fríggjadagur 3. mai 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 50 · 3. mai 2013
11
VIKUSKIFTI
Bindimentanin
Gamli mátin at sniðgeva, var
at hava eina grund-vegleiðing til
tey ymisku pløggini, og síðani skapa
mynstursamanseting sjálv. Sniðgevingin
í heimavirkingini fór fram í hvørjum
húsi í Føroyum. Grundreglurnar vóru
so sjálvsagdar, at hetta var at rokna sum
almenn vitan, at soleiðis átti at vera.
Men hetta er um at fara í søguna. Nógv
halda seg ikki til at skapa sítt egna, men
mugu hava eina uppskrift.
Enn eru fólk til, ið hava førleika
og vitan um ta sermerktu føroysku
bindimentanina, og ímillum teirra er
Nicolina Jensen Beder ein fyrimynd, tá
hon við bókini »Seyður, Ull, Tøting«
letur víðari sína stóru vitan um hetta
mentunarøkið. Hendan bók er ein
dýrgripur, har bæði handverksliga og
mentunarliga vitanin er varðveitt.
Nútímans bindimentan
Í nútíðar samfelagnum, har flest øll
vaksin arbeiða, og tíðin saman við børn
unum er stutt, eru færri mammur, sum
hava møguleikan, og tíðina, at seta seg
við dóttrini áðrenn hon fer í 1. flokk, og
læra hana at halda stokkunum rætt.
Bindingin er ikki longur lívsneyðug,
og tað er meira tilvildarligt um og nær
vit læra at binda. Nógvar vaksnar
kvinnur duga tað ikki, og føroyska
vitanin um binding, sum varð latin
víðari í kvinnulinju, er ikki longur
sjálvsøgd. Um genturnar so seinni vilja
læra seg at binda, er kanska youtube
staðið, har vitanin er at finna, men tá
er tað ikki longur føroysk binding, tí
ikki er vist at stokkarnir og tógvið verða
hildnir uppá gamla mátan.
Ein vandi fyri føroysku bindi
mentanina er, at minni verður sniðgivið
í vanliga húsarhaldinum. Bindibøkur
nar, sum nú eru nógvar í tali, kunnu
hjálpa við til, at áhugin fyri at binda
heldur fram, men samstundis er vandi
fyri, at siðbundni arbeiðshátturin fer
í søguna.
Føroyskir sniðgevar
Sum frá líður eru rættiliga nógvir út
búnir føroyskir sniðgevar, og fleiri
teirra nýta egna mentan til at skapa
nýtt. Tað at bundin pløgg eru nógv
frammi í altjóða mótarákinum, hevur
eisini verið við til at geva bindingini
framburð. Ferðafólkavinnan gevur
sølumøguleikar, sum kunnu víðkast
enn meira.
Dugnaligu føroysku sniðgevarnir
eru við til at seta føroysku bindingar
mynstrini á mótabreddan, bæði uttan
landa og her heima. Tær vælumtóktu
og kendu troyggjurnar hjá
Guðrun og Guðrun hava givið
íblástur til óteljandi stjørnutroyggjur,
eins og litføgru sniðini hjá Jóhonnu av
Steinum geva íblástur til nógv bundin
pløgg.
Fólkaskúlin ein
mentunarberi?
Í námsætlanini fyri handarbeiði er
binding ein týðandi táttur, men tíðin
er so stutt, og tímarnir so spjaddir, at
bindingin hevur trong kor í fólkaskúla
num. Ymiskt er hvussu skúlarnir raðfesta
henda førleikan, sum tó er so stórur
partur av okkara mentan. Her er eitt
mentunarligt tilfeingi, sum kann verða
gagnnýtt eisini í øðrum lærugreinum,
til dømis í tvørgreinaligum høpi.
Alíkavæl er binding væl umtókt,
og kanningar gjørdar í fólkaskúlanum
í 2011 vísa, at nógvar gentur læra at
binda. Tað er tó minni enn ein triðingur,
sum hava lært tað í skúlanum, tær
flestu læra tað framvegis frá mammu
ella ommu síni.
Tilfeingi í fólkinum
Okkara sermerkta bindimentan er
verd at varðveita. Men skal hon varð
veitast sum livandi mentan, má hon
nýtast, og sleppa at broytast eftir móta
og tíðaranda, samstundis sum hand
verkið verður latið víðari til komandi
ættarlið.
Eins og Paulina Reinert sniðgav
og bant, hava nógvar aðrar kvinnur í
Føroyum dugað at sett saman og endur
nýggjað. Binding er í nógvar genera
tiónir latin víðari í kvinnulinju, frá
móðir til dóttir. Hetta er ein máti hjá
kvinnum at halda fast við sína egnu
mentan.
Nógv í Føroyum hava evnini at
skapa, og uppaftur fleiri hava evnini
at tillaga og nýgera eftir gomlum sniði,
so tað verður hóskandi til nútíðar sam
felagið. Við at nýta hesi evni kann
mentanin varðveitast, gjøgnum støðuga
endurnýggjan. Og við at stuðla ungum
fólki at læra seg binding og sniðgeving,
kunnu vit menna eitt handverk,
sum kundi verið eitt ískoyti til bæði
útflutning og ferðafólkavinnu.
Konufólkatroyggju
mynstur úr Føroysk
Bindingarmynstur
Stjørnu
troyggja hjá
Guðrun & Guðrun
Áttablaðastjørnur úr
»Strikkebog 2« hjáPaulinu Reinert
Bundin kjóli
hjá Johannu
av Steinum