mánadagur 6. mai 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Umhvørvisvikan
hevur gjørt mun
Elin Lindenskov setti í morgun níggjundu umhvørvisvikuna í røðini,
og forkvinnan í Teknisku nevnd, har umhvørvismál nú hoyra undir,
heldur, at vikan hevur nomið við nakað í hugburðinum hjá fólki
Leo Poulsen
– Hettar er nummar níggju í
røðini. Tað vil siga, at fyrstu
ferð, vit skipaðu fyri um
hvørvisvikuni, vardi hon ikki
eina heila viku, men annars
er hettar níggjundu ferð.
Tað sigur forkvinnan í
Teknisku nevnd, sum eftir
býráðsvalið í heyst er um
skipað nakað, og nú hevur
gomlu umhvørvisnevndina
undir sær.
Umhvørvisvikurnar hava
havt ávís evni á hvørjum ári,
og soleiðis er eisini hesaferð.
– Evnið hesaferð er »Tak
up og set niður«. Og tað snýr
seg serliga um at taka rusk
upp, serliga úti í náttúruni,
men eisini at planta trøð og
plantur at skapa vøkstur
runt umkring í kommununi,
sigur Elin Lindenskov.
Hon heldur, at vikan
hevur stóran týdning fyri
borgrarnar i kommununi.
– Eg haldi, at talan fyrst
og frest er um eina áminning
um, at fara væl um náttúruna
og rudda upp eftir okkum.
Men eg haldi eisini, at fólki
dámar tað, og hetta er eisini
vikan, tá farið verður oman á
Vaglið komandi leygardag,
har fólk fáa ein plantupakka.
Tað er so sjálvandi nakað, ið
er nógv eldri enn umhvørv
isvikan, sigur Elin Linden
skov.
Hetta dámar fólki serliga
væl, og nógv eigarafeløg nýta
høvi til at vera saman og seta
niður og verja náttúruna.
– So eg haldi avgjørt, at
tað hevur týdnig. Tað minnir
okkum eisini um, at sum
marið er á veg, vónandi, sigur
Elin Lindenskov.
Fyrilestur um
urtgarðar
Og fólk taka væl ímóti vikuni.
- Tað haldi eg, at vit kunnu
siga, og tað verður betri og
betri, og fólk eru meira
tilvitað um tað. Eg haldi
eisini, at tað er batnað nógv í
kommununi hesi seinastu
níggju árini. Tíðarandin er
eisini við okkum, sigur Elin
Lindenskov.
Hon heldur eisini, at tað
er nakað, ið sæst aftur.
– Eg haldi at tað sæst
aftur. Tað er minni rusk at
síggja, tó at tað framvegis er
nógv rusk at síggja. Men
hetta við urtagørðum og at
planta, tað er nakað, vit
síggja meira og meira til, og
fólk hava áhuga í tí, sigur
Elin Lindenskov.
Hon vísir á, at mikukvøld
ið verður eitt temakvøld við
júst hesum í Posthúskjall
aranum, har greitt verður frá
um urtagarðar og um plant
ing, og hvussu farast skal við
hesum plantunum.
– So tey, ið hava hug at
byrja nú, tey eru vælkomin
at koma at hoyra um, hvussu
urtagarðurin skal røkjast,
sigur Elin Lindenskov.
25 ára hátíðarhald
Tað
er
vorðin
traditión
seinastu árini, at býráðs
politikarar ganga á odda,
og seta trø og runnar niður,
tá umhvørvisvikan verður
sett, og í ár hava tey valt
barnagarðin
á
Norðrasta
Horni sum setanarstað.
– Tað kemst av, at barna
garðurin á Norðrasta Horni
fyrr í árinum fylti 25 ár, og tí
stovnurin hevur sum slag
orð, at »náttúran er teirra
námsfrøðiliga amboð«. So
tað hildu vit passaði sera væl,
tí her úti verða børnini vand
upp í náttúruni og at verja
um náttúruna, sigur Elin
Lindenskov.
Hon heldur, at tað hevur
verið ógvuliga stuttligt at
síggja, hvussu børnini hava
verið við í plantingini.
- Sjálv tosaði eg við eina
smágentu, sum segði, at hon
nokk skuldi hyggja eftir
trøunum og syrgja fyri, at
tey hava tað gott. Hon býr so
nær við, at hon sær yvir á
plantingina, sigur Elin Lind
enskov.
So tað kann av sonum
sigast, at umhvørvisvikan er
fyri bæði børn og vaksin.
–
Heit
avgjørt.
Bæði
barnagarðar og skúlar, øll
taka undir við tí. Skúla
flokkar hava eisini møgu
leika at fara út at planta í ár,
og tað einasta, tey skulu gera,
er at venda sær til kom
mununa á uv@torshavn.fo,
so kunnu tey fáa eitt øki, sum
kommunan ávísir teimum,
har tey kunnu fara út at
planta. Og tað vóni eg, at tað
verða skúlaflokkar, ið taka
undir við tí, sigur Elin
LIndenskov,
forkvinna
í
Teknisku nevnd hjá Tórs
havnar kommunu.
Elin Lindenskov, forkvinna í Teknisku nevnd, var ein
av býráðslimunum, ið plantaðu eitt træ í morgun
Mynd Álvur Haraldsen
Børnini fylgdu forvitin við í, meðan
kommunalpolitikararnir plantaðu eitt træ
Mynd: Álvur Haraldsen