Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fegnast um, at sonurin nú somu­leiðis kann samskifta við vinfólkini aftur umvegis Face­book. – Nú fylgir hann við í øllum, ið fyriferst, og hev­ur dagligt samband við vin­fólk­ ini heima í Føroyum. Læknarnir lova einki Nakað eftir at Emil Bjarna­ skorð varð fluttur til Dan­ markar til kanningar, kom hann á kendu uppvenj­ing­ ar­miðstøðina á Jyllandi, Hamm­el Neurocenter. Og her hev­ur hann sín gerandisdag. – Emil býr á uppvenj­ing­ ar­miðstøðini, og hvønn dag venur hann millum tríggjar til fýra ferðir um dagin, sigur Sunniva B. Simonsen, sum sjálv hevur fingið eina íbúð tætt við at búgva í, með­an hon er hjá soninum í Dan­ mark. Hvussu leingi tey koma at verða í Danmark, er ilt at siga. – Vit vita ikki reiðiliga, hvussu leingi vit koma at vera í Danmark, men vænt­ andi ganga nakrir mánaðir afturat, tí sum nú er, eru umstøðurnar ikki, til at Emil kann koma heimaftur, sigur mamman, sum samstundis vísir á, at sonurin fegin vil heim­aftur til Føroya at búgva. – Sjálvur sigur hann seg vilja koma heim, og kanska fáa eina íbúð at búgva í. Tað besta hevði verið, um hann kundi búð á Viðareiði, men eg veit ikki, um tað verður møguligt, greiðir mamman frá. Í løtuni taka tey ein dag í senn og gleðast um tey smáu framstigini, sum eru. ­– Vit fáa ikki gjørt ann­að. Eingin sigur nakað bein­leiðis við okkum, og lækn­arnir og tey, sum eru um hann á Hammel, royna at upp­byggja heldur enn niður­bróta. Lækn­arnir hava ikki bein­ leið­is sagt, at Emil ongantíð fær fullan førleika aftur, men teir hava heldur ikki lovað okk­um nakað. Býr á Hotel Norð Hesar dagarnar, Emil Bjarna- skorð vitjar í Føroyum, býr hann á Hotel Norð á Viðar­ eiði. Við sær hevur hann tveir fylgjarar. ­– Umstøðurnar heima hjá okkum eru ikki tær bestu til koyristólin, fylgjararnar og ymsa útgerð, sum Emil hevur brúk fyri, so tí býr hann á hotellinum nú, meðan hann er heima, sigur Sunniva B. Simonsen, sum tó hevur son­in heima við hús á vitjan so at siga hvønn dag, meðan hann er í Føroyum. – Vit hava gjørt onkrar broyt­ingar við húsið, so­leið­ is at tað er lættari hjá Emil at koma inn og koyra í koyri­ stólinum inni í húsinum, for­ telur mamman. Eitt nú hava tey gjørt eina rampu uttan fyri høvuðsdyrnar, og gjørt onkrar hurðakarmar størri. Hesar dagarnar, Emil Bjarna­skorð hevur verið í Før­oyum, hevur nógv fólk verið og vitjað. – Hann var móttikin av ógvu­liga nógvum fólkum uttan fyri Hotel Norð, tann dagin vit komu norður, og tað var sjálvandi stuttligt, sig­ur Sunniva B. Simonsen. Tað eru fleiri orsøkir til, at Emil Bjarnaskorð og mamm­ an vitja í Føroyum júst nú. Umframt at hann ikki fyrr enn nú er so mikið birgur, at hann kann ferðast, var bæði barnadópur og føðingardagur á skránni, hesar dagarnar tey eru í Føroyum. – Hósdagin fyllir Emil 21 ár, men tann dagin fara vit niðuraftur, so vit valdu at halda føðingardagin sein­ asta fríggjakvøld á Hotel Norð. Eg haldi, at Emil hevði oman fyri 200 gestir hetta kvøld­ið, fortelur Sunniva B. Sim­on­sen, sum fegnast um góða stuðulin, sum sonurin alla­tíðina hevur fingið. – Vit høvdu øll ein góðan føðingardag, og Emil er eisini ótrúliga