Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Tá Norrøna legði at í Før­oy­ um fyri eini viku síðani, var 20 ára gamli Emil Bjarna­ skorð við umborð. Síðani august mánaði í 2011 hevur Emil Bjarnaskor verið í Århus í Danmark á eini upp­ venjingarmiðstøð, og ikki fyrr enn nú er hann so mikið birgur, at til bar at koma á vitjan í Føroyum í nakrar dag­ar. – Emil er ótrúliga glaður fyri at kunna koma á vitjan í Føroyum og síggja familju, vinir og kenningar aftur. Hetta er stórt fyri okkum øll­, sigur Sunniva B. Sim­ onsen, sum alla hesa tíðina hevur verið hjá soninum í Danmark. Samskiftir við teldu Tað var á Summar­festi­ val­in­um í fjørsummar, at tann tá 19 ára gamli Við­ar­ eiðisd­rongurin fekk okkurt ókent rúsevnið í seg og fall í óvit. Alt fyri eitt bleiv hann fluttur til Danmarkar til viðgerðar. Læknarnir kundu tá staðfesta, at Emil Bjarna­ skorð hevði fingið ein blóð­ tøpp í heilan, men teir duga framvegis ikki at siga, hvat slag av rúsevni, hann hevði fingið í seg. Emil Bjarnaskorð kann í dag hvørki ganga ella tosa, men er við sítt fulla vit. – Hóast hann ikki kann røra seg eins og fyrr, so er hann aftur tann sami drong­ urin og júst soleiðis, sum hann altíð hevur verið, sigur mamman og heldur fram: – Emil er væl fyri eftir umstøðunum, vil eg siga, og hann ger lítil framstig alla tíðina. Hann situr í el- drivnum koyristóli, tí hann fær ikki rørt seg sum vanligt. Armarnar fær hann rørt eitt lítið sindur og tað sama við beinunum, greiðir mamman frá. Hóast Emil Bjarnaskorð ikki kann tosa, kann hann samskifta við fólkini rundan um seg. – Hann hevur eina teldu, sum hann brúkar. Tá hann vil siga okkurt, skrivar hann við eygunum á telduna, og so tosar teldan fyri hann, for­ telur mamma Emil, sum eisini - Hann er júst soleiðis, sum vit kenna hann og hevur tað eftir umstøðunum gott. Munurin er bara, at hann ikki fær rørt seg og samskiftir umvegis eina teldu. Tað sigur Sunniva B. Simonsen, mamma Emil Bjarnaskorð, sum í august mánaði 2011 fekk ókent rúsevni í seg og blóðtøpp í heilan. Seinasta mánadag kundi Emil Bjarnaskor fyri fyrstu ferð í meir enn hálvtannað ár síggja familju og vinfólk aftur í Føroyum Emil vitjar heim Sunnudagin var Emil Bjarnaskor við í barnadópi í familjuni. Á myndini sæst hann í koyristólinum saman við børnunum, hann er mammubeiggi at Mynd: Privat