Í bóndahúsunum við Á í Kaldbak, saman við manni sínum Ole Christian Reinert. Hon var bóndakona og hevði stórt húski, tey áttu 10 børn. Paulina bant nógv; tað sigst um hana, at hon einaferð helt fyri, at um allar troyggjurnar, hon hevði bundið, vóru savnaðar saman, so hevði roykstovan verið full innan. Paulina sniðgav bæði mynstur og pløgg – uttan at tað varð nevnt sniðgeving Føroysk bindimentan í broyting VITAN & vísindi Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum, skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri Føroya um evni, tey granska. Noomi Reinert í Dali Tekstilsniðgevi Master í Valsinútbúgving Lærari á Námsvísindadeildini á Føroya Fróðskaparsetir Varðveita mynstrini Í 1932 gav Hans M. Debes, út bókina »Føroysk bindingarmynstur«, har hann hevði savnað saman so nógv ymisk mynstur, sum hann kundi fáa fatur á. Hetta arbeiðið varð gjørt fyri at varðveita føroysku bindingarmynstrini, sum annars vóru í vanda fyri at verða gloymd, av tí at tey um hesa tíðina vóru farin at binda so nógv einlitt. Bókin gav mynsturbindingini í Føroy­um nýggjan íblástur, og gjørdi sítt til at bindimentanin fekk nýtt lív. Síðani er bókin givin út fleiri ferðir (í 1949, 1969, 2008), og hvørja ferð hevur nýtt ættarlið av kvinnum glett seg um vøkru mynstrini, og bindingin hevur aftur tikið dik á seg. Samstundis sum bindibókin hjá Hans M. Debes hevur verið við til at stuðla mynsturbindingini, hevur hon sett eitt mark fyri, hvørji mynstur eru »tey røttu« føroysku bindingarmynstrini, og forðað at nýggj mynstur vórðu gjørd. Har hava uttan iva verið nógv onnur mynstur, og nógvar variatiónir av teimum, sum ongantíð eru vorðin almanna­kunngjørd. Í bókini er bert eitt stjørnumynstur, við áttablaðastjørnuni, sum eisini er kend nógva staðni í londunum rundan um okkum. Hetta er eitt mynstur til konu­fólkatroyggju. Áttablaðastjørnan var eitt av mynstru­num, sum Paulina eisini gjørdi nógv burturúr. Bindibókin hjá Paulinu Í 1934 byrjaði Paulina, sum tá var 52 ára gomul, uppá sína »Strikkebog 2«, sum hon teknaði uppí eitt hefti við puntutum pappíri. Paulina var ófør at binda, men hon tímdi ikki so væl at binda tað sama umaftur, og tí teknaði og broytti hon mynstrini, og setti tey saman á ymiskan hátt. At bókin kallast »strikkebog 2«, sigur okkum, at hon hevur teknað mynstur uppí eina bók áðrenn, men ta bókina hevur ikki lukk­ ast at finna. í tilfarinum eru fleiri ymiskar átta­ blaða­stjørnur, sum við smáum broyt­ ing­um og ymsum samansetingum eru gjørdar til uppaftur fleiri bordar og mynstur. Mynstrini hjá Paulinu kunnu síggjast sum ein tíðarmynd. Tá á døgum, fyri 75 árum síðani, var tað sjálvsagt at øll dugdu at binda. Genturnar lærdu at binda tíðliga, 5-6 ára gamlar. Tær lærdu tað heima, frá mammu ella ommu, og helst skuldu tær duga at binda, áðrenn tær fóru í skúla. Hetta var ein partur av tí førleika, sum var neyðugur fyri at yvirliva í sam­felagnum tá. Øll skuldu hava klæði uppá kroppin, og harumframt var tað eisini ein inntøkumøguleiki, tí nógv varð selt til handilin. Størsta út­flutnings­vøra úr Føroyum var leingi tey bundnu pløggini, fyrst hosur, og síð­ani eisini troyggjur. Varðveita tað gamla, og taka ímóti tí nýggja Paulina Reinert: 1881 – 1959