glaður fyri dagin. Vita einki enn Líka síðani lagnukvøldið í augustmánaði, tá Emil fall í óvit og fekk blóðtøpp í heilan, hevur tað verið ógreitt, júst hvat tað var, sum hendi. – Læknarnir duga ikki at siga, hvat tað var fyri eitt evni, sum Emil fekk í seg, og teir vita heldur ikki, um talan yvirhøvur er um rúsevni, sum hava verið orsøk til blóð­tøppin. Eg veit ikki, um vit nakrantíð fáa at vita, akku­rát hvat fór fram hatta kvøldið, greiðir mamma Emil frá. Eitt er hon tó vís í. Sonurin tók ikki nakað sjálvur. – Vit hava sjálvandi tosað við Emil fleiri ferðir, og hann sigur, at hann hevði ikki tikið nakað sjálvur tað kvøldið, hann fall í óvit. So hvat tað er, sum er farið fram, veit eingin av okkum, og soleiðis fer tað kanska altíð at vera, sigur Sunniva B. Simonsen. Í løtuni kunnu tey ikki gera annað, enn at taka ein dag í senn á Hammel Neuro­ center og gleðast, tá onkur framstig eru. – Emil hevur sína vanligu persónligheit, og tað er tað besta beint nú. a á Viðareiði 13 Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91 Sosialurin Eftir at hava ligið uttan vit trý samdøgur, er Emil Bjarnaskor nú fluttur á Ríkissjúkrahúsið í Danmark. – Støðan er enn tann sama og vit hava framvegis ikki havt samband við hann, sigur familjan Rólant Waag Dam Klokkan átta í morgun, varð Emil Bjarnaskor útskrivaður av landssjúkrahúsinum. Tí- verri fyri unga mannin og familj h liga á heilanum. Hesar mynd- ir vórðu sendar til Danmarkar í gjár til nærri kanningar. – Møguliga hevur hetta okkurt við lammilsi hjá hon- um at gera, greiddi mamma teirra so at siga vónleys, ásannaði Sunniva Bjarnaskor Simonsen í Útvarpinum í gjárkvøldið. – Eg vildi ynskt, at eg kundi j sum møguliga vita eitt hvørt. – Eg biði inniliga um, at um tað er onkur sum veit hvar hann hevur verið Ein ræðulig støða Tá Emil skuldi leggja seg at sova, varð hann heilt í ørviti, spýði illa og gekk sveimandi runt. - Hetta er nakað so ræðuligt. Vit hava als ikki havt samband við hann síðani sunnumorgunin, sigur mostir Emil, Mariann B. Petersen Rólant Waag Dam 19 ára gamli maðurin av Viðareiði hevur ligið í óviti síðani sunnumorgunin, tá hann kom aftur frá Sum- marfestivalinum. Familjan hevur als ikki havt samband við Emil Bjarnaskor, síðani hann varð innlagdur á Lands- sjúkrahúsið. Sunnumorg- unin kom hann heim til skyldfólkini, hann búði hjá í Klaksvík meðan festi- valurin. Tá Emil skuldi l j onkrum slag. Ógreitt er, um hann sjálvur hevur tikið rúsevnini ella onkur hevur lumpað tað í hann. – Vit vita heldur ikki, hvat slag av rúsevni talan er um, og áðrenn vit vita tað, fáa læknarnir einki gjørt, sigur mostir Emil, Mariann B. Petersen. Hon heitir tí inniliga á fólk, sum hava sæð ella vita okkurt, um at seta seg í samband við seg. – Hetta er nakað so ræðuligt. Vit hava als ikki EMIL FLUTTUR TIL DANMARKAR 19 ára gamli Emil Bjarnaskor av Viðareiði hevur ligið uttan vit síðani sunnumorgunin, og varð í morgun fluttur til Danmarkar Biði fyri Emil Bjarnaskor er heiti á Facebook-bólki, sum hevði út við 4000 limir, tá blaðið fór til prentingar. Familjan hjá Emil Bjarnaskor hevur eisini nýtt Facebook, har tey hava heitt á fólk um at hjálpa sær